Zacharias í Listasavninum

Tað er av sonnum gleðiligt og í tøkum tíma at síggja eina afturlítandi framsýning hjá Zachariasi Heinesen í Listasavni Føroya. Tess størri spell er tað, at henda framsýning ikki er so einastandandi góð, sum hon eigur at vera. Hetta hevur einki við verkini sjálvi at gera sum so, tað kemst m.a. av eini heldur tilvildarligari uppheinging.

Alt ov long tíð er farin síðani síðstu serframsýningina hjá Zachariasi Heinesen í Listasavni Føroya. Tað var sambært kataloginum til hesa nýggju framsýningina í 1993. Hetta er at undrast um, um vit hugsa  um støðu hansara í føroyskari list, og hansara høga listarliga støði er nógva ferðirnar staðfest bæði innan- og uttanlands. Gott er í øllum førum at síggja eina stóra framsýning við verkum hjá Zachariasi Heinesen í okkara listaskála sama ár, sum listamaðurin verður 80 ár (19.mai). Eingin hevur sum Zacharias Heinesen tulkað og lýst føroyska landslagið aftur og aftur og gjørt tað um til litrík og ljósfyllt listaverk.

Veðrið var gott í vetragrønu plantasjuni, hendan dagin, tá eg vitjaði listaframsýningina “Zacharias Heinesen Føroyskur mosaikkur”, og bæði sól og máni skinu sannførandi á bláa himmalhválvinum, og sjálvt um eg framman fyri lítla Listasavninum hugsaði, at tað er langt frá Byzans niðan á Varða, kundi eg innkomin staðfesta, at Listaskálin í grundini er fullur av ljósi frá teimum framúrskarandi, litríku myndunum hjá Zachariasi.

Tað er bygdin við havið, sum framum alt er myndevnið hjá Zachariasi Heinesen og hetta ávirkar myndabygnaðin, sum er settur saman av stórum grábláum flatum, ið mynda hav og himmal og meira smábýttum mynstrum við fleirlittum puntum og strokum, ið mynda hús og bø. Umráðandi tykist mótsetningurin millum stórt og smátt, millum ta stórbæru náttúruna og tey evarska smáu húsini. Inspiratiónskeldurnar eru fleiri, summar franskar, brá av impressionismu og kubismu eru heilt vist uppi í leikinum, men listamaðurin hevur, sum Inger Smærup Sørensen gjørdi vart við í katalogtekstinum til framsýningina ZH06 í Listahøllini, verið við at skapað ta føroysku myndina. Zacharias Heinesen hevur skapað sín egna stíl, sum í mong ár hevur verið eftirhermdur, vit kunnu siga, at hansara kendu kompositiónir við fýra- og trýkantaðum fjøllum og húsum í bjørtum litum hava myndað skúla innan føroysku myndlistina.

zh4.jpg

Ein relieffmynd, sum minnir ikki sørt um verkini hjá Hanna Bjartalíð.

Hóast Zacharias Heinesen eins og impressionistarnir fæst við at skráseta náttúruna undir skiftandi ljósviðurskiftum, er greiður munur millum tær naturalistisku og objektivt hugsaðu myndirnar hjá impressionistunum og so flatumálaríið hjá føroyska listamanninum, ið m.a. er íblást av klassiskum modernistum sum Matisse og Picasso. Sjálvt um talan er um figurativar náttúrulýsingar við ítøkiligum heitum frá støðum í Føroyum, eru myndirnar nokk so abstraktar. Landslagsmyndevnið tykist einamest nýtt sum eitt høvi til at mála litir á eina flatu eftir einari ávísari skipan. Ofta eru grundlitirnir umboðaðir; gulir og reyðir litblettir festa í bláar og grønligar flatur, sum eru uppbygdar í fleiri litløgum.

Ljósið hevur enn sum áður ein heilt serligan leiklut í myndunum hjá Zachariasi Heinesen. Og sjálvt um myndirnar eru gjørdar við íblástri frá ljósárinum í náttúrini, haldi eg, at júst ljósið er eitt gott dømi uppá hvussu abstraktar hesar myndirnar eru. Í staðin fyri at avmynda náttúrligt ljós, kann mann siga, at myndirnar framleiða eitt egið ljós, sum liggur aftan fyri og skínur út í gjøgnum tey mongu løgini av máling.

Far niðan í Listasavnið og hygg at einari mynd í senn soleiðis, at myndirnar við síðuna av ikki órógva, tá mást tú nokk so nær, tí tær 45 myndirnar á framsýningini eru ov nógvar til gamla salin í Listaskálanum. Uppheingingin er kronologisk og tematisk í støðum, men hon er ikki serliga harmonisk. Eg haldi heldur ikki, at myndaúrvalið er optimalt, onkur høvuðsverk mangla og sum heild eru ov nógv eldri verk við. Á sama hátt sum Ingálvur av Reyni er Zacharias Heinesen eisini ein listamaður, ið mennir seg sum árini ganga. Verkini í trýssunum og hálvfjersunum eru við onkrum undantaki ikki líka listarliga áhugaverd og sterk sum nýggju verkini, ið kundu verið hægri raðfest. Tveir tekstir eru sum vant í kataloginum, ein hjá listasavnsstjóranum, Nils Ohrt, sum setir listina hjá Zachariasi Heinesen í listasøguligt høpi og ein hjá Bárði Jákupsson við meira persónligum perspektivi. Eitt brot manglar í føroyska tekstinum, tað er óheppið, men í donsku versiónini er hetta manglandi brotið við. Litmyndir tykjast ofta torførar at fáast við, tað er ringt at raka røttu litirnar, eg haldi, at myndirnar í kataloginum eru ríkiliga turkisar.

Í filminum “Litirnir dansa”, sum Ivan Hentze Niclasen gjørdi um listamannin í 2011, er jazzurin og listarliga frælsið í miðdeplinum. Zacharias Heinesen tosar við eldhuga um hvussu fríur Nicolas de Staël er í sínum málihátti og heldur, at hann sjálvur kundi verið fríari. Her er tað kanska serliga bundnið mótvegis myndevninum, sum hann hugsar um. Myndirnar hjá Zachariasi Heinesen sleppa sjáldan motivinum heilt, men allíkavæl haldi eg, at tær hava sítt egna frælsi, sum ikki er ólíkt støðuni, tá ein royndur jazztónleikari improviserar frítt yvir eitt tema. Listarligt frælsið kemur av førleika og kunnleika, sum Zacharias Heinesen er fullur av. Summar myndir eru meira abstraktar enn aðrar. Eitt myndevni Útsýnið úr glugga listamansins uppi á Varða er í fleiri førum ógvuliga abstrakt tulkað, t.d. í einari mynd frá 2015, sum eg ikki havi sæð áður, sum hongur í aftasta rúminum í norðara enda har sum Steinprent var. Her sæst hon avmyndað omanfyri hetta tekstbrotið. Ein fantastisk, undurvøkur abstrakt mynd, har býarlandslagið er strangliga skipað í trý vatnrøtt bond, ið eru myndað av eini gyltari samanseting av ljósa- og okkergulum, myrka- og ljósabláum, hvítum, turkisum og violettum litbrigdum.

Framsýningin “Zacharias Heinesen Føroyskur mosaikkur” er at síggja í listasavninum inntil 10.apríl.