Sakaris Stórá: Tað var alt stríðið vert!

 Brot úr mynd hjá Ingun í Skrivarastovu

Brot úr mynd hjá Ingun í Skrivarastovu

Hópin av føroyingum hava sæð fyrsta føroyska spælifilmin í nógv ár, Dreymar við havið og enn ber til at síggja filmin í Havnar Bio. Listaportalurin hevur spurt leikstjóran, Sakaris Stórá hvussu tað kennist nú verkið aftaná alt tað nógva arbeiðið nú er úti millum fólk, har tað verður fagnað og diskuterað? 

Sakaris Stórá (SS): Tað følist heilt ótrúliga gott. Tað virkar sum filmurin er sera væl móttikin. Nógvar harðar avgerðir vórðu tiknar bæði í skrivingini, upptøkunum og klippingini, og eg pressaði bæði upptøkulið og leikarar næstan ómenniskjaliga hart, men nú kann eg hvíla væl í kensluni av at fólk ordiliga hava tikið filmin til sín. - tað er ein sovorðin “tað var alt stríðið vert” kensla. Eg dugi ikki ordiliga at seta orð á tað.

Eg fylgi ikki við í kjakinum um filmin, hvørki í miðlunum ella sosialu miðlunum, og kenni bara til tað sum framleiðararnir senda mær brot úr. Men eg eri ordiliga glaður fyri at fólk kjakast um filmin. Eg haldi, at filmur eigur at vera diskuteraður. Tað sum gleðir meg mest tó, eru øll tey fólkini sum venda sær til mín, við sínum egnu tulkingum av søguni, og siga at filmurin hevur givið teimum nakað. Tað haldi eg vera ótrúliga stuttligt. 

 

dreymar_vid_havid_1.jpg

Móttøkan

KP: Ert tú bilsin um nakra av reaktiónunum, tú hevur fingið?

SS: Eg eri eitt sindur bilsin yvur hvussu væl nógv kenna seg aftur í leiklutunum í filminum. Og eisini yvur hvussu nógvar ymiskar tulkingar av filminum, sum eg havi hoyrt um, sjálvt um eg ikki havi verið so nógv úti millum fólk sjálvur. Dreymar við havið er ein filmur, sum letur nógv av støðutakanini upp til áskoðarin. Og eg eri glaður fyri at tað riggar og at fólk tora at gera sínar egnu tulkingar og niðurstøður. Soleiðis eru mínir egnu yndisfilmar. Men um eg skal nevna nakað konkret, so eri eg bilsin yvur hvussu nógv fólk kenna seg aftur í “bindiklubba-scenuni” - hon var øgiliga stuttlig at gera. Og sum heild haldi eg at nógv av orkuni, sum merktist undir upptøkunum endurspeglast í sjálvum filminum. Tað eri eg nokk so bilsin um.

 

Ljóðið

KP: Onkur heldur, at ljóðið er eitt sindur ótýðiligt, hví er tað so?

SS: Eg trúgvi at hetta stavar frá fyrstu sýningini. Ljóðið á filminum er ordiliga gott. Eg eri serliga væl nøgdur við, hvussu filmurin brúkar ta føroysku tøgnina og ikki dettur í nakra tekniska kliché. Hetta er ein lutfallsliga stillur filmur, sum er gjørdur til tær bestu ljóðumstøðurnar. Har eru gamaní nakrar fáar replikkir sum kanska ikki eru so týðiliga sagdar, men tað er eitt val eg tók, tí eg elskaði kenslurnar og stemningin í teimum løtunum og tók tær fram um aðrar týðiligar upptøkur av somu replikkum. Kanska hevur tað eisini okkurt at gera við at nógv í Føroyum (inkl. eg sjálvur) ikki eru so von við at hyggja eftir filmi uttan undirtekstir. 

 

Myndamál

KP: Er tað rætt, at filmurin hevur fleiri løg, t.d. eitt realistiskt og eitt symbolskt, ið verður úttrykkt gjøgnum myndir og orð ella yvirtulki eg?

SS: Eg haldi at Marjun Syderbø Kjelnæs hevur dugað ekstremt væl at lýsa persónarnar. Tí teir hava allir eina sterka bakgrundsøgu, og tað liggja so nógv kenslulig løg í teimum. Karakterirnir vóru veruliga gull at arbeiða við, tí teir allir hava fleiri dimensiónir. Eisini teir karakterirnir, sum bara eru heilt stutta tíð á løriftinum. Tað menniskjaliga finnst í teimum øllum og tað menniskjaliga er ongantíð eindimensionelt. 

Á myndasíðuni hava vit roynt at hildið eina javnvág og ikki detta útí at brúka ov greidligan ella yvirtýðuligan symbolik, men samstundis er hann til staðar í næstan øllum scenunum, sjálvt um symbolikkurin er nokk so subtilur. Vit miðaðu eftir at skapa eina realismu og ein autentisitet í mátanum filmurin er pallsettur og upptikin. Men har liggur nógv aftanfyri hvørja scenu. Mær dámar ikki filmar, har symbolikkurin er ov týðiligur og forseraður. Tað minnir meg um, tá fólk oysa ov nógv Knorr á matin. Eg elski filmar, sum tað ber til at njóta, uttan at mann yvirhøvur leggur merki til myndamálið, men sum so knappliga geva eina aðra og djúpari fatan, tá vit varnast tann symbolikkin sum liggur fjaldur.

 

Framtíðarætlanir

KP: Hvør er ætlanin nú?

SS: At slappa av. 

KP: Eru konkretar ætlanir um at fáa filmin út um landoddarnar?

SS: Ja, Dreymar við havið er við í høvuðskappingini á Reykjavik International Film Festival, sum nokk er størsti festivalurin í okkara grannalagi. Men filmurin er somuleiðis umbiðin á øðrum festivalum. So eg gleði meg til at kunna fara út um landoddarnar við filminum, uttan at eg havi lov at siga nakað konkret um tað (enn). Tað er ofta á filmfestivalum at eg finni mín íblástur, bæði frá filmum og fólkum handan filmarnar. Men tað besta við festivalum er at síggja og merkja hvussu aðrar mentanir taka ímóti føroyskum filmi. Galla, cocktail og pynt sigur mær ikki tað stóra, men at møta fólkum sum veruliga elska film, er eitt tað besta eg veit.

KP: Hevur tú nakað hugskot til næsta filmin?

SS: Eg havi ymisk hugskot og evni, sum eg gjarna vil arbeiða víðari við, men eg havi við vilja ikki heft meg við nakað einstakt hugskot enn. Tá man fyrst hevur valt at satsa uppá eitt hugskot, so satsar man ofta 3-4 ár uppá tað. So eg vil onkusvegna njóta frælsi í at ikki hava bundið meg til eitt hugskot, - í øllum førum eina tíð aftrat. 

Dreymar við havið, var jú eitt samarbeiði millum meg og Marjuna Syderbø Kjelnæs, hon meistrar skrivingina, og eg haldi meg hava funnið útav at mær dámar nógv betri at arbeiða uppá søgur saman við rithøvundum, enn at arbeiða sjálvur við tí. Men eg sakni ordiliga nógv at vera úti í feltinum og leikstjórna, so tað kann gott henda at eg fari í holtur við okkurt lítið projekt í vetur ella vár. Tað verður ikki nakað stórt, men tað verður kanska partur av nøkrum størri...