Sissal Kampmann fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsen

 Foto:Marita Dalsgaard

Foto:Marita Dalsgaard

Í dag vórðu M.A.Jacobsens bókmenta- og mentanarvirðislønir latnar. Hátíðarhaldið var beinleiðis útvarpað og byrjaði við, at kórið Tarira framførdi My mistress eyes are nothing like the sun, sonnettina hjá Shakespeare, sum Pauli í Sandagerði hevur tulkað til eitt frálíkt kórverk. Síðan sang kórið O vos omnes hjá katalanska tónaskaldinum, Paolo Casale. Sangurin ljómaði væl, sjálvt um ljóðgóðskan í útvarpinum var heilt sjáldsama vánalig. Gunnvør Balle, varaborgarstjóri beyð vælkomin og greiddi frá týdninginum at lesa fyri børnum, hon nýtti høvið at heita á tey vaksnu at lesa fyri børnum. Hon takkaði eisini høvundunum fyri teirra týdningarmikla arbeiði. Malan Marnersdóttir kunngjørdi síðani vinnaran innan kategoriina fagrar bókmentir; Sissal Kampmann fekk virðislønina fyri bókina Sunnudagsland.

simme.jpg

Simme Jacobsen fekk virðisløn fyri mentanaravrik og Havnar Sjónleikarfelag fekk ta einu barnamentanarheiðurslønina; Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam fingu hina barnamentanarvirðislønina fyri barnasjónleikir, sum tey hava sett upp. Hjartaliga til lukku, øll somul.