Sissal Kampmann við nýggjum savni

Tað er Ludvík á Brekku, sum hevur gjørt permuna til nýggja savnið eftir ávísingum frá yrkjaranum. 

Tað er Ludvík á Brekku, sum hevur gjørt permuna til nýggja savnið eftir ávísingum frá yrkjaranum. 

Hesin skurvuti, grái mánadagurin fer helst at vísa seg at vera nakað væl meira spennandi enn hann sær út til, tí hetta er dagurin, tá nýggja yrkingarsavnið Sunnudagsland hjá Sissal Kampmann kemur út og verður fagnað í Mimir á Varðagøtu 2 í Havn. Sissal Kampmann er áhugaverdur yrkjari, ið debuteraði í 2011. Talan er um fimta yrkingarsavnið hjá Sissal Kampmann, hon fekk í 2012 debutantheiðursløn Klaus Rifbjergs fyri fyrsta savnið Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini. Tey fyrstu søvnini gav forlagið Eksil út, men seinasta savnið Hyasinttíð gav Mentunargrunnur Studentafelagsins út og sama er galdandi fyri Sunnudagsland.

Sunnudagslandstiltak í Mimir, mánakvøldið 29.02.16 kl. 20.00. 

Skráin fyri kvøldið:
20.10: Vælkomin: Jon Hestoy
20.15: Upplestur: Vagnur Streymoy
20.25: Tónleikur: Lea Kampmann
20.40: Upplestur: Daniella Andreassen
20.50: Upplestur: Marita Dalsgaard
21:00: Tónleikur: Jákup á Lakjuni
21.15: Upplestur: Vónbjørt Vang
21.20: Upplestur: Lea Kampmann
21.30: Tónleikur: Flóvin Viderø

Tiltakið er ókeypis. Barrin, ið eisini selur kaffi, hevur opið til kl. 23.45.