Listaárið ið fór - 2016

Her í Dýnujakkalandi eru vit øll nøgd - serliga tí vit hava so góð listafólk. Áðrenn vit vita av er eisini hetta Harrans árið farið í søguna, tá vit hyggja aftur á 2016, varnast vit, at tað var fult av list.

Annika Hoydal signerar fløgur í Norðurlandahúsinum

Annika Hoydal signerar fløgur í Norðurlandahúsinum

Á føðingardegi William Heinesens, tann 15.januar varð avdúkað, at Annika Hoydal, tónaskald, sjónleikari, mentanarmiðlari og sangarinna var uppiborni móttakarin av ársins mentanarvirðisløn. Tað var gott og upp á tíðina. Andrias Høgenni, filmslistamaður fekk Virðislønina til Ung listafólk og J.P. Gregoriussen, arkitektur fekk Heiðursgávu Landsins fyri sítt stóra arbeiði innan byggilistina. Í februar frættist, at Eivør Pálsdóttir hevði fingið 3 ára starvsløn; hetta er ein íløga frá almennu Føroyum, sum heilt vist fer at bera ávøkstur, knubbaskjótingin gongur fyri seg javnt og samt. Hetta kundi staðfestast fleiri ferðir í brátt farna ári, m.a. á Kópakonuframførsluni, sum DR Big Band og DR Vokal Ensemble undir leiðslu av Geir Lysne høvdu í Norðurlandahúsinum í januar, har Eivør í grundini yvirstrálaði tey mongu dugnaligu framførandi. Seinni í ár fekk Eivør ta háttvirdu Danish Music Awards Jazz 2016 virðislønina fyri somu útgávu, At the heart of a Selkie. Tá Faroese Music Awards var hildið í mars, var Eivør ársins toppskorari við fimm heiðurslønum, og nummar tvey varð Annika Hoydal, ið vann tríggjar. Á klassisku síðuni vann Sunleif Rasmussen tvær FMA virðislønir. Harumframt var Studio Bloch eisini eitt slag av vinnara við tað, at tær flestu av vinnaraútgávunum eru upptiknar har.

Hansina Iversen. Frá framsýningini Dissonant Thought á Norðurbryggjuni

Hansina Iversen. Frá framsýningini Dissonant Thought á Norðurbryggjuni

Eins og undanfarin ár, hava føroysk listafólk varpað positivt ljós á heimlandið við at skara framúr uttanlands. Eivør hevur eitt nú framført eina ørgrynnu av vælumtóktum konsertum í eitt nú Rumenia og Týsklandi m.a. Teitur Lassen hevur havt fleiri fagnaðar framførslur í eitt nú New York og seinast í Buenos Aires. Olaf Johannessen hevur havt eitt fult bookað ár og í øllum leiklutum verður hann fagnaður og aftur í ár fekk hann donsku Reumert virðislønina fyri sín leiklut sum Puntila í leikinum við sama heiti í Det Kongelige Teater. Bæði Hans Pauli Olsen og Hansina Iversen hava havt serframsýning í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og í summar var framsýning við verkum hjá Rannvá Kunoy i Lundgren Gallery á Mallorca, eins og samrøða var við føroysku listakvinnuna í The Independent. Fleiri onnur listafólk hava gjørt vart við seg altjóða: Rúni Brattaberg, operasangari, Barbara í Gongini, sniðgevi, Heiðrikur á Heygum, fjøllistamaður og Sofía Nolsøe, sjónleikari, fyri at nevna nøkur og júst í skrivandi stund síggi eg, at Haphe, útgávan hjá Konni Kass er Album der woche hjá týska Radio Eins. 

