Úr landslagnum…

Debutsýning við fotomyndum í Steinprenti

Føroyskar fotoframsýningar eru heldur sjáldsamar, men hósdagin 8.september klokkan 16-18 letur ein tílík upp upp í Steinprenti við fotomyndum hjá Sveini Jákupsson.

Og tó, at hetta er ein debutframsýning, er framsýnarin royndur, hann hevur starvast innan reklamuøkið í fleiri ár. Sveinur Jákupsson er føroyingur, navnið avdúkar kanska skyldskapin við fleiri kendar listamenn, m.a. er Bárður Jákupsson pápi hansara. Sveinur hevur í fleiri ár búð í Noregi og saman við familju síni ætlar hann at flyta heima aftur til Føroya í næstum.

Myndevnini, sum Sveinur Jákupsson arbeiðir við, eru fólk, landsløg og býarløg. Hetta eru í roynd og veru tey vanligastu myndevnini í føroyskari list, og tí er tað áhugavert at eygleiða hvussu lítið føroyskar myndirnar virka. Fremmandakenslan botnar ikki bert í, at fotomyndirnar eru tiknar uttanlands eitt nú í Andalusia og Noregi, men kemst eisini av, at fotomyndirnar, serliga tær nýggjastu og mest áhugaverdu av teimum, bera brá av abstraktión við denti á einføld geometrisk skap.

Beinar og tríkantaðar linjur og organiskir, rundir formar eru avmyndað við so stórari kontrast, at tað flytir seg undan einari figurativari lesing. Samstundis fært tú sum áskoðari varhugan av einari øgiligari tyngd og nærveru í myrkrinum av onkrum, sum tú hómar uttan at síggja hvat tað er.

Ein einføld svørthvít mynd er av nøkrum trøum í kava, sum varisliga stinga seg upp í snórabeina sjónarringinum móti eini ljósagráari grund. Undurvakra javnvágin órógvast av einum varhuga av, at hvíta rípan í neðra ekspanderar uppeftir, at trøini eru við at verða svølgd av hvítum einkisleika, at landslagið á myndini við øðrum orðum er við at hvørva.

Sveinur Jákupsson hevur gingið í tvey ár á fotoskúlanum Bilder Nordic School of Photography, har m.a. Damian Heinisch og Hans Olav Forsang hava verið týdningarmiklir mentorar. Harumframt hevur Sveinur tikið lut á ymiskum skeiðum, harav okkurt gongur fyri seg í Andalusia, hagar hann fer aftur.

Framsýningin hongur í fýra vikur. Øll eru vælkomin.