Gleðilig jól og gott nýggjár

24909906_10215341753760087_348263827283037381_n.jpg

Eisini vit á Listaportalinum (- tað er bara eg, Kinna í Sjúrðargøtu) hava sett ferðina niður, so at alt tað góða um jólini kann sodnast í friði og náðum og nei, her hugsi eg ikki bara um dunnu og gás og fleskasteik og ræst kjøt og fromasju og riv og súpan og brúnkaði epli og heimagjørt reyðkál og mandlurís og nøtur og kleynur og finsk breyð og karamellir og eina mandarin (tí tað er so frískligt við einari (1!) frukt). Og tað snýr seg heldur ikki um mínar framtíðarætlanir um evt. at fáa okkurt slag av bólkaavslátturi, tá eg primo januar meldi meg inn í allar fitness, svimji, fimleik, tvørmegi og hetta her at lyfta og sleipa alt møguligt tungt og blíva ordiliga løtt. Nei, eg hugsi sjálvsagt um andaliga føði. Um tær spennandi bøkurnar, mann hevur fingið í jólagávu - eina um danska list í tíggjunum, eitt føroyskt yrkingasavn eisini, og so hevur alt møguligt verið í útvarpinum í dag, hugnaløtan við horntónleiki í dómkirkjuni, umframt tann sera musikalska guðstænasta sama stað, ein áhugaverd tónleikasending og ymiskt annað, sum eg havi ligið og lurtað eftir og nú verða tær sorgblíðu jólaheilsanirnar frá skipum lisnar upp og ein smágenta fær eina serliga heilsan, tí hon fyllti 10 jólaaftan. Tað er so fitt og í nógvum alt tað sama ár eftir ár, men sum árini ganga, verður takksemið størri fyri alt, einum unnist at uppliva. Gleðilig jól og takk fyri í ár, góði lesari. Eg ætli eftir førimuni at halda fram við at skriva her á Listaportalinum eisini í 2018 við takksemi fyri allar upplivingar - yrkingar sum karamellur. Eg seti inn her upptøku, sum Herluf hevur gjørt av einum herliga hugnaligum og jazzutum jólasangi, The Christmas Song, sum eg havi umyrkt og sungið.