Tóroddur 60

t5.jpg

Í gjár læt framsýningin Tóroddur & Co upp í Steinprenti. Nógv fólk vóru til upplatingina, ið var karmur um fleiri útgávur; eina vinylplátu, Síða eitt og Side to, sum Kim Kristensen og Tóroddur Poulsen hava innspælt við yrkingaupplestri á føroyskum og donskum. Nýggja yrkingasavnið Ferðamaður í egnum heimi kom út og bókin Úr myrkrinum, sum undirritaða skrivaði, varð somuleiðis løgd fram. Samstundis var hetta 60 ára føðingardagsframsýningin hjá Tóroddi og nógv nýttu tískil høvið at ynskja honum til lukku.

t7.jpg

Ein yrking og eitt myndlistaverk á føroyskum við týðing eftir Randi Ward

Sjálvt um eg havi skrivað eina til lukku-grein - hon kann lesast i komandi Varðanum í november - so vil eg nýta høvið og plássið her á Listaportalinum at ynskja hesum einastandandi listamanninum til lukku við hjartans tøkk fyri øll hansara verk. Eg fegnist um, at tað í gjár eydnaðist at ogna mær eina av mínum absoluttu yndisyrkingum sum myndlistaverk. Tað er ein av hesum fantastisku mumificeraðu bókunum við yrkingini Super 8. Hon stóð upprunaliga í framúrskarandi yrkingasavninum Útsýni og er ein av hesum yrkingunum, sum fær teg at hóma alla tína egnu tilveru frá vøggu í grøv sum í einum ørandi prismublunki.

Tað er als ikki lætt at skriva um sovorðnar listaupplivingar. Tað er næstan sum at dálka okkurt perfekt við onkrum óperfektum. Men tað er so allíkavæl tað, eg havi gjørt síðu upp og síðu niður í einari heilari og stórari bók um Tórodd og hansara verk og um móttøkuna av hesum verki. Við tey, sum troyttast av mínum evindaliga eldhuga fyri tí Tóroddska universinum, má eg bara siga, at hann endar ikki her, heldur tvørturímóti. Henda nýggja framsýningin hjá Tóroddi Poulsen er enn eitt dømi um hansara originalitet, nýhugsan og dygd, sum eg havi fingið størri virðing fyri nú meðan eg havi sitið og skrivað bókina.

Í øllum hansara verki frá fyrstu yrkingabókini til ta spildurnýggjasta bókaobjektið er ein heilt serligur og sterkur samanhangur. Sama slag av samanhangi, sum eg síggi í teimum tveimum málningunum hjá Ingálvi av Reyni í móttøkuni hjá Tryggingini á Kongabrúnni. Tann eini er ein figurativ gomul mynd av Tinganesi frá 1947, sum er merktur av teirri komplementeru litskipanini hjá Axel Jørgensen. Hin er tann garvilla, abstrakta náttúruapoteosan, Gjøgnum tíð og rúmdir, sum Ingálvur málaði í 2002. Meira enn hálvtrýss ár eru millum hesar báðar málningarnar og eg haldi, at tað áhugaverda ikki so nógv er eyðsýndi munurin millum myndirnar sum líkheitin eitt nú í bygnaði og koloristiskt. Tí her er týðiligur samanhangur millum myndirnar. Eg hyggi at gomlu myndini og síggi í henni ikki eina ófrælsa útinnan av eini stívari skipan, nei eg síggi stórbæra og rørandi list í túsund undantøkum frá hesi skipan, sum Ingálvur málar á løriftið heilt av sær sjálvum. Ingálvur er samanhangurin. Á sama hátt er samanhangurin millum Botnfall og nýggju objektini hjá Tóroddi púra ivaleysur bæði evnisliga og í mátanum, henda listin er hugsað og fleiri staðni er samanhangurin ítøkiligur, tá verk sipa til onnur verk hjá Tóroddi. Samanhangurin er bygdur av gróti, asfalti, máli, súkklum, spannum, iva og eitt lítið sindur av Guði. Samanhangurin ER Tóroddur. Hann leingi livi.

t1.jpg
t2.jpg

Gunnvør Balle, varðaborgarstjóri setti framsýningina við eini góðari røðu, sum eg seti her niðast

 Og Magnus hongdi bannara upp

Og Magnus hongdi bannara upp

t4.jpg
 Og ein fjeppari úr Klaksvík fekk øll síni yrkingarsøvn signerað - herligt

Og ein fjeppari úr Klaksvík fekk øll síni yrkingarsøvn signerað - herligt

Røðan hjá Gunnvør Balle

»Hvønn lit skal eg velja, hugsaði hann, og valdi ongan«

At liva í iva og at nýta ivan sum drívmegi sigur kanska meira um okkara samtíð enn nakað annað. At leita og kanska finna okkurt. At spyrja og kanska fáa svar. At spyrja sama spurning og stundum fáa eitt svar og stundum annað svar.