Tað hendi nógv innan sjónleik í 2016 í Føroyum, sum var karmur kring Norðurlendska Sjónleikafestivalin Dagarnir í mai. Tá var tann fagnaða og sera væl eydnaða norðurlendska uppsetingin av Veitsluni endurtikin. Marita Dalsgaard setti eisini nakað so fjart sum føroyska krígsluttøku á breddan við leikinum Jørðin er eitrað. Leikurin varð positivt ummæltur av m.a. Torbirni Jacobsen, sum skrivaði: “Leikurin er frágera góður, og tað, sum eg fegnist mest um, er, at Marita Dalsgaard hevur lagt seg eftir at brúka leikhúsini til at seta spekulatorin á fólki í gongd um evni, sum eiga at fáa eina rættiliga viðgerð, eina diagnosu og hareftir hóskiliga handfaring og heilsubót.”. Tjóðpallurin satsaði stórt uppá leikin, Havfrúgvin hjá Jóanesi Nielsen, sum Eyðun Johannessen leikstjórnaði. Talan var um ein klassiskan modernistiskan leik, ið var áhugaverdur og minst ein hálvan tíma ov drúgvur, men scenografiin var heilt óvanliga góð:Pallmyndin byrjar beint har, sum hurðin gongur inn í teaterrúmið. Her er ein smøl gongd úr stáli, ið bæði minnir um leytaran umborð á einum skipi, men sum eisini alt fyri eitt gevur áskoðaranum eina likamliga kenslu av avmarkingum hjá honum, sum situr í rullistólinum...”. Í Perluni varð leikurin Einaferð var tað eg framførdur av Mariann Hansen og Duritu Dahl Andreasen við Búa Egason Dam sum leikstjóra, eitt modernað, feministiskt ævintýr ið tók áskoðararnar á bóli.

Nýggju myndirnar hjá Zachariasi Heinesen eru fevndar av einum serligum gyltum ljósi

Í Listasavni Føroya varð satsað uppá dygd fyri tað allarmesta við partvíst afturlítandi framsýningum við málningum hjá Zachariasi Heinesen og Anker Mortensen. Ta fyrrnevndu viðmældi eg við onkrum ávísum fyrivarni: “Far niðan í Listasavnið og hygg at einari mynd í senn soleiðis, at myndirnar við síðuna av ikki órógva, tá mást tú nokk so nær, tí tær 45 myndirnar á framsýningini eru ov nógvar til gamla salin. Uppheingingin er kronologisk og tematisk í støðum, men hon er ikki serliga harmonisk. Eg haldi heldur ikki, at myndaúrvalið er optimalt, onkur høvuðsverk mangla og sum heild eru ov nógv eldri verk við. Á sama hátt sum Ingálvur av Reyni er Zacharias Heinesen eisini ein listamaður, ið mennir seg sum árini ganga. Verkini í trýssunum og hálvfjersunum eru við onkrum undantaki ikki líka listarliga áhugaverd og sterk sum nýggju verkini, ið kundu verið hægri raðfest.”.

Framsýningin hjá Anker Mortensen var ómetaliga vøkur, eg skrivaði m.a.: “Íblásturin til verkini stavar frá minnum, sansaligum upplivingum í náttúruni av vindi og sól ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist. Hann byggir málningarnar upp av tjúkkum, kompaktum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Rúmdin kann vera hvít, blá, grá, ljósareyð ella svørt og í hesum myndarúmi sveima ymsir lutir, skap, symbol, tekin og formar, ið á poetiskan, abstraktan hátt røra okkum inn á sálina. Uppi á balkongini í Listaskálanum hanga hvítu myndirnar við teirri fínu Kingomyndini fyri endan, har vit síggja eina gula melodilinju lýsa sær veg gjøgnum zink- og titaniumhvíta támið, her hanga eisini sveimandi myndirnar av sangsvanunum og av mánadúgvunum. Tær bláu myndirnar eru vakrar og bæði kenslubornar og inntonktar og tær tríggjar bláu, monumentalu myndirnar á norðara endavegginum rigga sera væl sum savnandi liður í framsýningini.”. Anker Mortensen hevur verið ein serstakliga leitandi og eksperimenterandi listamaður; henda týdningarmikla progressiva síðan av Anker sæst ikki minst í hansara pappírsverkum, sum tíverri ikki vóru umboðað á framsýningini, ið tessvegna tóktist meira gamaldags enn Anker er í veruleikanum.

