Kamarkórið kappingarklárt

“Í samband við at várið er komið, og tí Tórshavnar Kamarkór í næstum fer til Írlands at luttaka á Cork international Choral Festival, verður sungið dúgliga í hesum døgum”. Kamarkórið hevði várkonsertir farna vikuskifti. Ummælarin var á konsertini í Havn 17. apríl

Leif Hansen


Síðsta heyst kundi Tórshavnar Kamarkór hátíðarhalda 30 ára stovningardagin. Kamarkórið hevur øll árini verið eitt av teimum betru kórinum í landinum. Kórið hevur somuleiðis frá byrjan verið mannað við góðum sangarum og útskiftingin hevur seinastu nógvu árini verið lítil. Flestar av kvinnurøddunum hava sungið í kórinum í meira enn 10 ár. Við einum so dugnaligum kórleiðara sum Bernhardi Wilkinson er eisini sjálvsagt, at kórið hevur ment seg seinastu árini.

Konsert í Læraraskúlahøllini
Talan var um várkonsert, men ivaleyst er, at kórið fyrst og fremst hevði komandi kórkappingina í Cork fyri eyga. Hetta sást aftur í konsertskránni. Hjá tí vanda konsertgangarnum var lítið og einki nýtt á skránni, sum eisini líktist nógv henni, sum kórið framførdi á jubilæumskonsertini í heyst. Hetta er sjálvsagt skilligt. Umráðandi er, at kórið í Írlandi kann framføra sannførandi og ikki minst, sum onkur segði fyri mær, at krav er um at tey skula syngja uttanat í Cork. Tað gjørdi tey eisini á konsertini sunnudagin, og tað ger, at sangarnir kunna savna seg meira um sangin og ikki minst betur kunna fylgja kórleiðarnum. Hetta er heilt víst nakað, sum onnur kór kundi tikið til sín.
Kórið kom væl frá stórt sæð allari konsertini. Men serliga tykjast tey at trívast sera væl í teimum føroysku sangunum. Serliga væl komu tey frá framførslunum av “Aldan” hjá Waagstein og Nyholm Debess í útseting hjá Sunleifi Rasmussen og “Flóvin Bænadiktsson” hjá Atla Petersen.  
Hesin seinni er skrivaður til kórið, og tó, at vit føroyingar kennast við hetta slagið av kórútsetingum, so trúgvi eg, at hann kann fatast sum eitt forkunnugt innslag í kappingini í Cork.
Eg giti, at konsertskráin er neyvt tann, sum brúkast skal á komandi uttanlandsferðini. Hetta kann vera grundin til eina heldur løgna samanseting av tónleiki. Eingin samanhangur er eyðvitað í fyrst at syngja “Hegrin” hjá Kára Bæk og J.H.O. Djurhuus fyri síðani at leita aftur til 16. øld eftir undurvakra “Magnum Mysterium” hjá Victoria. Ein av orsøkunum til at Hegrin var meira sannførandi framførdur enn Magnum er, at slík lop í stílartum ofta eru trupul at gera. Tónleikurin er stutt sagt so ymiskur, og ilt kann vera sum sangari at umstilla seg so skjótt til eitt heilt annað klangunivers.
Komm, Jesu, Komm hjá J.S. Bach var eisini á skránni, og mundi hesin frálíki satsur fyri dupultkór og strúkararar verða hugsaður tí føroyska konsertgangarnum. Hjá kórinum var hetta tað mest avbjóðandi verkið á konsertini, men saman um tikið komu tey væl frá framførsluni. Í støðum vóru tey kanska nóg so ótrygg, men vit fingu eisini gongdir við sonnum vakurleika. Kórið skuldi kanska umhugsað at havt hann á skrá, tá tey einaferð vitja aftur í einari av teimum stóru kirkjunum í Eysturoynni. Tó at Læraraskúlahøllin er væl hóskandi til kórsang, so hevði Bach riggað betur í einari kirkju.

Hvar er elitan í dag?
Í Føroyum hava vit einki professionelt kór. Øll kórini í landinum er mannað við fólki við sera ymiskari tónleikaligari bakgrund. Men í einum føroyskum samanhangi hava tað síðsti 50 árini altíð verið kór, sum í dygd og málsetningi hava gingið undan. Frá miðskeiðis í sekstiárunum til miðskeiðis í áttatiárunum vóru tað í høvuðsheitum tvey kór, sum myndaðu tann føroyska kórsangin, nevniliga kórini í Havn: Havnarkórið (upprunaliga Útvarpskórið) og Kristiliga sangkórið. Verður sæð burtur frá sangunum hjá Vagn Holmboe, sum Havnarkórið javnan hevði á skrá, varð føroyskur kórtónleikur einamest myndaður av sangum hjá Waagstein og Højgaard.  Miðskeiðis í áttatiárunum vóru so Tórshavnar kamarkór og Cantus Borealis sett á stovn við tí greiða málsetningi at hækka støðið á føroyskum kórsangi. Tórshavnar Manskór varð sett á stovn í 1987 og setti eftir stuttari tíð heilt nýggjan standard fyri manskór í Føroyum. Gentukórið hja Paula í Sandagerði varð stovnað fyrst í 80’inum, men fyrst í 90’inum bleiv tað betur kent sum Cantabile. Sama tíðarskeið hevði Fuglafjarðar Gentukór sína stóru tíð undir leiðslu av Frits Johannesen. Sangarar úr m.a. Cantus Borealis byrjaðu í 1992 kórið Nóatón, sum var eitt tað mest ambitiøsa kórprojekt í Føroyum nakrantíð. Í 1998 varð Mpiri stovnað í Keypmannahavn, og fimm ár seinni í 2003 savnar tann tá heimflutti Sunleif Rasmussen fólk saman í kórið Tarira.
Einki er at ivast í, at Tórshavnar Kamarkór í dag helst er hitt besta í landinum.
Men kórið hevur tó nakað eftir á mál fyri at kunna taka upp tónleikasøguligu føraraleiklutin í føroyskum kórtónleiki. Hyggja vit eftir fløguútgávum á økinum seinastu árini so má sigast, at útgávan hjá Tarira í 2007 og tann hjá Mpiri í 2015 vóru væl meira ambitiøsar enn tann, sum Kamarkórið lat úr hondum í fjør.
Sangskráin hjá Kamarkórinum brýtur ikki nógv frá henni hjá øðrum kórum. Munurin er, at Kamarkórið syngur tað heldur betur enn hini. Men nógvur frálíkur føroyskur kórtónleikur hevur seinastu árini ligið ósungin – av teirri einfaldu orsøk, at einki kór hattar sær undir hann. Øll kór hava avmarkingar og ein av uppgávunum hjá kórleiðarnum er at kenna hesar avmarkingar og leggja skránna hareftir. Kamarkórið er ikki eitt elitukór, men hevur seinni árini saman við kórleiðarnum útlagt føroyskan og útlendskan kórtónleik á ein lærdan, professionellan og ikki minst musikalskan hátt. Og tað er kærkomið.
Spennandi verður at frætta frá komandi Írlandstúrinum – góða eydnu.