Performance og list í Svendborg - Jóhan Martin Christiansen

27152776_10156103373109339_832968797_n.jpg

Fotomyndir: David Stjernholm

Leygardagin læt framsýningin Vibrant Matter upp í SAK í Svendborg, har ymisk listafólk hava skapað verk, sum samskifta við standmyndir hjá Kai Nielsen. Millum tey framsýnandi var Jóhan Martin Christiansen, sum umframt standmyndir eisini hevði eina performance á føroyskum. Her eru myndir frá framsýningini, standmyndin hjá Kai Nielsen, sum Jóhan Martin Christiansen tók støði í, umframt teksturin, sum hann framførdi leygardagin. 

27152733_10156103372519339_1223018908_n.jpg

 

Her, við hetta borðið.

Set teg niður.

Gestur mín.

Eg skal vísa tær.

Tá hetta borðið verður til.

Vígt av kettunnar andlitum.

Tankar millum okkum.

Vit.

Boðberarnir.

Bera mynstur á okkum frá gomlum dna.

Sama mynstur sum skinnið hjá avkominum.

Yvirlivilsisætlan.

Gávan sum krígsboð.

Speglingar.

Súreplasaft.

Andlitsmorl.

Tankar sum spiónir í verkinum.

 

Hyggi eftir mær sjálvum í speglinum á baðirúminum.

Eri vorðin eitt sindur rundur.

Rivan millum beinini.

Tankar í okkum frá eini aðru ferð.

Tíð.

Her við speglið.

Tær verður gjørd ein gríma.

So skal tú síggja tína andlitsmynd.

Vit stíga inn í annan heim.

Hagar.

Vit falla.

Heldur enn at grava meg niður onkrastaðnis.

Hvat man fara at koma.

Sum verður mær tillutað

Soleiðis skal eg gera.

Gips.

Ein hattur.

Lukturin frá kertiljósi.

Við lukti altso.

 

Vit eru úr sama frumvølli.

Vísir seg hvørja ferð punktini krossast.

Eg hati tað.

Avdúking.

Mín kroppur.

Stoyping.

Formur.

Standmynd.

Kai Nielsen.

Ývið jarn.

Rustur.

Úld bløð úr viðarlundini.

Reyvarholið sum upphavsstaður.

Og mjúkir formar.

Endurtøka.

Gras.

Vit standa í Enghaveparken.

Støð skjótast.

Hundalív.

Fullkomiliga í ørviti.

Ývnu bløðini úr viðarlundini taki eg við suðureftir.

Tey skulu gerðast partur av standmyndini.

Javnfjart.

Typiskt eg.

Face Off.

Andlit sum gjaldoyra.

Hon, Venus, vil slikka mannin handan oyrað.

Líðingin.

Siðahald.

Ein gongubrúgv.

Landsløg verða til.

Lið um lið.

Ein madrassa úr svørtum skúmi og sveitta.

Dreymaløg.

 

Undir er ein gipsflati á hjólum.

Undir.

Lat falla, sum ikki kann standa.

Vakurleiki og fall.

Tey hinumegin staðfesta.

Stempla.

 

Lat tað koma sum kemur.

Eitt kervi av tankum av skuggum av sjónum av pínu og gleði.

Ein sorgarleikur um eina ósjónliga villiniborg sum sveimar omanfyri og dýnir ravløðing niður í heysin av og á.

Ger eitt lítið skarð.

Trýstið lættir og regnið kemur.

Alt blotnar.

Klæðið myndar mynstur við umhvarvinum av landslagnum.

Hetta er myndin av nýggja landslagnum.

Fjálturkendur.

Eftir regnið.

Niður.

Omandottin og fall.

Grasið er flaknað.

Gras og leyv er stappað saman móti jørðini.

 

Sum skrivað stendur, skal hetta lesast.

Eg leggji meg flatan.

Nei, á síðuna við arminum upp undir høvdið.

Afterð.

Venus er fallin.

Kai er Kai er Kai.

Eg læsi hurðina upp.

Kaikiosk.

Og taki hattin av.

Súreplini eru til sølu.

Heilsa í náttarmyrkrinum.

 

Venus.

Tú og eg.

Skuggar.

Ein eftirmynd.

Av dreymum.

Skuggar.

Tú og eg.

Í dreymunum.

Skuggar til sølu.

Andlit til andlit hyggja tey eftir hvørjum øðrum.

Andlit grógva inn í hvørt annað.

Skifta um pláss.

Venus hevur avgjørt at beina fyri andliti hansara.

Andlitsvevnaður.

Andlit vovin í landslagið.

Eitt landslag uttan skuggar.

Klæðið lá á landslagnum.

Vit hava kropið eftir markinum.

Hálað myrkrið við okkum.

Spor gloymd í tí vit ikki sóu.

Vit hava latið spor liggja eftir okkum.

Spor koma fram í endurskinum.

Skuggastoypingar.

Og svørt sól.

Beint eftir er stríðið millum eygað og myndevnið avgreitt.

Alt er sum tað plagar.

 

Undirgrundin dregur alt lív aftur til sín.

Eftir standa leggir við brúnum bløðum.

Krúllað sum snerktur leykur.

Sólin hongur lágt á kvøldbláa baksýninum.

Ein blóma við svørtum høvdnum svarar aftur.

Relieffini.

Vektin á verkunum móti míni.

Sentimetur fyri sentimetur.

Allar staðir og ongastaðni.

Innií og uttaná.

Flóttar og samráðingarfólk samstundis.

Á flatuni.

Yvir flatuni fann tíðin eitt stað.

Eg royni at spáa um eina framtíð.

Evni móti evni.

Eg eti av súreplinum.

Fólk hyggja.

Vit síggjast.

Eitt land til sølu.

27044848_10156103371484339_429092604_n.jpg
27140135_10156103372279339_914866190_o.jpg
 Kai Nielsen: Venus við súreplum. Fotomynd: Wiki

Kai Nielsen: Venus við súreplum. Fotomynd: Wiki