Árið í Listasavninum endað við einari øðrvísi framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen; SPOR, og eg viðmælti øllum og viðmæli enn øllum at fara niðan í “Listasavnið at uppliva uppá egnan kropp ta fjálgu og fremmandagjørdu kensluna av stóru, samanseymaðu plaggdúkunum, sum hanga niður úr loftinum. Hetta eru segl ella fjallaskap, ið eru seymað burtur úr óheroiskum toyblæum, sum minnir um okkurt slag av øko-feminismu. Tit mugu gera tykkum tann beina og uppliva eina framsýning, sum er øðrvísi, men sum allíkavæl hongur merkiliga væl saman við staðnum, har hon er skapt. Umhvørvið kring húsini hjá Janusi Kamban er við á framsýningini og tað er ikki í skapi av avmyndingum, nei gras og træstubbar eru ítøkiliga komnir við uppí gipsið, sum er framsýnt. Landslagið er við ítøkiliga eins og spor, ið skapa eftirmyndir í huga áskoðarans. Eg eri als ikki liðug at hugsa og uppliva hesa asketisku og sansaligu framsýningina og eg ætli mær niðan aftur at hyggja – vakra, løgna videoverkið, sum Christoffer Berdal leikstjórnaði við dansarunum Búa Rouch og Alfredo Zinola er í sær sjálvum vert at síggja fleiri ferðir. Tað er púra kvirt og fult av orku, rørslum, eksistentialiteti, sexualiteti og kristindómi, eitt bland, sum eisini tykist næstan heimligt, men júst tá tað næstan verður ov klaustrofobiskt, rennur ein lítil tríbeintur hundur í rúminum og gevur hugasamband við bæði surrealismu og fjas og fjálgar gerandisdagar.” 

Í mai var ein serstøk framsýning hjá Bjarne Werner Sørensen at síggja í Listahøllini á Rundini (MEST), eg viðmælti framsýningina og skrivaði millum annað: "Hansara listarliga tilgongd er sera fjølbroytt,  hann málar og fotograferar, hann er dugnaligur grafikari og fæst bæði við tann siðbundna grafikkin, eins og hann finnur uppá alt møguligt við telduni. Fyri nøkrum árum síðani hevði hann eina spennandi framsýning í Steinprenti og nakrar av myndunum, sum vóru á hesari framsýningini eru eisini við úti á Skipasmiðjuni. Bjarne Werner Sørensen er upptikin av tí, hann nevnir samanførdir koordinatar, hetta at tvær myndir, ið verða settar saman úrslita í eini triðju, sum oftast ófyrisíggjandi mynd. Í steinprentsrøðini Matrix, sum er við á framsýningini Tíðarrúm, hevur Bjarne Werner Sørensen arbeitt við hesi tilgongd á ein rættiliga skipaðan, matematiskan hátt, har hann við at kombinera litografisku steinarnar á ymsan hátt hevur fingið eina rúgvu av litografiskum prentum burturúr, ið verða hongd upp í eini rektangulerari installatión eftir eini ávísari skipan. Skipanin er fleksibul og kann broytast frá framsýning til framsýning alt eftir stødd av vegginum osfr. Áhugin fyri skipanum, organiskum samanhangum og frítt vaksandi fyribrigdum er grundleggjandi í verkunum hjá Bjarne og sæst eisini aftur í frálíku bylgjandi uppheingingini av framsýningini Tíðarrúm".

