Ólavsøkuframsýningin 2016

Eitt fastur táttur á mínari ólavsøku hevur í fleiri ár verið at spáka niðan í Listaskálan ólavsøkuaftan at síggja Ólavsøkuframsýningina, sum eg eisini havi verið við til at kuratera nakrar ferðir. Í ár barst mær frá at fara upplatingardagin, men í dag havi eg so verið ein svipp og hugt eftir einari lutfalsliga ruddiligari, í støðum fjølbroyttari og í støðum eitt sindur keðiligari ólavsøkuframsýning, sum Solveig Hanusardóttir Olsen kurateraði við denti á tveydimensjonal verk. Á framsýningini eru tilsamans 52 verk hjá fimtan listafólkum. Tey eru Anker Mortensen, Bárður Oskarsson, Edward Fuglø, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Kirstin Helgadóttir, Olivur Eystberg, Peter Carlsen, Randi Samsonsen, Saga Kapna, Sámal Blak, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Turið Nolsøe.

Solveig H.Olsen hevur valt øll listafólkini, og framsýningin hevur sostatt ikki verið opin fyri innsendum verkum, eins og hon ofta hevur verið. Hetta hava nøkur verið ónøgd við og tað skilji eg á ein hátt, men vit skulu jú bara bíða 363 dagar til næsta Ólavsøkuframsýningin letur upp, so fáa vit at síggja um tað verður møguligt at senda inn verkuppskot tá. Eg haldi í grundini, at tað er gott, at ólavsøkuframsýningarkonseptið er liðiligt og kann broytast, tí eitt ár er stutt og eg haldi, at við tíðini er tað sum um, at árini eru farin at styttast.

 Peter Carlsen

Peter Carlsen

Steinprent hevur leverað grafisk verk til framsýningina hjá tveimum listamonnum, Peter Carlsen og Tóroddi Poulsen. Tey stóru prentini Tann góða spannin og hinar hjá Tóroddi Poulsen eru ikki spildurnýggj, fyri tveimum árum síðani vóru tey á framsýningini Myrkamyndir, sum undirritaða kurateraði í Steinprenti. Trý avbrigdi eru av prentinum, eitt blátt, eitt reytt og eitt svart og hetta, at myndirnar hanga tríggjar saman gevur varhugan av onkrum hátíðarligum, eins og tilsipingarnar í heitinum til tann góða hirðan hava eitthvørt átrúnaðarligt yvir sær. Samstundis kenna vit jú spannina sum eitt lágpraktiskt og ógvuliga vanligt gerandisamboð. Myndirnar hjá Tóroddi Poulsen tykjast um somu tíð mystiskar, løgnar og ómetaliga einfaldar og óhátíðarligar. Endurtøkan ella akkumuleringin av spannunum í einstøku myndunum er áhugaverd, tú fært eina kenslu av, at spannirnar fylkjast úr neðra og upp og úteftir og at tað, sum eru tær fullar av, hvørja løtu kann koppa út móti tær. 

 Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Gipsmyndirnar hjá Jóhan Martin Christiansen eru somuleiðis tríggjar í tali. Tær eita Hidden Faces og bæði staðsetingin av verkunum í eini ljósrípu úr loftinum og tað, at tær eru 3 gevur varhugan av onkrum religiøsum, verkið kundi verið ein altartalva. Jóhan Martin Christiansen letur upp serframsýning í Listasavninum 9.sept í ár. Tað religiøsa er á ein hátt eisini aktuelt í myndunum hjá Peter Carlsen, tí her snýr tað seg um tær sjey deyðssyndirnar, sum eru lýstar gjøgnum ymiskar sjálvsmyndir av listamanninum. Myndamálið hjá Peter Carlsen er kanska meira speiskt enn religiøst, tær lýsa eitt lyndi, sum listamaðurin heldur dominera okkara egoistisku tíð. Tey sjey prentini hanga uppi á balkongini, kanska eru myndirnar heldur smáar til plaseringina, hinvegin eru tær sera góðar..

 Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

 Saga Kapna

Saga Kapna

Hugburðurin í myndunum hjá Saga Kapna tykist sosialur og eksistentiellur. Hetta er fotobaserað malarí og tusj á træ. Myndirnar eru frá tá pápi hennara, tónleikarin Nikos Kapnas doyði um jóltíðir í fjør. Tær fýra myndirnar eru rørandi í síni í støðum eitt sindur primitivu og samstundis gjølligu dokumentatión bæði av bíðanini, missinum og samanhaldinum í familjuni.

 Saga Kapna

Saga Kapna

Tær tvær stóru myndirnar hjá Anker Mortensen eru framúr góðar. Maanens Duuer eita hesir báðir mjørkakendu málningarnir, sum vísa seg at vera leikandi koloristiskar myndir við hópin av eydnuríkum myndevnum av smáum bátum og trøum og ymiskum skapum í alskyns litum. Heitið kemur frá fyrstu føroysku listaverkunum, fuglamyndunum hjá Díðriki á Skarvanesi, sum Anker Mortensen hevur parafraserað fleiri ferð.

