Listaørindi í Keypmannahavn

Eg var mær eini listaørindi í Keypmannahavn í vikuskiftinum. Tað var framsýningin Sjá tú blánar, sum skuldi latast upp og so nýtti eg eisini høvið at heilsa uppá vinfólk og síggja framsýningar. Eg spákaði við einum vinmanni yvir um brúnna til Norðurbryggjuna og sá har ta flottu framsýningina Dissonant Thought hjá Hansinu Iversen, sum tykist vera á tremur í hugskotum. Yvirhøvur er hetta ein bulmikil framsýning, sum ikki hevði verið verri um nøkur fá verk vórðu tikin burtur, men eg hugsi, at maksimala lyndið á framsýningini kann vera ein roynd at vinna á øllum tí visuella ganginum, sum framsýningarrúmini í sær sjálvum eru full av. Júst í tí, at tú traðkar inn gjøgnum høvuðsinngongdina er tað næstan sum koma inn í eina religiøsa framsýning. Myndin á endavegginum er krosskend og ljósinnfallið í rúminum sýnast næstan kirkjulig. Fleiri myndir eru millum tær bestu, eg havi sæð frá listakvinnuni, uppiá hongur ein stór reyð, grá, violett, appilsingul, gul og brún mynd og sjálvt um litirnir og formarnir eru nógvir og óregluligir, hevur myndin nakað sjálvsagt og lætt yvir sær, sum bara ein sera dugnalig listakvinna megnar at fáa fram í einum so mikið kompleksum verki sum hesum. Fleiri av myndsamansetingunum rigga sera væl, tað er í fleiri førum sum um, at verkini beinleiðis samskifta sínamillum. Á bakvegginum, sum er múraður, er øgiliga nógv, sum órógvar, eg veit ikki um nakað verk nýtist at hanga har. Harumframt hevur ljóssetingin við sær, at sera ógvusligir skuggar koma undir verkini og tað er spell fyri tær fínu myndirnar. Frá Norðurbryggjuni gingu vit yvir á Pappíroynna yvir til ta stóru listahøllina Copenhagen Contemporary og har sóu vit m.a. videoverk hjá Ragnar Kjartansson og Bruce Naumann, sum vóru hugtakandi at uppliva, ikki minst grøna ljósgongdin, sum Naumann gjørdi í 1970, sum fekk okkum at síggja svimlandi ljósareytt í eina góða løtu. Inni hjá Susanne Ottosen hanga málningar hjá Ian Mckeever á framsýningini Portrait of a Woman. Hetta er ein sera rein og avklárað framsýning við fáum, góðum verkum. Listamaðurin kemur eftir ætlan til Føroya í heyst at arbeiða við eini sera spennandi bókaverkætlan. Framsýningin í Charlottenborg um Pist Protta er sera stuttlig og kann eisini viðmælast. Pist Protta er eitt ógvuliga serligt eksperimenterandi listatíðarrit, sum Jesper Fabricius, Jesper Rasmussen og Åse Eg Jørgensen hava staðið fyri í 35 ár. Tíðarritið er rættiliga anarkistiskt og roynir t.d. ongantíð at hava sama format/stødd osfr. og ofta hevur blaðið verið provokerandi sum t.d. ta ferðina, tá teir settu ein top 100 lista í blaðið, sum segðist vera yvirlit yvir inntøkuna hjá donsku listafólkum, sum sambært blaðnum skuldu eitast at forvinna mest. Men sakin var tann, at tølini í listanum vóru uppfunnin og tá Politiken endurgav listan sum um hann passaði vóru onkur av nevndu listafólkunum ónøgd m.a. tí tey hugsaðu um skattamyndugleikarnar. Framsýningin er sera áhugaverd bæði sum dokumentatión av einum tíðarskeiði, men Pist Protta-fólkini hava eisini savnað listaverk, sum eru við á framsýningini. Ein onnur framsýning í somu ond er á Den Sorte Diamant, bókasavninum og snýr seg um listafólkabøkur. Hon eitur OPSLAG NEDSLAG – Danske kunstnerbøger. Ein listafólkabók er ikki ein bók um list, men ein bók sum list. Listafólkabókin er eitt verk í sær sjálvum, samstundis sum hon kann vera miðlandi. 

 Hansina Iversen

Hansina Iversen

 Hansina Iversen

Hansina Iversen

 Fríða Matras Brekku - Sjá tú blánar

Fríða Matras Brekku - Sjá tú blánar

 Listamannabein

Listamannabein

 Per Kirkeby - ein listafólkabók

Per Kirkeby - ein listafólkabók

 Í grønu gongdini hjá Bruce Nauman

Í grønu gongdini hjá Bruce Nauman

 Eitt annað verk hjá Bruce Nauman

Eitt annað verk hjá Bruce Nauman

 Hjá Susanne Ottesen

Hjá Susanne Ottesen

 Eitt av framúrskarandi verkunum hjá Ian Mckeever

Eitt av framúrskarandi verkunum hjá Ian Mckeever

 Heima aftur í dýrdarveðri

Heima aftur í dýrdarveðri