Væleydnað FMA standmynd

fma.jpg

Í gjár var FMA í Norðurlandahúsinum, har 21 tónleikavirðislønir vórðu handaðar. Eg haldi sjálv, at tað eydnaðist fyrireikarunum at gera tað, tey ætlaðu: eitt breitt og fevnandi tiltak við føroyskum tónleiki og føroyskum tónleikararum í miðdeplinum. Sunleif Rasmussen, sum er í fyrireikingarbólkinum í FMA hevði tað á orðið, at Kringvarpið, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið eiga tøkk uppiborna fyri at skipa fyri einum so stórfingnum tiltaki sum hesum. Í øðrum londum verður tílíkt fyriskipað av tónleikavinnuni. Eg var sjálv ein av dómarunum í sonevnda opna bókinum, tað er ein deiliga rúmligur bólkur haldi eg, FMA gerst ríkari av eisini at rúma klassiskum tónleiki, jazzi og yvirhøvur øllum tí, sum ikki er mainstream. Tónleikur er fjølbroyttur og støðið í Føroyum er høgt, tað hoyrdu vit á framførslunum í Norðurlandahúsinum. Øll eiga rós uppiborið, men framførslan hjá Anniku Hoydal saman við Kim Hansen var heilt serlig og gandakend og tann spontani heiðurin, sum hon útloysti frá áhoyrarunum var ektaður og inniligur, tá allur salurin reisti seg fyri at heiðra tónaskaldinum, sangarinduni og slóðbrótaranum Anniku Hoydal.

Hetta er ikki nakað ummæli, øll framførandi dugdu síni ting, men onkuntíð vart tú sum áskoðari í salinum tikin av bóli, eg kann ikki lata vera við at nevna bluesararnar úr Suðuroy við einum serstakliga væl uppløgdum Kristiani Holbæk á odda. Teir vóru praktfullir og tað vóru Hamradun eisini uppá ein annan máta og Danny and Devitos  og Punjab og Jógvan Joensen dugir okkurt serligt live og hvat var hatta fyri eitt herligt lítið kvinnukór hann hevði funnið sær? Eitt deilitt innslag, eg hevði ynskt hoyrt tær eitt sindur betur. Kamarkórið sang betur enn tað hevur sungið nakrantíð áður, tey eru av sonnum í toppformi at fara til kórkapping.

Nåh men hetta er sum sagt ikki eitt ummæli, eg hugsaði bara at koma við einari viðmerking til tað visuella. Tí ikki kann sigast, at pallurin var overdressed. Var tað ikki fyri glitrandi kjólanum hjá teirri undurvøkru og dugnaligu Barbaru Holm, sum í gjárkvøldið var stylað eitt sindur dramatiskt á la Morticia Addams í The Addams Family, kundi mann hildið, at mann var endað í onkrari undergroundkonsert í Ungdómshúsinum sála á Jagtvej 69 og í grundini vóru nógv av bæði luttakarum og áhoyrarum eisini eitt sindur autonom, døpur og døkk í klædnastíli, aja eg skal bara tiga, tí eg var sjálv í svørtum. Eg sat nokk so langt afturi í salinum, á N 27 og tað eri eg glað fyri, tí har var ljóðið gott, men pallprýðið hjá Brandi Patursson, sum var ein glasskulpturur sást ikki haðani og tað var spell.

Brandur Patursson hevur gjørt tær 21 standmyndirnar, sum vórðu handaðar og tað hevur hann gjørt væl. At finna uppá og evna eina tílíka standmynd, ið skal nýtast til sigursmerki, er ikki lættasta avbjóðing. Grammy virðislønin er ein standmynd, sum avmyndar eina gamla grammofon, einki ringt um tað, nógvar heiðursstandmyndir eru ljótari enn Grammystandmyndin. Men eg haldi, at FMAstandmyndin er øðrvísi elegant. Brandur Patursson hevur tikið støði í stabbamyndini á einum equalizerskýggja, tað er einfalt og musikkrelevant og helst eitt sindur meira abstrakt og áhugavert verk at hava standandi enn eina avmynding av einari lítlari grammofon. FMA standmyndin hevur eitt hóskandi norðurlendskt brá bæði í einføldu tilevningini og tilfarsliga í gjøgnumskygda glasinum, sum er átøkt glerpípum ella kavaklæddum tindum. Eg billi mær inn, at teir 21 vinnararnir eru glaðir fyri at tey nú kunna seta ta vøkru FMA standmyndina á eina hill ella ein ljósfylltan vindeygakarm við hús – heima hjá Eivør og Tróndi er tann eina hillin neyvan nóg mikið til allar tær væl uppibornu FMA standmyndirnar, hjartaliga til lukku, tit øll. 

 Annika Hoydal við FMA virðislønini

Annika Hoydal við FMA virðislønini

 Beyonce við eini rúgvu av Grammy

Beyonce við eini rúgvu av Grammy

 Tracy Emin gjørdi Brit Award standmyndina í fjør

Tracy Emin gjørdi Brit Award standmyndina í fjør

grammy.jpg
 Brit Award sum ymisk listafólk hava skrýtt

Brit Award sum ymisk listafólk hava skrýtt

 Studio Bloch var eisini eitt slag av FMA vinnara - níggju út av trettan tilnevndum útgávum vóru úr Studio Bloch. 

Studio Bloch var eisini eitt slag av FMA vinnara - níggju út av trettan tilnevndum útgávum vóru úr Studio Bloch.