Úr myrkrinum - tvey tekstbrot

Tóroddurperma.jpg

Bókin um Tórodd Poulsen kom út á føðingardegi listamansin 15.oktober. Hon eitur "Úr myrkrinum" og heitið sipar til eina tráan hjá listamanninum at koma upp í ljósið, men bókin er eisini ein lýsing av einum avantgardulistamanni og hansara samtíð.

Eg havi fylgt við listamanninum og ummælt hansara verk í tjúgu ár, og bókin er í nógvum grundað á tað, eg havi skrivað um hann í tíðarskeiðinum 1997-2017.

Bókin snýr seg um yrkingar, myndlist og tónleik eftir Tórodd Poulsen, og um hvussu hansara verk hava verið móttikin. Síðan Tóroddur í 1984 gav út yrkingasavnið Botnfall, eru næstan fjøruti útgávur komnar frá honum umframt prent á Steinprenti og annað mangt. Í 2013 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins.

Her er eitt brot úr bókini, ið snýr seg um avantgardulist í Føroyum ella kanska um mangulin uppá tað sama.

Steinsetingar 2009 033.jpg

Avantgardulistin í Føroyum

Tað ber neyvan til at siga, at avantgardulistin sum so hevur íbirt nakra rørslu í Føroyum, ei heldur finst nøkur viðgerð av føroyskari avantgardu. Eingin ivi kann tó vera um, at avantgardistisk drøg hómast ymsastaðni í einstøkum føroyskum listaverkum og hendingum.

Eg havi hug at eyðmerkja ta nógv umrøddu hendingina, tá Jóanes Nielsen um várið í 1976 vísti seg krossfestan á Vaglinum, sum eina avantgardistiska happening. Í lítla stubbanum, sum er einasta almenna dokumentatión, ið finst frá samtíðini um hendingina, og sum stóð at lesa í 14.September, er tó lítil ansur fyri tí avantgardistiska í hendingini. Her tykist megináhugin heldur savna seg um hvussu illa ílætin tann krossfesti er. Lýsta hendingin er annars rættiliga spennandi í sær sjálvum. Meðan hvítusunnusamkoman hevur útimøti á Vaglinum eitt meðalhampa sunnukvøld um várið, tá allar Føroyar anda frið og brúna sós, kemur ein lastbilur brádliga framvið samkomuni við einum krossfestum manni í lastini. Lagt verður aftrat, at tað frá bilinum varð rópt “Messias er komin, Messias er komin”. Greinaskrivarin tykist næstan líka ørkymlaður sum samkoman av hesi óvæntaðu afturkomu Kristusar á Vaglinum. Eingin eyðmerking er av gerningsmonnunum, men hugsast kann, at greinaskrivarin veit meira enn hann skrivar. Hann hevur í øllum førum ein greiðan illgruna um eina ávísa politiska motivatión, ið hann fær at hanga saman við eini altjóða hending júst sama dag, 9.mai í 1976, tá týski vinstrahalli terroristurin, Ulrike Meinhof doyr í Stammheim fongslinum. Meðan almenna frágreiðingin heldur uppá, at Meinhof hevur hongt seg, talar nógv fyri, at hon er myrd av sínum fangavørðum og hetta elvdi til mótmælistiltøk, ið vórðu fyriskipað av viðhaldsfólkum.

Eg havi spurt Tórodd Poulsen, ið heldur alt hetta vera reinar gitingar. Hvørki hann ella greinahøvundin vóru til staðar, tá hendingin fór fram, sigur hann. Sjálvur gekk hann á Háskúlanum um hetta mundið og júst tann morgunin, minnist hann, at hann aftur við morgunmatinum hevði greitt sínum undrandi skúlafelagum frá einum dreymi, hann hevði droymt; at okkurt provokerandi fór at henda á Vaglinum. Um kvøldið komu tvær gentur, sum høvdu verið í býnum, algoystar yvir til hann og søgdu við ein munn "Tóroddur, tú ert sanndroymari, oyn maður bleiv krossfestur á Vaglinum í kvøld!".

Nú kann kritiski lesarin kanska spyrja um henda góða krossfesting ikki bara var ein væl fyriskipað beistagerð og tað kann væl vera. Men eg haldi meg altso hóma okkurt avantgardistiskt í hesum mótmælinum móti sekteriskum kristindómi her á landi; tað hevur við villskapin og dirvið at gera. Sjálvandi er hetta ein heilt óalmindiliga stuttlig happening, men mest av øllum er sjálvur formurin hugtakandi og sterkur, eisini hjá okkum, sum ikki sóu tilburðin, men bara hava hoyrt um hann.

