Tíðarrúm - eitt viðmæli!

Í dag er seinasti møguleiki at uppliva framsýningina Tíðarrúm hjá Bjarne Werner Sørensen í Listahøllini í Skipasmiðjuni MEST. Tað er lutfalsliga sjáldan okkum býðst høvið at síggja tílíka framsýning heima í Føroyum og tí vil eg viðmæla øllum at fara ein svipp út í ídnaðarhøllina at hyggja. At hava fingið eina tílíka høll til framsýningarhøli er eitt satt bragd framt í verki av Heystframsýningarbólkinum við fyrimyndarligum vælvilja frá MEST.

Bjarne Werner Sørensen hevur í grundini ein rættiliga stóran leiklut í míni egnu, persónligu listasøgu. Tað var hann, ið saman við Listasavninum og Goethe Instituttinum skipaði fyri framsýningini FAR OUT - Natur arbeitet für die Kunst við týskari installatiónslist, ið varð gjørd í 1996 in situ á Listasavni Føroya. Føroyskt/týska verkætlanin var uttan iva mest progressiva og frammi í skónum listaframsýning, Føroyar tá høvdu upplivað, og nógv vórðu eisin provokerað av listamonnunum Raffael Rheinsberg, Erwin Wortelkamp og Nikolaus Nessler. Framsýningin fekk týdning fyri Tórodd Poulsen bæði poetiskt – hann skrivaði yrkingar út frá verkunum, men eisini installatiónslistarliga haldi eg, at týsku listamenninir veittu honum týdningarmiklan íblástur. Bjarne og Tóroddur hava fleiri ferð arbeitt saman, teir hava gjørt mappuna Otium við yrkingum hjá Tóroddi og mynstrum/myndatilfari hjá Bjarne, sum Jan Andersson prentaði í Grafiska Verkstaðnum í Hjørring. Hetta samstarvið helt fram í Grafiska Verkstaðnum í Listasavninum í Havn við upprunagrafiska yrkingasavninum “Villvísi”, sum Tóroddur skrivaði og sum Bjarne myndprýddi.

Meðan yrkingarnar hjá m.a. Tóroddi Poulsen var nakað av tí fyrsta, eg royndi meg við sum bókmentaummælari, var framsýningin hjá Bjarne Werner Sørensen í Føroyahúsinum í Keypmannahavn ein tann fyrsta listaframsýningin, sum eg ummælti í útisetablaðnum Oyggjaskeggja. Tað var eisini Bjarne, sum skaffaði mær eitt lítið jobb í Galleri Bie & Vadstrup, sum var mær til stóran íblástur. Síðani hevur Bjarne Werner Sørensen fingist nógv við yrkisfelagslig mál myndlistafólkum at bata, eitt langt skifti var hann sostatt formaður í BKF, Billedkunstnernes Forbund.

Hansara listarliga tilgongd er sera fjølbroytt,  hann málar og fotograferar, hann er dugnaligur grafikari og fæst bæði við tann siðbundna grafikkin, eins og hann finnur uppá alt møguligt við telduni. Fyri nøkrum árum síðani hevði hann eina spennandi framsýning í Steinprenti og nakrar av myndunum, sum vóru á hesari framsýningini eru eisini við úti á Skipasmiðjuni. Bjarne Werner Sørensen er upptikin av tí, hann nevnir samanførdir koordinatar, hetta at tvær myndir, ið verða settar saman úrslita í eini triðju, sum oftast ófyrisíggjandi mynd. Í steinprentsrøðini Matrix, sum er við á framsýningini Tíðarrúm, hevur Bjarne Werner Sørensen arbeitt við hesi tilgongd á ein rættiliga skipaðan, matematiskan hátt, har hann við at kombinera litografisku steinarnar á ymsan hátt hevur fingið eina rúgvu av litografiskum prentum burturúr, ið verða hongd upp í eini rektangulerari installatión eftir eini ávísari skipan. Skipanin er fleksibul og kann broytast frá framsýning til framsýning alt eftir stødd av vegginum osfr. Áhugin fyri skipanum, organiskum samanhangum og frítt vaksandi fyribrigdum er grundleggjandi í verkunum hjá Bjarne og sæst eisini aftur í frálíku bylgjandi uppheingingini av framsýningini Tíðarrúm. Í dag, sunnudagin 29.mai er síðsti dagur at síggja framsýningina, sum er opin frá 15-18. Listamaðurin er sjálvur til staðar. Far!

 Myndirnar tók Kim Kristensen ferniseringsdagin

Myndirnar tók Kim Kristensen ferniseringsdagin