Kirsten Thorup vann

scanpix Nils Svalebøg.jpg

Foto: Scanpix/ Niels Svalebøg

Tað var danski rithøvundurin, Kirsten Thorup, sum fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2017 fyri skaldsøguna Erindring om kærligheden. Harvið gjørdist okkara egna boð uppá ein vinnara, Sissal Kampmann ov stutt at vinna stóru norðurlendsku virðislønina, sum føroyingar nú ikki vunnu fyri 31. ferð - hvørki Rakel Helmsdal ella Yggdrasil fingu heldur virðisløn heim við sær. Men tey halda møguliga sum Sissal Kampmann, ið longu áðrenn nakað var avgjørt staðfesti (á FB), at hon følir tað sum hevur hon vunnið bara við at fáa sítt yrkingasavn, Sunnudagsland tilnevnt í so mikið flottum høpi sum hesum.

Í dag snúi mentanarsendingin Nón í útvarpinum seg um virðislønirnar. Vit hoyrdu góðar gjøgnumgongdir av tilnevnda tónleikinum, bókunum og barnabókunum, og harumframt var eitt prát við Sissal Kampmann, ið tóktist stórtrívast í Helsinki "millum hetjur sum Kirsten Thorup", sum Sissal orðaði seg.

Kirsten Thorup er fødd í 1942 - eg minnist, at vit lósu hennara Himmel og Helvede í studentaskúlanum í fýrsunum. Hon gav út sína fyrstu bók, Baby í 1973. Erindring om kærligheden snýr seg bæði um persónligar relatiónir og um danska samfelagið í dag og verður av fleiri ummælarum søgd at vera ein sera djørv skaldsøga. Takkarrøðan (hvør í himmalsins navni hevur funnið uppá, at vinnarin av størstu og týdningarmestu bókmentavirðislønini ikki skal hava meira enn 2 minuttir talutíð eyðsýniliga fyri at eitt ella annað popp-orkestur skal sleppa framat? Álvaratos, hatta má broytast!!!). Men Kirsten Thorup var væl fyrireikað og í stuttu røðu síni megnaði hon umframt at takka, eisini at varpa ljós á tann mangan kalda og ófestliga veruleikan, sum er hennara bókmentaliga útgangsstøði.

Kirsten Thorup verður við á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum 24-26.nov.