Arnold Vegghamar 80

Leygardagin 22.apríl fyllti ein av okkara mest sermerktu málarum runt. Tað er málarin á Viðareiði; Arnold Vegghamar, ið fyllti 80 ár, honum verður ynskt hjartaliga til lukku! 

Vegghamar byrjaði at mála longu í 50´unum og hann var við á Ólavsøkuframsýningini í 1957. Vegghamar var ein av næmingunum á navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, hann er sjálvlærdur listamaður, ið seinastu mongu árini hevur málað burturav sum yrkislistamaður. Stóra framsýningin, sum var í Listasavni Føroya í 2010 var lutvíst afturlítandi og har sást menningin hjá Arnold Vegghamar frá naturalistiskum, impressionistiskum og koloristiskum pointillistisku landsløgum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann hevur málað hesi seinnu árini. Og nú vit eru inni á ismunum, so tekur stílurin í myndunum hjá Vegghamar støði í ekspressionismu og naivismu. Eg haldi, at onkrar av teimum mest einføldu myndunum eru originalar á sama hátt sum myndirnar hjá Steffani Danielsen vóru tað. Og sjálvt um landslagið í flestu myndunum hjá Arnoldi Vegghamar er so herliga bjartlitt sum tað er, er talan ikki um grunnar eydnumyndir. Tvørtur í móti tykist huglagið í teimum menniskjatómu landsløgunum ofta álvarsligt, dapurt og mystiskt. Sjálvt um litirnir rópa hart, tykjast myndirnar onkursvegna introvertar í einum klaustrofobiskum myndaheimi, sum gevur assosiatiónir til tær brennandi gulu fepursjónirnar hjá Van Gogh, ið eg havi havt á orði í onkrum ummælum av Viðareiðismálarinum. Sjálvt um litirnir eru fegnir, og myndirnar við smáu fýrkantaðu húsaskapunum eru fittar og vælumtóktar millum fólk, kunnu myndirnar altso eisini bera brá av einsemi og angist; í summum myndum er tað sum tekur náttúran áskoðaran púrasta á bóli - perspektivið er øðrvísi hættað enn í vøkrum panoramamyndum, har áskoðarin kann njóta útsýnið yvir vakra landslagið. Í staðin fáa vit hamarin, lendið, grótið, klettarnar, túgvurnar í gronina - beint frammaná.

Áttati er høgur aldur, men ikki er langt síðani, Vegghamar seinast sýnti nýggjar myndir fram í Gallarí Focus í Havn og í Viðareiðis skúla sýndi hann fram 50 nýggjar myndir áðrenn páskir. Tær allarflestu vóru sambært tíðindaskrivinum spildurnýggjar, so Arnold er still going strong og tað er gott at hoyra.   

Frá seinastu framsýningini í Viðareiðis skúla

Frá seinastu framsýningini í Viðareiðis skúla