Kórfestivalurin rular!

-Navnið spillur ongan! Tað hugsaði eg við mær sjálvum í Klingruni í Norðurlandahúsinum, har eg sat saman við 180 kórsangarum úr øllum landinum og sang og hugnaði mær. Vit plagdu at kalla tað Kórstevnu, tað plagdi at vara minst tveir dagar, nú er heitið meira modernað - men tiltakið er eisini væl meira effektivt, tað tekur ein dag. Vit hittust um morgunin og skiltust aftur um morgunin (í øllum førum tey grovu av okkum, sum vóru all the way í teirri frálíku veitlsuni).

Kórfestivalurin 2016 var heilt ómetaliga væl eydnaður. Kórsambandið eigur rós uppiborið fyri eitt frálíkt og væl skipað tiltak. Øll kórfólk, sum ikki vóru við hava forsømt seg, tað er einki at ivast í og tað sigi eg ikki bara tí, at kórið, sum eg sang við í, Tarira, vann eina av heiðurslønunum. Hinvegin meti eg heilt vist, at kappingarelementið er komið fyri at vera og tað er gott, tí tað vísir seg at tað fær kórini til at oppa seg. Tað hevði við sær, at sjálvt um konsertin var sera drúgv - tað má so vera, tá ellivu kór øll framføra 2-3 kórverk, so var konsertin eftir mínum tykki sera áhugaverd og varierað. Tað var hugaligt at uppliva sangentusiasmuna í teimum ymisku kórunum. Eg havi hug at nevna øll kórini, tí eg haldi veruliga, at øll høvdu okkurt serligt at bjóða uppá. Havnarkórið við Leif Hansen á odda framførdu eitt av teimum stóru kórverkunum, tað praktfulla Wie liegt die Stadt, sum Rudolf Mauersberger skrivaði eftir, at heimbýur hansara, Dresden varð lagdur í oyði og 25.000 fólk lótu lív, tá býurin varð bumbaður í februar 1945. Havnarkórið framførdi verkið musikalskt við hóskandi og rørandi patos. Tórshavnar Manskór við Bjarna Restorff og Kára Bæk legði seg á meira skemtiliga bógvin við eini væl upplagdari og væl eydnaðari framførslu av Vit eru føroyingar hjá Kára Bæk og Regini Dahl. Vestmanna Sangkór við Benjamin Gaasedal sum kórleiðara var heldur minni í vavi enn tað plagar, eg haldi, at har var okkurt krím, sum herjaði, men tey komu væl frá serliga fitta sanginum um Christopher Robin (tað er hann frá Winnie-the-Pooh), sum biðjur eina bøn, ið Fraser-Simson/ A.Carter/ A.A.Milne. Eg varð órógvað beint tá og hoyrdi tískil ikki byrjanina hjá kórinum Eystanljóð við Leif Hansen sum kórleiðara, men tey sungu vakurt tann romantiska So skimrande hjá Evert Taube. Sámal Matras Kristiansen leiðir Vágakórið, sum framførdi eitt deiliga varierað úrval av sangum, m.a. Hallelujah hjá Leonard Cohen og Válandi heim hjá Magnus á Stongum. Kristiliga Sangkórið við Hanusi Joensen framførdi ein vakran føðilandssang hjá Knúti Olsen og endaði við eini sermerktari tulking av Í himnabúð hjá Grieg við einum sera mælskum solosangara, tað var sjónleikarin, Jákup Dahl Wardum, honum tørvaði ikki nakra mikrofon, tað er vist. Í Tarira nýttu vit og kórleiðarin Jóhannes Andreasen høvið til at fagna Shakespeare, sum doyði 23.apríl fyri 400 árum síðan (í dag!!) við tveimum sera ymiskum verkum hjá Jaako Mäntijärvi, sum hann hevur skrivað til tekst hjá Shakespeare. Aurora Borealis við Ólavur Jøkladal framførdi m.a. ein væl klingandi íslendskan kórklassikara Ég að øllum. Tórshavnar Kamarkór og Benharður Wilkinson hava havt úr at gera síðstu tíðina og hava fingið uppibornan heiður fyrst á FMA og nú á Kórfestivalinum. Tey framførdu tvey sera ymisk verk, sum vístu, at tey eru í góðari venjing nú tey skulu til kórkapping í Cork, teimum verður ynskt til lukku og góða eydnu hiðani. Glymur hevði eina ordiliga herliga framførslu og eg haldi, at teirra rúmliga skrá við verkunum Halleluja, der Herr ist Verrückt! hjá Adolf Wölfli og Per Nørgård og Happy hjá Pharrel Williams/Carsten/Gerlitz var nógv tann mest originala á konsertini. Í veitsluni í gjárkvøldið varð nógv tosað um Gøtu Kirkju Ungdómskór, sum undir leiðslu av Símuni Hammer var eitt frískligt lot á konsertini fult av dýrabærum ungdómi, sum sang væl og sum var væl fyrireikaður, eisini til felagssangpartin á kórfestivalinum.