Og júst henda sannroynd, at ivaloysi er ein farin tíð, og at vit tora ikki at vera púra greið og avgjørd, tað er nærum beinasti tvørskurðurin av samtíðini, vit kunnu gera. Og inni í sjálvum maskinrúminum í hesi okkara samtíð, síggi eg Tórodd. Síggi hann seta orð saman og flyta pensilin frá einari striku móti aðrari. Situr og penslast, sum tú sjálvur tekur til.

Síðani tú á fyrsta sinni steig fram í almenningin við egnari útgávu í 1984, hevur tú latið út hondum verk, sum hava verið í andsøgn við stóru fjøldina. Tú hevur hildið teg hinumegin karmin, sum sigur, at hetta er vakurt, og hetta er tað rætta at gera. Ikki tí at tú ikki heldur hetta ella hitt og ikki hevur áskoðanir. Men seti eg ein spurning, er svarið ikki eintýtt.

Hevur tú mentanarligan áhuga og listarligt innlit, er tað sissandi at vita sær, at vit hava øðrvísi hugsandi fólk okkara millum. At tað eru listafólk, sum ikki lata sær lynda. At vit hava listafólk, sum eru tað út í odd og egg, og sum hava ein íbornan hug at skapa. Henda ósløkkjandi tráanin eftir at bróta vanahugsan, tráanin eftir at síggja heimin úr nýggjum sjónarhornum og tráanin eftir at hugsa tað enn óhugsaða, festa tað á blað og bera tað fram.

--- --- ---

Handilsligt samskifti hevur til endamáls at ganga ynskjunum hjá móttakaranum á møti. Endamálið hjá listini er júst tað øvugta - at gera móttakaran vónbrotnan. At broyta mynstur og harvið skeikla vanligan hugsanarhátt og ikki geva fólki tað, tey vænta.

Ivin og hetta at vera í andstøðu við tað rótfesta, ja, hesi hugtøk umskarast. Tí tá ið tú við vissu veitst, hvat er rætt og rangt, og tá ið tú heldur teg til tað trygga - tá er ivin ikki í iva. Tá eru mynstrini vovin frammanundan. Og tá eru hugsanirnar longu evnaðar til.

At ivast er at bjóða møguleikum innum. Ivin letur upp ístaðin fyri at lata aftur. Ivin hugsar um umheimin heldur enn seg sjálvan, og hann byggir á samhuga heldur enn andstygd.

Ivin er ikki sjálvboðin arbeiðsmegi, sum bjóðar seg fram, tá ið tú spyrt eftir honum. Tú skalt arbeiða fyri at røkka ivanum – í hvussu so er spyrt tú enska heimspekingin Bertrand Russell, sum einastaðni sigur: »Trupulleikin í heiminum er, at tápulingarnir vita altíð best, meðan tey klóku eru ivandi«.

--- --- ---

Umframt at skumpa til tað siðbundna og at rúmka ræsurnar fyri ivanum, er ein fjálg skemtan í nógvum verkum.

»Kom til hús við mínum gula innkeypsposa. Ikki fyrr enn eg hyggi í speglið, eri eg greiður yvir, hví fólk hugdu so undarliga at mær í býnum. Annar kjálkin er grønur, og eitt oyra er reytt«.

Sum Kinna Poulsen sigur so rámandi í heiðursgrein til listamannin: “Tóroddur Poulsen yrkir sum ein myndlistamaður og málar sum ein yrkjari, myndirnar eru fullar av orðum«.

Umframt øll orðini í myndunum verður gerandisdagurin eisini latin í skaldslig klæði:

»Og eg havi fingið bøtt um tann innasta jaksilin høgrumegin. Hann hevði gjørt eitt sár í kjálkan. Tannlæknin mælir til krúnu. So kann eg vera kongur í egnum munni. Bestu tannbrótarar mínir eru karamellur, skipskeks og turr grind”.

--- --- ---

At tú eisini hevur veitt øðrum stuðul og vegleiðing, sóu vit í farnu viku, tá ið Sissal Kampmann fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Í takkarrøðu sínari bar hon tær serliga tøkk fyri at eggja henni til at taka lopið frá yrkjara í egnari stovu til eisini at lata øðrum fáa lut í yrkingarnar. Sum Sissal segði, at Tóroddur segði: »Hetta er gott, gev tað út. Gevur tú tað ikki út, so geri eg tað«.

Sissal var í iva. Var savnið nóg gott at geva út ella ikki? So hóast ivin er trúgvasti fylgisveinurin, vart tú ikki í iva, og tað haldi eg, at vit í dag eru fleiri, sum takka tí øvugta av ivanum fyri.

Fari at enda at ynskja tær til lukku við degnum og somuleiðis til lukku við bókaútgávuni.

Gunvør Balle
forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs

(Endurgevingarnar í røðuni eru úr yrkingini “Kjallaramálningadagar”, sum er prentað í Vencili nr. 12/2012)