Leygardagstankar millum Listamál, ummæli og Also

9fd99febce66c3f490d61fb4044cfad3.jpg

Í ár eru tjúgu ár síðani, eg á fyrsta sinni skrivaði eitt ummæli. Tað ummælið var av einum yrkinga- og tónleikatiltaki í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn. Mann kann siga, at byrjanin tískil var fjøllistarlig og sjálvt um eg ikki havi arbeitt við hesum framíhjá, so hevur hetta vundið uppá seg – ikki minst tíðina, eg arbeiddi fast fyrst á Listablogginum og síðani á Dimmalætting – tá skuldi eg finna uppá okkurt at skriva um hønn dag og hvørja viku og tað er nakað annað enn at skriva bara, tá mann onkursvegna hevur okkurt at skriva um. Tá tað er ein bók, framsýning, sjónleikur, filmur ella eitthvørt annað, sum hevur imponerað ella irriterað so tilpass, at eg má skriva um tað.

 

At skriva við ringari samvitsku

Tá eg hugsi meg um, havi eg nokk altíð skrivað. Longu tá eg var fimm skrivaði eg smáar seðlar til foreldrini um at eg var farin hetta og hitt, og omman á Eiði mundi mangan fáa postkort og brøv frá mær. Men skrivaríið hevur jú fyri tað mesta verið nakað, eg havi tikist við við síðuna av skúla og arbeiði. Og sjálvandi havi eg droymt og fantaserað um at skriva fulla tíð ella at verið fulltíðar mentanarmiðlari/ummælari/ kulturjournalistur, men hey, har vóru minst trý fulltíðarstørv aja, og spurningurin er um eg yvirhøvur hevði dugað at skrivað og miðlað uttan ta ævigu ringu samvitskuna um alt tað, sum eg átti at gjørt heldur enn at skriva og lesa og gera mítt roks (og nú spyr prestur í Also um eg haldi mítt hús "Also heldur tú títt hús??" – Åh jesus, - nei kanska ikki so væl sum eg skuldi, og her siti eg framvegis bara her og skrivi).

 

Anna V.Ellingsgaard

Men misskil meg ikki. Eg elski øll mentanarlig innsløg, sum eru og forvitin taki eg fegin ímóti øllum sendingum, greinum osfr. sum á ymiskan jaligan hátt miðla list. Men hvussu er og ikki, so haldi eg, at okkum tørvar ein ordiligan kulturjournalistikk av tí slagnum, sum Anna V.Ellingsgaard sála stóð fyri. Altso ein klókan mentanarjournalistikk, sum viðger evni á mentanar- og listaøkinum seriøst og nuanserað, ein journalistikk, sum undrar seg, spyr og spyr uppaftur og sum ikki fýrir fyri at ganga listamaktini nær við hvøssum eygleiðingum og erligum ummælum.

 

Kritiska relieffið

Bert tá kritiska undirlagið er í ordan, gevur tað meining við fagnandi ummælum. Allur fagnaður verður munarleysur og uttan týdning, um ikki hann settur í relieff av kritiskum atliti. Eg tori at pástanda, at tað, sum er óerligt, er týdningarleyst og vit vita tað øll. Tá vit hoyra ein ummælara í útvarpinum ella aðra staðni, sum sigur "áhugavert og spennandi" upp í saman, men ikki torir at siga tað, sum hon ella hann erliga hugsa, er tað eins og oyruni ella eyguni á lurtarunum ella lesaranum dovna og sovna. Tá er frægari at hoyra ein erligan ummælara, sum sigur ella skrivar tað, hon ella hann meinar, eisini sjálvt um próvgrundirnar kunnu tykjast nóg so stupidar. 

 

Kritiska atlitið

Eg haldi eisini, at áhugin millum fólk sum heild økist fleiri metrar, tá vinkulin er kritiskur eisini tá talan ikki beinleiðis er um ummæli. Í skrivandi stund er Also í útvarpinum og fýra spurningar á skránni, okkurt við einari kirkjuklokku og so okkurt eg ikki fekk við, tí tað, sum kendist áhugavert vóru teir seinnu spurningarnar, sum helst eru settir seinast sum gularøtur hjá lurtarunum, ið vaknar úr øllum leygardagsdølskni av problematisku spurningunum, sum snýr seg um vantandi samanhald í einum samanløgdum stovni ella um tey gudiligu kunnu drekka –“Wuhu ballada” – vit vakna øll, tá kritiska atlitið vaknar.

