STEINPRENT har listin trívist

Greinin er á enskum í blaðnum Atlantic Review – summar 2016 Myndir: Mureldur, Steinprent og Kinna Poulsen

Greinin er á enskum í blaðnum Atlantic Review – summar 2016 Myndir: Mureldur, Steinprent og Kinna Poulsen

At tað ber til at reka ein professionellan grafiskan verkstað í Tórshavn, norðuri í uttasta útjaðaranum í Europa, og at hópin av kendum listafólkum koma higar at arbeiða, er fyrst og fremst verkstaðsfólkunum í Steinprenti fyri at takka, men tað er eisini treytað av einum óvanliga stórum listaáhuga millum fólk her á landi, sum hava tikið undir við Steinprenti av fullum huga.

Verkstaðsfólkini eru tey bæði, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku, og í ár eru seytjan ár síðani, at tey við hjálp frá m.a. fyrrverandi leiðara í Listasavni Føroya, Bárði Jákupsson stovnaðu Grafiska Verkstað Føroya, sum fyrstu árini lá í norðurendanum í Listaskálanum. Síðstu sjey árini hevur verkstaðurin húsast í gomlu fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð í Havn, ein bygningur, sum í dag er halgaður mentanini. Jan Andersson er útlærdur litograf hjá I.C.Sørensen í Hjørring, har Jan hevði verkstað fyrr, og Fríða Matras Brekku er listakvinna umframt tað dagliga arbeiðið í Steinprenti.

Hendingaferð møtast tær báðar á verkstaðnum, listakvinnan og prentarin, tá Fríða Matras Brekku ger eina røð av prentmyndum í Steinprenti sum t.d. ta fínu røðina, ið er at síggja í løtuni á summarframsýningini í Steinprenti. Myndirnar eru vakrar, hugfarsligar og stuttligar lýsingar av seyði í føroyskari náttúru. Tey bæði, Jan og Fríða hava ymiskar hjálparar viðhvørt og tíðum er beinleiðis talan um eina familjufyritøku, tá teir báðir, Magnus V. Andersson og Mikkjal Andersson taka eina hond í. Nú í summar fekk Steinprent stóra viðurkenning fyri sítt virksemi frá danska Tjóðbankanum (Nationalbankens Jubilæumsfond), sum í brævi við heiðurslegati uppá 100.000 krónur staðfestir, at Steinprent er ein av sermerktastu grafisku verkstaðunum í Norðurlondum, ið eigur viðurkenning uppiborna fyri sítt góða arbeiði við grafiska tøkninum, og fyri at miðla hetta arbeiðið út til almenningin gjøgnum framsýningarvirksemið á gallarínum.

 

Mannagongdin

Litografiska tøknið er eitt sindur umstendiligt og í Steinprenti brúka tey bara teir ektaðu, tungu og stóru litografisku steinarnar, sum koma úr Solnhofen í Týsklandi. Áðrenn listafólkið byrjar at tekna á ein stein, eru undanfarnar myndir á steininum slípaðar burtur við einum brýnisteini. Síðani verða tveir steinar skúraðir móti hvørjum øðrum við vatni og carborundumpulvuri, hetta gevur eina fína kornuta yvirflatu, har tað kann málast ella teknast á við fitikendum kriti ella tusj. Listafólkið má tekna á ein nýggjan stein fyri hvønn lit, sum síðan verður prentaður og hetta hevur við sær, at tað lidna prentið ofta er úrslitið av eini drúgvari prosess, har bæði listafólk og prentarar mugu hava tunguna mitt í munninum, meðan arbeitt verður. Tá tekningin er liðug verður steinurin viðgjørdur soleiðis, at fitievnið situr fast í steininum. Eitt royndarprent verður síðani gjørt, sum listafólkið kann broyta um tað gerst neyðugt. Mannagongdin er dynamisk og livandi og ofta hendir okkurt, sum kemur óvart á.

 

Listaframsýningin

Summarframsýningin Sjá tú blánar, sum hongur í Steinprenti inntil 6.august, er nummar 58 í røðini av framsýningum har, og inniheldur m.a. verk, sum eru framleidd á verkstaðnum. Framsýningin byggir á eina yrking, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1920. Flestir føroyingar kenna yrkingina, sum verður sungin, tá flaggdagur er. Yrkingin vendir sær til Merkið, hvørs reyði, blái og hvíti litur myndar koloristiska útgangsstøðið hjá framsýningini, sum eisini innihaldsliga nertur við tjóðskaparlig evni. Við á framsýningini eru Tróndur Patursson, John Kørner, Carl Jóhan Jensen, Peter Carlsen, Ian McKeever, Fríða Matras Brekku, Zacharias Heinesen, Jóhan Martin Christiansen, Tóroddur Poulsen og Ásmundur Poulsen. Teir fýra málningarnir hjá Tróndi Patursson, ið fylla allan endaveggin, eru lýsandi ultramarinbláir og geva við síni svimlandi dýpd eina stórbæra visión av kosmiskum upplivingum, sum Tróndur Patursson hevur havt á sjóferðum sínum. Annars fevnir framsýningin nokk so breitt um bæði náttúru og mentan, abstrakta og figurativa list, fínmentan og kitsch frá træprenti og litografi yvir málarí til fotografi og gipsrelieff umframt postkort.

