Víkin fagra

 Anker Mortensen - brot úr steinprenti

Anker Mortensen - brot úr steinprenti

Víkin fagra er heitið á eini framsýning hjá Anker Mortensen, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 5.mai klokkan 17-18. Hetta er Anker á pappír við nýggjum steinprentum, sum listamaðurin gjørdi á verkstaðnum saman við Magnusi V.Andersson. Eisini verða vatnlitamyndir á framsýningini og ymiskar skitsur, sum eru festar á smá pappírspetti, kaffifiltur, kvittanar o.l, sum listamaðurin hevur havt við hondina júst tá hann bar eyga við eitthvørt áhugavert ella vakurt í umhvørvinum.

Myndamálið er grundleggjandi abstrakt, men við smáum figuratiónum av húsa- og skipaskapilsum, av steinum og haga uppi í Hoyvík, har Anker Mortensen hevur búleikast nú eina tíð. Við teimum mongu smáu skitsunum verður hetta ein óvanliga opin, spontan og leitandi framsýning, men listamaðurin er eisini kendur fyri at vera óvanliga leitandi í mun til hvat vit hava verið von við innan føroyska list. Myndamálið er einfalt, miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika í myndunum. Íblásturin stavar altso frá upplivingum í náttúruni av vindi og sól, av mynstrum ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist.

Enn sum áður er poetiska útgangspunktið til staðar í myndlistini hjá Anker Mortensen. Tað sæst eitt nú á heitinum á framsýningini, sum eisini er felagsheitið á øllum prentunum, og sum sipar til yrkingina hjá Karsteni Hoydal “Ganga nú á meg minnini/ mær goymdu oyru og eygu:/ Dalurin fagri, mín barnaheimur/ millum brattar og brúnar heygar.” Umframt abstrakt mynstur innihalda hesar myndir afturminningar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk. Framsýningarhópurin er merktur av einum serligum samanhangi, sum bæði kemst av teirri serligu, ójøvnu og viðkvomu strikuni hjá Anker Mortensen og av mynstrum og skapum, ið ganga aftur í myndum og skitsum. Øll eru hjartans vælkomin til framsýningina.