Bókmentaliga var 2016 árið, tá Sprotin av álvara fór at geva út sonevndar coffee table bøkur. Altso risastórar bøkur við hópin av myndum, men ikki so nógvum teksti í. Ein bók við grafiskum myndum hjá Mariusi Olsen, ein onnur við klippmyndunum hjá Williami Heinesen og ein triðja er ein sera flott endurútgávu av Fuglabókini hjá Mikkjali á Ryggi. Av áhugaverdum bókum, ið komu út í hesum árinum kunnu annars nevnast t.d. Skriftstøð hjá Tóroddi Poulsen við yrkingum, sum eru fullar av myrkri og ljósi. Tilfarsbroyting ella metabolisman, tað, at okkurt bliknar, ræsir, rotnar, gránar, bráðnar, rustar, upploysist osfr. er afturvendandi í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen og ein onnur yrking, sum eisini eitur NÁTT kann brúkast sum eitt av fleiri dømum um hvussu nógv hann fær burturúr hesum: í nátt/ rusta/ allar/ tekjur/ eins og/ tá kavin/ minnist/ barndómin/ og bráðnar. Tá nýggja yrkingasavnið hjá Sissal Kampmann kom, skrivaði eg m.a.:” Serstaka heitið á nýggja yrkingasavninum hjá Sissal Kampmann er Sunnudagsland. Heitið sipar til eina friðarliga ella beinleiðis svøvnliga bygd í Føroyum og til drepandi keðiligar sunnudagar, men fyribrigdið sipar eisini til eina ávísa støðu av einsemi, meiningsloysi og eksistentiellum einkisleika, sum er undirstøðið í nýggju bókini hjá Sissal Kampmann....Við onkrum herliga ørkymlandi undantaki av skelvandi ótta, kunnu yrkingarnar í byrjanini av bókini lesast sum eitt slag av føroyskari veðurlagsrealismu, men beint sum hesin lesarin er um at blíva svøk av keðiliga veðurlagnum og teirri feittfornuftigu og mandlugnagandi ruddingini, hómi eg, at øll keðiligheitin og tað seina tempoið í byrjanini á bókini er tilvitað. Á síðu 12 hevur yrkjaraegið eina sjálvspeiska samrøðu við seg sjálvt um poesi og gerandisneurosur: “Í øllum hesum gráa, ráa/ staðfesti eg/ at eg eri troytt í rygginum av at sita./ At stólarnir eru úr svørtum kunstleðri./ At yrkingarnar gerast meir og meir/ tómar frágreiðingar um gerandisdagin,/ heldur enn/ fuglar yvir ongum/ við breyði í nevinum./ At eg eri vorðin ein kvinna/ ið kannar veðurlíkindini fleiri ferðir um dagin...” (s.12).

Tá eg hugsi um Norðurlandahúsið í brátt farna ári, komi eg allarfyrst í tankar um ta stóru framsýningina hjá Mariusi Olsen, sum bókin um Marius varð framleidd til við tekstum hjá Gunnari Hoydal, Jan Andersson, Ilona Raipala, Marius Olsen og Inger Smærup Sørensen. Í november vóru Bókadagar á skránni, tá hevði Rithøvundafelag Føroya fingið tað góða hugskotið at takka Gunnar Hoydal fyri hansara ídna virki fyri rættindum hjá listafólkum, slóðbrótandi íverksetan av felagsskapum listafólkum at gagni og fyri hansara ídna virki fyri føroyskum rithøvundum - og tilnevndu hann heiðurslim felagsins. Í Norðurlandahúsinum hava annars jóla- og familjukonsertirnar júst verið á skránni og áðrenn tað var tað sangleikurin Feitar tíðir, sum fekk áskoðarar at streyma til.

Framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Gallarívirksemi hevur verið nógvastaðni í landinum. Í Klaksvík hava bæði Gamla Seglhúsið og Spaniastova verið karmur um góðar framsýningar hjá eitt nú Zachariasi Heinesen, Hanna Bjartalíð og Hansinu Iversen, og fleiri listafólk hava harumframt sýnt fram hjá sær sjálvum, t.d. hevði Sigrun Gunnarsdóttir eina sera væl vitjaða listaframsýning í atelieri sínum á Eiði. Galerie Focus í Havn hevur havt framsýningar við m.a. Rannvá Holm Mortensen, Arnold Vegghamar og Amariel Norðoy.