Tað vóru vit ikki øll og hetta er helst einasta punktið, sum kann betrast til næsta ár. Vit mugu duga nótarnar betri, tá vit hittast kórfestivaldagin. Bílagda verkið hjá Tróndi Bogason var næstan pedagogiskt í sínum uppbygningi – í øllum førum í mun til okkurt annað kórverk hjá sama komponisti. Eg havi onkur óluksáliga stuttlig minni um eitt nú frumframførsluna av kórverkinum ÐQ - tað var á eini norðatlantiskari kórstevnu niðri einaferð. Ein uppá allar mátar fantastisk uppliving. Eg minnist, at eg stóð mitt millum fleiri grønlendskar kvinnur, sum hvørja ferð eg brølaði “VINDURIN FERÐAST Í NÓTTINI” (fortissimo skuldi tað vera smb nótunum), gløddu forskrektar uppá meg. Eg minnist framførsluna sum ein baldrutan túr á havinum, har verkið reið á óstøðugari aldu. Tá tað so einaferð rendi seg í eina ordans afturundirgerð, mátti tónaskaldið kvika sær upp á pallin at bjarga restunum av kórverkinum við klaverinum. Hetta nýggja verkið hjá Tróndi er nógv lættari at læra enn ÐQ, men allíkavæl var tað nóg so feskt hjá felagskórinum, sum tessvegna ikki tók alt verkið við í sínari framførslu. Kanska kundi mann næsta ár hitst t.d. frá 19 til 22 fríggjakvøldið áðrenn kórfestival-leygardagin, so at nýggja verkið fær tíð at festa seg í huganum á kórsangarunum. Norðurlandahúsið er perfektur karmur um kórfestivalin og tað sigi eg ikki bara, tí eg búgvi í Havn. Norðurlandahúsið er ikki eitt Havnarhús, tað er fyri alt landið og fyri hini norðurlondini við. Eg vóni, at kórtiltakið aftur kann halda til í Føroya fjálgasta og vakrasta húsi, men ivist í um vit øll fara at rúmast har næsta ár. Eitt so væl eydnað tiltak sum tað í ár fer ivaleyst at økja um áhugan fyri at koma við. Felagssangskráin var sum heild góð, sjálvt um tað at syngja í einum so stórum kóri følist eitt sindur sum at svimja í klæðum, so var tað einki minni enn praktfult at sleppa at syngja hugtakandi verkið, sum Hugi Guðmundsson skrivaði til Mpiri í fjør til yrking hjá Tóroddi Poulsen Tá myrkrið køvir. Harumframt sungu vit Eitt dýpi av dýrari tíð hjá Elini Heinesen og Jens Paula Heinesen við fagrari útseting hjá Tóru Vestergaard, sum kórfólkini ordiliga tóku til sín. Tóra innstuderaði og stjórnaði stóra kórinum og tað gjørdi hon ótrúliga væl. Longu upphitingin bar brá av dugnaskapi. Hon fekk dynamikk inn alt fyri eitt, longu í upphitingini gjørdust vit varug við ta stóru megina, sum eitt tílíkt risakór eigur í sær. Tóra Vestergaard er so dugnalig, neyv og positiv, at hon man vera ein fongur av einum kórleiðara fyri eitthvørt kór. Eg haldi, at tað hevði verið gott og uppá sítt pláss, um hon fekk heiðurin av at stjórna Ólavsøkukórið í ár. At bíleggja eitt nýtt verk til felagskórið er sera ambitiøst av Kórsambandinum og eg má siga, at eg eri takksom fyri hesar høgt flúgvandi ambitiónir, tí verkið Tokið, sum Tróndur Bogason hevur gjørt til yrking hjá Øssuri Johannesen veitti mær alstóran íblástur. Nú dagin eftir gangi eg og syngi partar av verkinum fyri meg sjálva. Tað var so vakurt og syrgiligt og rakti so væl huglagið í einføldu og djúpu yrkingini. Yndisliga melodilinjan, ið staðfestir, at “Soleiðis fer deyðin einaferð av stað við mær” verður endurtikin messandi upp í saman, meðan deyðans dapra tok dundrar avstað í náttarmyrkrinum. Túsund takk, Tróndur Bogason og øll hini tónaskøldini, sum gera okkum tónleik at syngja. Takk Kórsambandið fyri góða initiativið og frálíka fyriskipan, takk kæru kórleiðarar fyri tykkara áræði og áhuga og takk allir mínir kæru medsangarar. Vit síggjast á Tinganesi – í ár verði eg øgilig, tí nú syngi eg jú í Føroya Stuttligasta Kóri og tað forpliktar!

 

TOKIÐ

 

MEÐAN EG HOYRI

TOKIÐ KOYRA FRAMVIÐ

Í NÁTTARMYRKRINUM

 

OG SÍGGI LIVANDI LJÓSIÐ

EG HAVI TENDRAÐ

HUGSI EG

 

SOLEIÐIS FER DEYÐIN

EINAFERÐ AVSTAÐ VIÐ

MÆR EINSAMALLUR

SUM Í EINUM TOKI

 

OG LIVANDI LJÓSIÐ

SUM EG HAVI TENDRAÐ

Í KVØLD JA TAÐ

SLÓKNAR EINAFERÐ

Í NÁTT EINS OG EG

(Øssur Johannesen: s.10 í Tá eg hoyri míni einsligu fótafet millum følnaðu heystbløðini).

Tóra Vestergaard dirigerar og Leif Hansen spælir klaver

 Tarira

Tarira

Kamarkórið vann

Jóan Pauli Joensen, dómari, handaði einum fegnum Jóhannes Andreasen heiðursbræv. Hinir dómararnir vóru Ria Tórgarð og Zacharias Sørensen.

Vestmanna sangkór

Tórshavnar Manskór

Glymur

Gøtu Kirkju Ungdómskór

13012898_232610983762660_2222472383734097215_n.jpg

Heiðursbræv til Tariru