Lyst og kritiskur mentanarjournalistikkur.

Foto: Lars Skaaning

Foto: Lars Skaaning

Nú er nýggjur Kringvarpsstjóri loksins settur, og er valið, eftir mínum tykki, sera heppið. Eitt av tí, ið nýggi KVF-stjórin segði, er at kritiski journalistikkurin skal útbyggjast. Og her skal sigast, at eg eri ein teirra, ið taki heilt og fult undir við borandi journalistikki. Men tað grundleggjandi við slíkum er at eitt mál SKAL lýsast frá fleiri síðum. Og her hevur haltað alvorliga í tveimum innsløgum í mentannarsendingini Lyst. 


Eitt var í síðstu viku um KODA-grunnin Føroyar, ið letur pening til tónleikatiltøk í Føroyum. Tað er nevndin í Felagnum Føroysk Tónaskøld, ið býtur peningin út. Hin var eitt innslag fríggjakvøldið um nýggju Listafólkalønirnar hjá Mentannargrunninum. Tað var týðiligt at verturin, í báðum førum, royndi at varpa ljós á gegnistrupulleikar í einum lítlum samfelag sum Føroyum. Og tað er heilt í ordan. Men tað skein eisini ígjøgnum, at í fyrra førinum, varð roynt at insinuera, at nevndarlimirnir í Felagnum Føroysk Tónaskøld FFT, og serliga formaðurin Kristian Blak, sótu og deildi peningin til tiløk hjá hvørjum øðrum. Kristian Blak dugdi tó væl at greiða frá mannagongdunum hesum viðvíkjandi. At nevndarlimir viðgjørdu als ikki sínar egnum umsøknir. Nevndararbeiði í FFT er ólønt, og tað er sera ringt at fáa fólk í nevndina um mann ikki kann søkja pening úr KODA-grunninum. 
Sagt varð í innslagnum at Kristian Blak hevði fingið nógvan stuðul til festivalin Summartónar. Summartónar er stovnað av FFT í 1992, fyri at føroysk tónaskøld skuldu fáa ein pall at virka á. Fyrst var bert "klassiski" tónleikurin umboðaður, men tá ið Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues festivalur steðgaði, komu hesar sjangrur eisini við í Summartónar, ið framvegis er festivalurin hjá FFT. Tvs ein vinnarastøða hjá teimum skapandi tónlistafólkunum í Føroyum, ið verða spæld og fáa meira royalty fyri sínar konsertir, ið førir við sær at føroyski KODA-grunnurin eisini fær fleiri pengar. Men Kristian Blak fær ikki meira pening enn onnur, ið fáa tónleikin spældan á Summartónum, men hann er og hevur verið drívmegin handan Summartónar og mong, mong onnur feløg.


Í hinari sendingini royndi verturin at fáa forkvinnuna í Mentannargrunninum MG, at definera hugtakið yrkislistafólk. Her kláraði forkvinnan eisini væl at svara fyri seg. 
Skal upplýsa at undirritaði var í faknevndini í tónleiki, og vóru vit, umboðini í faknevndini, á fundi við forkvinnuna í Mentannargrunninum fyri m.a. at fáa innlit í almennu gegnisleiðreglurnar. Men eftir stendur at lýsingin av hesum báðum málum er sera einsíðug. Serliga innslagið um KODA-grunnin. Her kundi verturin komið inn á leiðreglur um gegnisspurningin. Spurt KODA um tey hava leiðreglur hvussu hesin peningur skal býtast sambært gegnisspurninginum, og um KODA-grunnurin í Føroyum fylgir hesum leiðreglum. Men so var ikki, tíverri.


Verturin í Lyst plagar at nevna um hann hevur ein gegnistrupulleika í samband við evnini hann viðgerð. Men í førinum við KODA-grunn Føroyar gloymdi hann at nevna at orkestrið hjá honum hevur fingið 3000 kr í 2008 og 3000 kr í 2012. Vónandi verður Lyst ein framtíðar mentanarsending við sama verti, men vónandi fer sendingin at lýsa síni kritisku evnir meira breitt enn nevndu innsløgini bera brá av.

Sunleif Rasmussen