Ferniseringsfríggjadagur

Í dag ætli eg mær á tvær ferniseringar í Havn hjá tveimum røttum Havnamonnum, sum báðir eru poetiskir. Í Listasavninum letur framsýning upp klokkan 16 við myndlist hjá Williami Heinesen. Eg gleði meg at síggja hesi yvir hálvfjers verkini samlað. Eg vænti, at tað verður ein stór uppliving. Klokkan 17 letur framsýningin hjá Anker Mortensen upp, sum eg sjálv havi verið við til at gera, so tað verður við tann spentan ál oman í Steinprent, men verður veðrið so gott sum í skrivandi stund, ja, so gongur tað heila sum ein svisk. – Framsýningin hjá Anker Mortensen er myndað av grafikki, tekningum og vatnlitamyndum, tvs. at tað er Anker á pappír. Eitt tað fyrsta verkið, eg legði til merkis hjá listamanninum, var ein tekning, sum hekk ovarlaga á vegginum á Ólavsøkuframsýningini í 1996. Eg haldi, at myndin æt Hyljar og vøtn á Reynsmúlalág og eg haldi, at pappírið, hon var teknað á, var rukkut. Tekningin hugtók meg við sínum opinleika og radikalu abstraktión, og tá tann stóra, partvíst afturlítandi framsýningin hjá Anker var í Listasavninum í fjør, saknaði eg pappírspartin av verkunum. Málningarnir eru framúrskarandi, men tykjast onkursvegna meira lidnir og afturlatnir enn tekningarnar. Anker Mortensen hevur hesa seinastu tíðina búleikast í Hoyvík í húsinum hjá Ingun í Skrivarastovu og Kjartani Hoydal, sála, og hetta sæst aftur í framsýningini, hvørs heiti eisini lænir íblástur frá yrkingini hjá Karsteni Hoydal, har yrkjaraegið minnist aftur á barndómsins fagra dal. Framsýningin eitur Víkin Fagra og øll eru hjartaliga vælkomin!