Glasir - listafólkini almannakunngjørd

Nú er greitt, hvørji listafólkini eru, ið skulu lyfta ta stóru uppgávuna at listprýða Glasir. Listprýðisnevndin, ið Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setti í vár, hevur gjørt av hvørji listafólk fáa høvi at skapa listaverk til nýggja miðnámsskúlan í Marknagili. 

Tey útvaldu eru tríggjar listakvinnur og tríggir listamenn, tey eru øll føroysk, dugnalig og tey flestu eru etableraði listafólk, men tey ungu eru somuleiðis sloppin upp í part.

Hjartaliga tillukku øll somul:

Rannvá Kunoy (f.1975). Her er eitt verk hjá Rannvá: 

Anker Mortensen (f.1961). Her er ein málningur hjá Anker:

Jóhan Martin Christiansen (1987). Úr framsýning hansara í Listasavninum:

Brandur Patursson (1977). Frá framsýning hansara í Listahøllini:

Sigrun Gunnarsdóttir (1950). Eitt av hennara verkum:

Hanni Bjartalíð (1968): Eitt úrval av hansara verkum

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard (1982): Eitt verk, sum hevur verið framsýnt í Listasavninum

 

"Tað gleðir meg, at listprýðingin av Glasi nú fer at taka skap, og eg eri sannførd um, at tey listaligu spor, ið tey sjey listafólkini koma at seta í bygningin, verða við til at skapa eitt spennandi og gevandi umhvørvi í skúlanum", sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Tá listprýðisnevndin fór til verka í vár, gjørdi hon av at skriva út kapping um at koma við uppskotum um listprýðing. Í fyrsta umfari komu uppskot frá 40 listafólkum, og av hesum vórðu 11 listafólk vald út at koma við nágreiniligari uppskoti og frágreiðing um listaverkini. Nú, tá endalig støða er tikin, er úrslitið, at 7 listafólk koma at listprýða nýggja bygningin.

Nevndin er sera fegin um stóru undirtøkuna og høgu góðskuna á uppskotunum. “Tað hevur verið aðalmálið hjá nevndini at tryggja, at listprýðingin á Glasi verður á høgum listaligum stigi, og at listin, ið verður vald, er í góðum samanspæli við arkitekturin, og tað halda vit avgjørt, at tey uppskot, ið nú eru vald út, koma at liva upp til”, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi og formaður í listprýðisnevndini.

Tá Løgtingið samtykti at byggja miðnámsskúlan í Marknagili, vórðu 3 mió. kr. settar av til listprýðing. Tað svarar til 1% av handverkaraútreiðslunum. Í listprýðisnevndini fyri Glasir eru Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi og formaður í nevndini, Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum, Finn Nørkjær, arkitektur hjá BIG, Bárður í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki, Hansina Iversen, listakvinna og Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur.