Veitslan; - Øvuta kvøldmáltíðin

Vit hava hoyrt um Veitsluna í miðlunum, og í eina tíð hava vit eygleitt hesi hugagóðu fólkini, lærd og leik, sum hava ætlað sær at skipa fyri veitslu í lutfalsliga nýggja mentanarskálanum Løkshøll í Runavík. Tað er illa framkomandi fyri akførum, nú tað nærkast frumsýningartíð, og í ganginum og inni á Bókasavninum við Løkin, har hin virkni Svend saman við Ásbirni og Pæturi fær alt at glíða, er tjúkt í fólki. Hevur tú hug á onkrum søtum undir góman ella einari øl, so eru stundir til tað, og tað kennist hesa løtuna, sum speirekandi urbana bergmálið úr miðstaðnum - um turrgelda bíbliubeltið - er horvið sum døgg fyri sól.

Tórbjørn Jacobsen

Stórar hendingar varpa langar skuggar frammanfyri sær. Tað kennist í rákinum og sjóðanini millum manna, at hepna verkætlanin og mentanaríløgan Løkshøll í kvøld fer at forloysa eina megi, sum onkursvegna hevur ligið bundin niður síðani vælmaktsdagarnar í Glyvra bio. Havi ikki lisið handritið enn, tíansheldur sæð kykmyndina, men hesa løtuna kenni eg á mær, at býurin í kvøld fer at missa sín jomfrúuliga moydóm aftur. At list á høgum stigi aftur gerst ein partur av kringumstøðunum, og tørvur er sanniliga á tí, skal býurin gerast ein býur ímillum aðrar býir. Tað fer ein flógvur ylur niður ígjøgnum mergin á mær. Eri saman við so mongum øðrum ein sera fegin maður, nú grindin inn í sjálva høllina verður latin upp á víðar veggir. Her er høgt til loftið og vítt til veggja, og fólk eru komin úr øllum landinum, úr ymsum heraðshornum, til eina rára og komandi stórhending.

Kulturredaktørurin Kinna hevur heitt á ein leikmann um at bera tykkum sína eygleiðing hetta kvøldið, av leiki og huglagi, tí fær hon ikki eitt professionelt ummæli, soleiðis sum ein listarligur serfrøðingur kundi togað og drigið træðrirnar uppúr og sett teir saman aftur, úr komplexa høpinum, litterert og leiklistarliga, og sum vit leikfólk ongan ástøðiligan møguleika hava fyri at skyna á og seta orð á. Tí skal hetta ikki takast fyri meiri enn tað, sum ein miðal hampa áskoðari í fullsettari høll fekk burturúr substansielt og í undirhaldi.

 

Heilaga kvøldmáltíðin

Symbolikkurin sker í eyguni í somu stund, sum pallurin kemur undan kavi. Eitt langborð við 13 stólum. Ein nýtestamentligur gjóstur fer ígjøgnum kroppin. Verður hetta pallurin á ella í pallinum, har hitt viðkvæma, oyðandi og sálarliga drepandi fyribrigdið, kynslig misnýtsla av børnum, verður sett í perspektiv? Fái hesa løtuna accosiatiónir til frægu altartalvuna hjá navnanum Torbjørn Olsen í Haldarsvíkar kirkju, - og Da Vinci málningarnir í suðurlondum, av heilagu kvøldmáltíðini, verða manaðir fram handan skallabeinini hesa løtuna. Tað er eyðsýnt, at Marita leikstjóri og senografurin Tormod hava latið seg inspirerað av einum tvey túsund ára gomlum og mikið kendum palli, nú leikstjórin skuldi viðgera eitt evni, sum vit øll vita er ein skitin og skaðiligur partur av okkara menniskjansligu og samfelagsligu undirskóg. Eisini á okkara leiðum. Eitt ovurstórt vandamál, ið nógv fokus er á í okkara tíð, og sum hevur gott av at vera visualiserað ígjøgnum listarligu sjóneykuna hjá einum yrkisleikstjóra, saman við leikum og lærdum leikarum á palli.