Ímyndin av einum krossfestum yrkjara, sum er stáplaður upp í einum pickup-lastbili, ið koyrir framvið einum útimøti á Vaglinum er einki minni enn fantastisk og hevur sitið rimmarføst í mínum høvdi, síðan eg hoyrdi hana, og tí kendi eg hana eisini aftur í installatiónsverkinum Bommgarðurin á framsýningini Steinsetingar (2009), sum Tóroddur Poulsen hevði í Listahøllini í hølunum hjá Skipasmiðjuni MEST á Rundingi í Havn. Verkið inniheldur eina týðiliga tilsiping til happeningina í 1976. Installatiónin var sett saman av einum organiskum flaggskapi í litunum hjá Merkinum, sum var myndað av hvítum sveisarabommum, reyðum kongabommum og bláum uglubommum, umframt unikabókaverkinum, Tað fyrsta og tað síðsta frá 1997. Oman á einum flaka úr íspinnum við síðuna av eini leikutoysbroyt lá sjálvur frelsarin; ein lítil hálvnakin Kristusfigurur við útbreiddum armum niðri í lastini á einum lítlum, gulum lastbili...

Tíverri er bert eittans eintak av installatiónunum hjá listamanninum varðveitt (í Listasavninum í Tønder), men onkrar fotomyndir eru tíbetur til skjals. Bommflaggið, sum hann hevur framsýnt fleiri ferð er ikki til meira; tað bleiv so klistrut og svansut, greiðir listamaðurin frá. Men hetta verkið er í grundini eyðkent fyri eitt fluxus-listaverk; framleitt úr forgeingiligum tilfari, ið lættliga kann niðurbrótast t.d. við at bommini smelta ella onkur áskoðari etur tey, og tað vóru í roynd og veru onkur børn, sum ikki heilt kundu lata bommini vera, og hetta leggur sjálvandi eina dimensión aftrat tulkingini. Ein onnur av installatiónunum á somu framsýning æt Sjósetingar og hevði sama forgeingiliga brá - tað var ein bunki av litrúkum pappírsbátum, sum vóru framleiddir av endurnýtslutilfari, m.a. av gomlum og nýggjum fernseringskortum.

Steinsetingar 2009 030.jpg

Skálkabrøgd og avantgardisma hava ivaleyst felags eyðkenni júst sum óvitalótir og frælsisstríð; allýsingin valdast bæði avsendara og móttakara, hvørjar umstøðurnar eru, eins og munurin hevur við intentiónir og estetiskt skap at gera. Jóanes Nielsen kemur sjálvur inn á hugtakið avantgardulist í einum bíløgdum “Eftirgangi” í prosabókini Sót og søgn, sum kom út á forlagnum Fannir í 1998. Her nevnir Jóanes Nielsen m.a. at hann saman við Tóroddi og øðrum var við í einum sjónleikarabólki, sum skapti fleiri leikir síðst í hálvfjersunum og fyrst í fýrsunum. Upplýsingin er áhugaverd. Leikritið er millum fáu sjangrurnar, sum Tóroddur ikki hevur fingist við og allíkavæl sæst tað dramatiska ymsastaðni í verkinum hjá TP m.a. í yrkingum, ið eru settar upp eins og smáir leikir við orðaskifti millum tveir ella fleiri persónar. Í savninum Royggj, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 2002 er til dømis ein samrøða, har teir báðir T(róndur?) og S(igmundur?) á óhetjuligan hátt verða útsettir fyri fullisjúka sosialrealismu: “.. T Eigur tú ikki eina øl? Russarareyvar, tú og tínar russarareyvar og rómi, súrur rómi eisini./ S Halt nøs tína frá mínum køliskápi!/ T For helviti maður, tað vóru fleiri øl eftir, tá eg fór í gjár. Og tú lást har og snorkaði/ S Onkur hevur krógvað tær./ T Hvar?/ S Tað kanst tú ikki gita, men onkustaðni her í køkinum./ T Gev mær so for helviti eina øl!...”. Í Royggj verða fleiri romantiskir sannleikar bjóðaðir av. Í áhugaverdari grein um entropi og yrkingar frá ymiskum tíðarskeiðum vísir Bergur D.Hansen á hvussu Tóroddur Poulsen brúkar samlyndið í kendu yrkingini hjá Goethe Wandrers Nachtlied til at visa á vantandi harmoni í nútíðini: “Í yrkjarans nútíð er alt “ein helvitis gangur”, og einsemi er toført at finna, allastaðni troka onnur seg fram, ein rúgva av øðrum yrkjarum vilja halda somu leið, og tí ræður um at skrála og geyla fyri at rudda sær sjálvum slóð, serliga má ansast eftir nýkomnum epigonum..” (Bergur D.Hansen: Orðdeyvur Goethetróndur)

Listin hjá Tóroddi Poulsen er avantgardumerkt uppá fleiri ymiskar mátar. Avantgardubrá síggjast t.d. beinleiðis í orðatilfarinum og hugtøkum, sum koma fyri í hansara yrkingum, myndum, framførslum og sangum. Botnfall er eitt tílíkt orð um nakað, ið verður myndað av evnum, ið verða útskild og síðani søkka til botns. Í vanligum tosi sipar hugtakið til nakað negativt, men tað er eyðkent fyri henda listamannin, at áhugin er stórur fyri øllum tí, sum býr á botninum...