Frá framsýning í Steinprenti

Frá framsýning í Steinprenti

2016 hevur verið eitt serstakliga hendingaríkt ár í Steinprenti - tað byrjaði við einum ordans braki, tá seksti ára føðingardagurin hjá Tórbirni Olsen varð hildin við framsýning og føðingardagsprenti, ið varð gjørt á degnum. Kurpali var stuttliga heitið á eini væl eydnaðari framsýning hjá Hanna Bjartalíð, sum var í Steinprenti í januar og í mars sýndi Erik Heide fram standmyndir. Í apríl sýndi Toni Larsen fram síni lyrisku prent og standmyndir, ið riggaðu sera væl sum karmur kring yrkingasalongina í Steinprenti, sum var uppkallað eftir einari reglu hjá Jóanesi Nielsen: ALT SUM ER FAST LOYSNAR.  Steinprent fekk heiðurslegat frá danska tjóðbankanum (Nationalbankens Jubilæumsfond) áljóðandi 100.000 krónur. Hesin grunnurin letur gávufæ eina ferð um árið og tað ber ikki til at søkja legatið. Í brævinum frá nevndini í Jubileumsfondinum stendur skrivað: “Med legatet ønsker fonden at påskønne jer som en af nordens mest særegne grafiske værksteder. I har forstået et at bevare håndværket i den grafiske trykkunst og samtidig formået at formidle jeres arbejde til en bred kreds via galleriet.” Upphæddin skal brúkast til nýggjar valsar, sum fara at lætta munandi um arbeiðið á verkstaðnum.  Á hvørjum ári eru nógv dugnalig listafólk, sum arbeiða í Steinprenti. Margrethe Odgaard er tekstilsniðgevi, sum nýliga hevur fingið tillutaða heimsins størstu designheiðursløn, Torsten og Wanja Söderbergs pris uppá eina millión svenskar krónur. Tónleikarin, Teitur Lassen hevur í nøkur ár arbeitt við sonevndum arpeggio tónarøðum, sum hann speglar og sum tilsamans mynda smáar, einfaldar, men sera vakrar og hugfarsligar klaverkompositiónir. Margrethe Odgaard er hugtikin av speglingini og av tónleikinum, ið kyknar í henni, og saman gjørdu hon og Teitur av at gera eina bókaútgávu Y Arpeggio við nótum og myndum, myndasíðan er gjørd sum prent í Steinprenti. Tóroddur Poulsen hevur arbeitt í fleiri umførum á verkstaðnum, har hann hevur fingið nógv góð verk burturúr, sum verða við á framsýning í komandi ári, hann er í skrivandi stund umboðaður á eini framsýning í Kunstmuseum Sønderjylland. Saman við prentarunum í Steinprenti framleiddi Julie Sass eina serstakliga áhugaverda listabók við heitinum VOLUME RHYTHM MATTER dialogues við heliografiskum prentum, umframt samrøðum við fýra nonfigurativ listafólk Arturo Herrera, Erin Lawlor, Ann Pibal og Steel Stillman. Seyðirnir koma! er heitið á væl umtóktu framsýningini hjá Fríðu Matras Brekku við vatnlitamyndum og steinprentum, sum er at síggja nakrar dagar aftrat, áðrenn Myndaódnin kemur upp at hanga í næstu viku.

Alt hetta er bert ein lítil brotpartur av teimum upplivingum, sum listin hevur givið okkum í brátt farna ári og eg vil nýta høvi at takka øllum listafólkum, nevndum sum ónevndum fyri tykkara ómissandi leiklut í samfelagnum. Tað er eisini at fegnast um, at Listafólkasambandið LISA varpar ljós á umstøður listafólksins í Føroyum, so at vit kunnu betra um hesar umstøður.  

Arnold Vegghamar. Mynd frá framsýning í Galerie Focus

Arnold Vegghamar. Mynd frá framsýning í Galerie Focus