 Anker Mortensen

Anker Mortensen

 Brotamynd - Anker Mortensen

Brotamynd - Anker Mortensen

 Hensina Iversen

Hensina Iversen

Hansina Iversen er millum okkara bestu av etableraðu yrkislistafólkunum, hon hevur tríggjar myndir við á framsýningini, sum eru heldur øðrvísi enn tað, vit hava sæð frá henni áður. Myndirnar eru nonfigurativar, gamaní, men litir og skap eru heldur øðrvísi. Talan er um tríggjar sera avlangar, høgar myndir við gráum, vakurt bylgjandi botni og svørtum og bláum formatiónum við pastellittum strokum. Formatið ger, at áskoðarin fær hug at lesa okkurt mannalíkiligt/ antropomorfistiskt inn í tær. Men onkursvegna tykjast hesi verkini merkiliga óavklárað í mun til tær framúrskarandi myndirnar, sum Hansina Iversen hevur málað síðstu árini. Kanska eru tær dømi um, at listakvinnan aftur er í ferð við at flyta seg listarliga, kanska skulu tær bara síggjast einaferð aftrat. Randi Samsonsen arbeiðir við tóvirki, hon hevur tvey smá verk við, har hon sameinir plastikk og bummull, tey eru abstrakt og formliga áhugaverd og tí hevði eg ynskt, at hon hevði fleiri verk við, tey kundu eisini væl verið størri.   

 Olivur Eystberg

Olivur Eystberg

Av teimum nýggju, áhugaverdu listaspírunum, havi eg hug at nevna tey bæði Turið Nolsøe og Olivur Eystberg, sum arbeiða við hvør sínum tøkni. Turið Nolsøe arbeiðir við koparprenti, hon hevur gjørt nakrar áhugaverdar, smáar myndir, ið at síggja til avmynda okkurt slag av organiskt vaksandi mynstrum, sum taka seg upp á myndaflatuni. Olivur Eystberg arbeiðir við fotomyndum, tær eru svarthvítar og tykjast vera sera stýrdar og estetiskt tilvitaðar avmyndingar av landsløgum.

 Turið Nolsøe

Turið Nolsøe

 Tummas Jákup Thomsen

Tummas Jákup Thomsen

Tað figurativa má sigast at vera komið afturíaftur í føroyskari myndlist. Kanska hevur tað ongantíð verið heilt burtur, men tær semiabstraktu, kubistisku landslagstulkingarnar, sum vit hava havt nógvar av, eru als ikki til staðar á ársins ólavsøkuframsýning. Tummas Jákup Thomsen framsýnir eina røð av sínum myrku, surrealistisku blýants- tussj- og kolmyndum og Kirstin Helgadóttir sýnir fram fýra kollasjur við surrealistiskum brá.

 Bárður Oskarsson

Bárður Oskarsson

Bárður Oskarsson er genialur teknari, men mær dámar betur hansara tekningar enn hansara málningar, sum eru tyngri og ikki eins humoristiskir og tekningarnar. Tá tað er sagt, so eru hesir seks málningarnir sjálvandi teknaðir í ein ávísan mun. Myndevnið hjá Bárði Oskarsson er Umbert, ein menniskjalíknandi figurur, sum er settur inn í eitt myrkt grátt, málað univers, har hann er púra einsamallur við øllum sínum talentum og veikleikum júst sum vit menniskju her á jørðini.  

Eitt av týdningarmestu umboðunum fyri ta figurativu linjuna, Silja Strøm hevur fimm verk við, sum er nakað av tí besta á ólavsøkuframsýningini í ár. Verkini hava felagsheitið Bigger Than Yours, ið tykist barnsligt og minnir um myndirnar hjá t.d. Kathrine Ærtebjerg við ævintýrkendum figurum, sum ikki sjáldan hava eitthvørt óskikkiligt yvir sær við kvinnuligum sjónarhorni. Myndaheimurin er figurativur við abstraktum og surrealistiskum staklutum, sum seta úr gildi tyngdarlógir og tílík vanlig atlit. Nýggju myndirnar hjá Silju eru somuleiðis figurativar við abstraktum, flótandi strokum, sum bróta illusiónina og gera vart við, at talan er um málarí. Á einari mynd sæst ein genta, sum við einum skálkabrosi lyftir kjólan hjá sær upp. Eg veit ikki hvat tað er, sum hon hevur, sum er størri enn tað, sum eg havi, men undirhaldandi og hugtakandi er tað og herliga sprøklut og lívligt eisini.

Teir báðir Sámal Blak og Edward Fuglø arbeiða báðir í sjónleikaraverðini og eg haldi, at tað sæst á teirra verkum, tó at tey eru sera ymisk. Sámal Blak hevur gjørt eitt stórt verk við fótasporum, sum eru sett antin hvítt á svart ella svart á hvítt. Í miðjuni er ein bók. Hugskotið er sambært heitinum Midnáttarsangur at ímynda samantyrptu mannamúgvuna, sum kemur saman at syngja á ólavsøku. Eg haldi, at tað er fínt við verkum á Ólavsøkuframsýningini, sum onkursvegna snúgva seg um ólavsøkuna, men tað er sum um, at heitið á verkinum minkar um tulkingarmøguleikarnar.

 Sámal Blak

Sámal Blak

 Sámal Blak

Sámal Blak

Edward Fuglø hevur bygt eitt ógvuliga autentiskt kamar upp í rúminum við síðuna av Bládýpinum hjá Tróndi Patursson. Við hesari rúminstallatiónini gevur Edward Fuglø okkum karmarnar til eina ólavsøkusøgu, sum áskoðarin sjálvur má hyggja, lukta og hugsa seg fram til. Uttanfyri eina wc-hurð hongur ein vakur stakkur og ein leðurjakki. Á seingini liggja silkisokkar frá Dior, á borðinum er ein parykkur, gamalt putur og ymiskt nýtiligt til damufríðkan. Á seingini liggur eisini ein taska við mannfólkaklæðum. Ólavsøkugestur eitur verkið, sum við fleiri ósamsvarandi søgum viðvíkjandi tíð, kyni og kynssnaring er áhugavert og fleirræddað, 

 Brot úr rúminstallatión hjá Edward Fuglø

Brot úr rúminstallatión hjá Edward Fuglø

 Brot úr rúminstallatión hjá Edward fuglø

Brot úr rúminstallatión hjá Edward fuglø