 

Dugnalig listafólk

Yvir hundrað yrkislistafólk hava millum ár og dag arbeitt í Steinprenti, hvørs virksemi sjálvandi í stóran mun er treytað av teimum evnaríku listafólkunum. Tey flestu av teimum etableraðu føroysku listafólkunum sum t.d. Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Tróndur Patursson, Bárður Jákupsson o.o. arbeiða her javnan og kunnu eisini koma í samband við útlendsk listafólk sum t.d. Ian McKeever, Jan Håfstrøm, Kathrine Ærtebjerg, John Kørner, Bjørn Nørgaard, Claus Carstensen, Knud Odde og mong onnur - yvirlit yvir listafólkini finst á heimasíðuni www.steinprent.com

 

Listafólk á verkstaðnum

Nógv virksemi hevur verið og verður á verkstaðnum í summar og í heyst. Fleiri av myndunum á teirri stórfingnu framsýningini, sum Marius Olsen hevur í Norðurlandahúsinum inntil 16.august eru framleiddar í Steinprenti. Framsýningin kann viðmælast, tí umframt at vera ein handverkari av Guðs náði er Marius Olsen samstundis ein spennandi, intellektuellur myndlistamaður, sum skapar myndir, ið seta spurning til veruleika og list og sum støðugt fáa áskoðaran at hugsa og at ivast. Tóroddur Poulsen fer í summar at arbeiða fram ímóti eini serframsýning í Steinprenti við grafikki og installatiónslist. Í føroyskari myndlist umboða hansara myndir eitt nýbrot. Vit hava áður kategoriserað føroysku listina at vera figurativa, hálvabstrakta ella nonfigurativa list, ið ofta tykist vera miðsavnað um tað sublima í stórslignum, náttúrufagnandi og sansaligum myndum. Hetta er ikki galdandi fyri verkini hjá Tóroddi Poulsen, sum eru meira hugsað, speisk og poetisk. Nýggja røðin av træprentum, sum hann gjørdi til framsýningina Sjá tú blánar er dømi um hansara poetiska ans við beinleiðis atliti til orðingina í framsýningarheitinum. Myndarøðin ímyndar ein persón, sum spakuliga blívur bláur. Talan er um eitt slag av einfaldaðum sjálvsmyndum, ið á áhugaverdan hátt sipa til sítt egna tøkni við tað, at andlitið tykist vera bygt upp av fjalum.

Ein listakvinna, sum ofta hevur arbeitt í Steinprenti er Rannvá Kunoy, sum seinni í heyst fer at arbeiða á verkstaðnum. Tað verður spennandi at síggja hvat hon finnur uppá. Rannvá Kunoy býr í London og hevur seinastu árini verið mest aktiv uttanlands við stórum framsýningum í Sveis og á Mallorca. Í fjør seldi hon fimm stór verk til kenda listasamlaran Charles Saatchi. Hon arbeiðir mest við málningum, men eisini við grafikki, har hon bæði leggur dent á at skapa dýpd og at gera vart við yvirflatan í myndunum, sum tessvegna darra og liva í spenninginum harímillum.

Kvøld við skapandi virksemi

Verkstaðshølini í Steinprenti eru ljós og góð við tjúkkum, hvítmálaðum steinveggjum. Her er høgt til loftið og vítt til veggja, og útsýnið er undurvakurt út á vágna, yvir á tað hvíta dómkirkjutornið og býarlívið uttan fyri litføgru bygningarnar í Vágsbotni, og uttast í sjónarringinum sæst tann vakra Nólsoyggin beint uttan fyri Havnina. Gerandisdagar hoyrist kirkjuklokkan kanska best um kvøldið, tá skýming og friður fellur um býin og fólk flest eru heimfarin eftir dagsins stríð. Í Steinprenti er ljós og virksemi hesi kvøldini. Her heldur arbeiðið á til seint út á kvøldið. Ofta arbeiða tey undir øgiligum tíðarpressi og einum óvikandi evstamarki, sum m.a. kemst av, at avvarðandi listafólkið skal heimaftur og tískil má vera umborð á flogfarinum eina ávísa tíð. Arbeiðið á verkstaðnum er miðvíst. Grafiska pressan koyrir javnt og samt meðan steinar verða slípaðir og litir verða blandaðir. Her verður kaffi kókað, tónleikur verður spældur á plátuspælaranum, her verður tosað um litir og tøkni, her verður flent eftir onkrari stuttligari anekdotu. Her er eingin hurlivasi sjálvt um ómetaliga nógv gongur fyri seg og mitt í øllum opinberast eitt liðugt verk - næstan sum var tað gandað fram.

Verkstaðsvinir

Nógv positivt kann sigast um Steinprent, men tað týdningarmesta er kanska, at verkstaðsfólkini við at tora at satsa uppá dygd hava skapað eitt umhvørvi, sum vit ikki hava havt áður í Føroyum. Tað er eitt umhvørvi, har yrkislistafólkini trívast og har sum øll listaáhugað føla seg vælkomin. Sum frá líður eru tey ikki fá, sum eru vorðin vinir hjá verkstaðnum og sum hava nýtt høvið til at gerast limir í áhugafelagnum Steinbrá, ið er fyri øll og sum stuðlar virkseminum hjá Steinprenti.