Farið á framsýning hjá Anný!

anny6.jpg

Hon kann bert viðmælast, henda serliga herliga framsýningin hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum er í Ostahúsinum (niðri undir) aftan fyri Reinsaríið í morgin aftrat. Serstaka heitið á framsýningini: Our bodies are merely a shell which conceal our heavenly soul er ein av teimum mongu vísdómsperlunum hjá Harris Trinsky í sjónvarpsrøðini Freaks and Geeks; sami vísi karakterur hevur eisini orðað ein annan sannleika: Laughter is the ultimate aphrodisiac. Get a woman laughing, and you've got a woman loving. Hvussu er og ikki - henda framsýningin er láturmild, fjálg og feminin á sín heilt egna sniðfunduga hátt.

Vit hava upplivað ungu listakvinnuna úr Søldafirði áður m.a. á Ólavsøkuframsýningini. Hon ger installatiónir og setir sínar lutir og klæði upp og skipar tey í framsýningarrúminum eins og vóru tey partar av eini dadaistiskari heild. Fyri meg er sjálv pallsetingin av verkunum sera inspirerandi.

Júst innkomin í tað edeliga hølið, sum plagdi at anga av træi niðriundir og terpentini uppiá, verði eg tikin av fótum av alla handa assosiatiónum til køksgardinur í Skálabúðini, klippmyndir hjá Williami Heinesen, installatiónir hjá Louise Bourgeois, tekstilverk hjá Titu Vinther og Jóhan Martini Christiansen og mynstur hjá Matisse og Jean Arp. Men fyrst og fremst komi eg í tankar um Anný Djurhuus Øssursdóttr sjálva, ið tó at hon er ung, tykist vera ein listarlig original. Hetta er hennara fyrsta serframsýning í Føroyum - vónandi tann fyrsta í eini røð av framsýningum, tí hetta er nakað út yvir tað vanliga.

anný1.jpg
anny10.jpg
anny9.jpg
anny12.jpg
anny5.jpg
anny7.jpg
22365724_1904845476508996_1468584456140274811_n.jpg