Virtuosi sjónleikarin Olaf Johannessen

kat-04_lille.jpg

Einaferð stóð her á Listaportalinum, at føroyski sjónleikarin, Olaf Johannessen ikki leggur seg á vunnin laurber at durva, og tað kunnu vit bara endurtaka, nú hann eftir at hava vunnið hægsta heiður í danska sjónleikaraumhvørvinum, hevur kastað seg yvir ein nýggjan høvuðsleiklut sum Big Daddy í navnframa leikinum, Cat on a hot tin roof hjá Tennessee Williams, sum mong munu kenna frá filminum frá 1958, tá Paul Newman og Elizabeth Taylor leikaðu høvuðsleiklutirnir. Á Betty Nansen leikhúsinum er tað Ditte Gråbøl, sum spælir frúan í húsinum, Big Mamma, frumframførslan var 17.november og ummælini eru sum heild positiv.

Ummælarin á Kristeligt Dagblad, Kathrine Maria Amann fegnast ikki minst um Olaf Johannessen: “I rollen som den indestængte sydstatspatriark, bomuldskongen Big Daddy, har vi den virtuose Olaf Johannessen. Som husets overhoved nærer han en spruttende foragt for alt og alle – ikke mindst sin egen familie, der går ham så grueligt på nerverne. Og det kan man ikke fortænke ham i…”


Leikarar:
Johanne Louise Schmidt, Patrick Baurichter, Olaf Johannessen, Ditte Gråbøl, Mikkel Arndt, Kitt Maiken Mortensen, Mikkel Hess m. fl.

Leikstjóri Minna Johannesson
Pallur og búnar Christian Friedländer

Týðing Madame Nielsen

Leikurin verður framførdur inntil 31.desember.

olafj.jpg