 

Mín egna bók

Herfyri var bókin Listamál givin út. Hon er í grundini ikki nógv øðrvísi enn ársheftini, Listin, sum eg og Inger Smærup Sørensen góvu út á Forlagnum í Støplum (John Dalsgarð) frá 2010 til 2013. Tó, Listamál er ein stór bók, sum Sprotin hevur givið út og bókin er sett saman av ummælum, viðtalum og ymiskum greinum um list og mentan. Tilfarið er skrivað seinastu árini og úrvalið er grundað á – ikki eina listarliga kvalitetskanon, ið summi tykjast halda. Eg havi ikki valt greinar út eftir hvørji listafólk eru best; als ikki, fleiri av mínum yndislistafólkum eru ikki grett í bókini – nei, úrvalið er heilt einfalt grundað á eina meting av greinunum sjálvum, altso hvørjar eg sjálv meti vera mest áhugaverdar at lesa í einari bók.

 

Tá ummælarin verður ummælt

Tað er jú ikki hissini avbjóðing, at flyta eina grein úr avísini og yvir í eina bók. Grundin til, at fleiri av mínum greinum klára tað, ella tað haldi og vóni eg, hevur við evnið at gera, at lýsta listin og listafólkini eru so mikið áhugaverd sum tey eru. Grundarlagið undir eini bók sum Listamál er heilt einfalt tann einastandandi góða gongdin hjá listini í Føroyum við ometaliga góðari dygd og einum breiðum, stuðlandi listaáhuga millum fólk flest. Jógvan Isaksen ummælti Listamál í Dimmalætting í síðstu viku. Eg datt av tilvild fram á ummælið í blaðnum og var so tikin av bóli, at eg klamsaði blaðið saman aftur. Eg eri púrasta við uppá kritisk ummæli, eisini um mítt egna avrik, men eg má altso fyrireika meg eitt sindur fyrst. Svølgja nakrar ferð. Kóka kaffi og so spakuliga opna avísina á famøsu síðuni og lesa yvirskriftina um ikki annað. Og júst yvirskriftin er í hesum føri so positiv, at eg hitnaði heilt út í kjálkarnar og niður í tærnar: “Ein óræddur ummælari við síni heilt egnu rødd – Listamál eftir Kinnu Poulsen er eitt vakurt og bersøgið úrval av tekstum um list og mentan”. Og eg gleðist, ti tað er so herligt at fáa rós, ikki minst, tá ummælarin í roynd og veru tykist hava lisið tilfarið gjølliga ígjøgnum.

 

anders2.jpg

Hin súra kritikararøddin

Samstundis sum eg fegnist og eri takksom fyri ummælið, hoyri eg hina súru kritikararøddina fyri mær. Hon situr sum ónda síðan hjá Dunnaldi onkra staðni aftan fyri oyrað og illneitast. Nú spyr hon um henda røddin í roynd og veru er nóg órødd og nóg neyv, ikki minst. Eg biði hana tiga og lata meg fáa frið at njóta hesa góðu løtu við rósi, men hon dugir illa tann kunstin at tiga og nú fer hon at tosa um bókina um Tórodd Poulsen, sum kemur í oktober, hon heldur, at tá verður hon neyvan so jalig og herlig; móttøkan altso, og tá er enn meira upp á spæl hjá henni, ið skrivað hevur. Har er jú øll møgulig ballada á skránni, bæði helvitisferðin, listastríðið og krossfesting á Vaglinum. Nei, eg fari bara at rudda og nú kemur spurningurin í Also um vantandi trivnað á samanlagda arbeiðsplássinum og tað vísir seg sum um, at prestur hevur verið á hasum leiðsluskeiðnum, sum er so populert fyri tíðina.