Sporskifti – Jóhan Martin Christiansen á Norðurbryggjuni

Tað kann vera, at fleiri hugsa sum hon í Kastrup í dag, ið eg yvirhoyrdi siga við Jóhan Martin Christiansen listamannin, at henni neyvan tørvar at fara til framsýningina SPOR á Norðurbryggjuni, av tí at hon longu hevur sæð hana í Listasavninum.

Og tað skuldi mann kanska trúð - ikki minst av tí, at framsýningin hevur sama heiti sum tann, ið læt upp í Listasavninum í oktober í fjør. Men í veruleikanum er munurin rættiliga stórur millum ta framsýningina og so hesa, sum læt upp fríggjadagin á Norðurbryggjuni. Tað er hon bæði tí, at hølini hjá Norðurbryggjuni eru øðrvísi enn Listasavnið, men her eru fleiri nýggj verk við eisini,

Og tørvur er, tað kann eg siga alt fyri eitt, at síggja hesa framsýningina – hon skal síggjast bæði fyri síni góðu listaverk, men eisini fyri spennandi sporskiftið, sum kanska hómast í verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen, sum mennast alla tíðina.

Framsýningin er í tveimum pørtum. Niðriundir hanga bæði tey stóru tekstilverkini, gipsverk og videoverkið og hetta rúmið tóktist eitt sindur fult, verkini mistu eitt sindur av tí stórsligna, sum tey høvdu á framsýningini í Listasavninum. Av tí, at sólin skein fagurliga allan ferniseringsdagin sást videoverkið ikki so væl, men tað er hinvegin inkorpererað á ein annan hátt mitt í framsýningini, sum virkar væl.

Tey stóru tekstilverkini vóru jú upprunaliga hugsað og gjørd til framsýningarrúmið í Listasavninum, har tey hingu einastandandi væl. Sum sagt tóktist rúmið eitt sindur trongari á Norðurbryggjuni, men har framsýningin missir eitt sindur av tí stórbæra, vinnur hon í tí intima. Áskoðarin kemur heilt tætt uppá verkini, ið eru koreograferað á dynamiskan hátt og býta rúmið upp í upplivingar. Tú sært bara ein part av framsýningini í senn og hetta gevur ger, at tú enn betur varnast teirra materialitet.

Hesa somu kensluna av dynamiskari koreografi og frásøgn fært tú ikki minst uppiá í framsýningini, har avbjóðingin við lágloftaða rúminum er loyst á framúrskarandi hátt við partvíst liggjandi og standandi/hangandi verkum við áhugaverdari ljósseting, sum leggur dent á nakað, sum er dynamiskt og í ferð við at henda beint nú.

FOTO Norðurbryggjan og KP

FOTO Norðurbryggjan og KP