Følv

a73bf2f1b8bfddec5cb0190893623986497b8e13_w1152_h0_fS.jpg

 

Hetta er tann góða tíðin, tá hópin av bókum koma út. Fleiri yrkingasøvn eru ímillum, í gjár ummælti eg tað nýggja hjá Jóanesi Nielsen og eg havi áður skrivað um nýggja savnið hjá Tóroddi Poulsen, Ferðamaður í egnum  heimi. Eg ætli mær at fáa fatur á fleiri bókum, men fyribils fáa tit eina fína, konsentreraða, kalda yrking, sum stendur í nýggja savninum hjá Tóroddi Poulsen:

følv er

eitt slag

av ljósi

hesa

myrku

tíð

orðini

frysta

skjótari

enn eg

sigi tey

(s.17 Ferðamaður í egnum heimi)

 

Sjálvt um dreymakendu inngangsorðini um náttarbørnini, sum lofta við eygnasteinum, benda á kendar surrealistiskar leiðir, er eisini okkurt nýtt í seinasta yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen, Ferðamaður í egnum heimi, Henda heim hava vit havt innlit í síðani yrkjarin og listamaðurin gav sítt fyrsta yrkingasavn út í 1984, og stjørnurnar í byrjanini av nýggju bókini, sum er tann 39. í røðini, minna um hesa fyrstu bókina, Botnfall. Poetiski og listarligi heimurin hjá Tóroddi Poulsen er bæði sjáldsama samanhangandi og fjølbroyttur og í nýggja savninum tekur hann enn eitt stig móti teirri fullkomnu abstraktiónini, samstundis sum hann er heilt niðri á jørðini, tá hann viðmerkir nútíðarsamfelagið.

Fyrsta yrkingin er eitt fagnaðarkvæði til grótbrotini, sum byrjar við, at yrkjaraegið minnist aftur á tíðina, tá hann arbeiddi við at spreingja og bora í grótbrotinum á Boðanesi. Fleiri av yrkingunum eru gløggar eygleiðingar av ymiskum løgnum, sum er púra vanligt í okkara tið, t.d. Líkskoðan, ið snýr seg um tey mongu, ið hugna sær um kvøldarnar við at hyggja at ótepsiligum morðum í krimifilmum. Ein onnur yrking er ein heldur speisk viðmerking til okkara ólavsøkuvanar og onkra aðrastaðni merkjast frustratiónirnar um allar tær óseldu bøkurnar, ið hópa seg upp kring yrkjaraegið.

Tvey sløg av tekstum eru í yrkingasavninum - munurin er frámerktur við ávikavist einari og tveimum stjørnum - ið er sett saman av konsentreraðum yrkingum við fáum orðum á hvørjari reglu og av smáum prosabrotum við gerandisligum og einføldum hugleiðingum um tilveruna, um trúgv og longsulin eftir posti og kærleika. Í báðum pørtum hómast ein filosofisk játtan til antimaterialismu og endamálsloysi; vit kunnu einki taka við okkum, tá vit doyggja. Lívið er eittmál í sær sjálvum, og tessvegna er tað óneyðugt at brúka tilveruna til at leggja ætlanir. Samstundis verður funnist at øllum okkara virknisfremjandi tiltøkum, sum javnan verða uppdaterað, so at alt verður skjótari at gera: “Følnaða leyvið verður ikki sópað saman longur. Tað verður sogið. Alt skal vera so lætt og skundmikið at tað nóg illa sleppur at sveima. At njóta løtuna áðrenn hon verður ævinligt støv...” (s.14)

Undirheitið á bókini er Loyniljóð, fleiri av yrkingunum tykjast onkursvegna afturlatnar kring seg sjálvar, tær upploysast ella flyta seg undan fatanini til ótítøkiligar skuggar, skýggjaflókar og mjørka. Grótbrotið og grótið lívir, og tað sama er galdandi fyri heystlitta leyvið, sum eisini kann brúkast til erotiskar dreymar. Nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen er fult av góðum yrkingum og í yrkingini á síðu 84 er yrkjaraegið á veg til himmals í einum báti, sum er drigin upp á turt:

eg fari víðari

taki einki við mær

seti meg í ein bát

sum hevur ligið

á havsins botni

og sum nú

er drigin upp á turt

so eg kann sita í honum

og halda leiðina fram inn í himmalin.