 

Føðingardagsveitsla

Tað er føðingardagur. Hin rímiliga múgvandi Helgi, ið hevur otað seg upp ígjøgnum kapitalistiska systemið, við egnari megi, og er komin til fæ, ognir og vald, fyllir ár. 65. Ongin ivast um hansara tamarhald á støðuni. Formaliseraður sum yvirklassadrongur í eini frímúraralosju. Alt sær so tilforlátiligt og kliniskt reint út á skræðuni, hann er harrin í húsinum, aristokraturin, fjølskyldunnar patriarkur, sum øll laga seg eftir, og hvørs boðum øll onkursvegna rætta inn eftir. Helgi situr har so tilknappaður. Rankur, við einum eitt lítið sindur hoverandi andlitsbrái. Hetta er sonurin, maðurin, pápin, verfaðirin og abbin. Og hansara slóðir tykjast so ovurreinar. Komi at hugsa um timburmannin úr Nazareth, sum segði við hin ivandi Tummas (Jóhannes 14;6): “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.” Kortini skurrar okkurt í huglagnum frá byrjan, sum ber boð um, at veitslufólkið gongur í einum ørandi minubelti, har alt kann henda.

 

Ein sannleiksrøða

Atferðin hjá summum teirra, ið eru veitslugestir, er so sjáldsom, at her ruggar ikki alt rætt. Sálarligur, etiskur og moralskur misvøkstur rýkur frá pallinum niðan í auditoriið, har ein støðugt forvitnari áskoðarafjøld nú rættiliga er vorðin partur av leikinum. Sonurin Mikkjal var ikki boðin, men kom kortini. Atburður hansara ávarpar frá byrjan hví so er, og táið hann og konan Maria tveita dressið og skekarnar av sær, og fara undir eina kynsliga samlegu á pallinum, og fáa fulnað bæði, í eini orgasmiskari eksplosión, júst sum føðingardagurin skal byrja hvørja løtu, tekur hvørt eftir øðrum. Familjunnar Jesus-figurur, sum situr miðskeiðis fyri langborðinum, við seks fjølskylduapostlum hvørju megin við, dragnar í mæti, tá sonurin Kristian tekur orðið. Tað, sum skuldi verða tann stóra løtan, táið elsti sonurin í besta veitslulagi skuldi hevja faðirin upp til skýggini, gerst byrjanin til ein fullkomnan ruðuleika, sum ongin aftur fær tamarhald á. Hann sigur seg hava skrivað tvær røður til hátíðarhaldið hjá pápanum, eina á eitt grønt ark og hina á eitt gult, og patriarkurin sleppur sjálvur at gera av, hvørja røðu sonurin skal flyta fram. Hann velur ta grønu, og tað er byrjanin til, at eldur veksur úr eimi. Ragnarrokið byrjar, tá avdúkingin verður borðreidd fyri allari familjuni, fyri opnum tjaldi, at pápin støðugt og áhaldandi misnýtti børnini kynsliga, m.a. Kristian og dóttrina Lindu, í uppvøkstrinum. Í einum splittsekundi er Jesus-figururin í familjuni vorðin ein øvutur Frelsari, sum hvørki er vegurin, sannleikin ella lívið, men heldur ein perfidur pædofilur grísur, og onkursegna kennist tað sum at veitslunnar Judas, sonurin Kristian, átekur sær frelsaraleiklutin, og gerst tað stóra órædda sannleikavitnið. Og tað er ikki kostnaðarleyst.

 

Upploysn

Snildisliga er leikurin lagdur inn í eitt føroyskt veitsluhuglag, áskoðarin kennir seg aftur í miljønum, tí fá duga so væl at halda veitslu, og at ballast saman, sum føroyingar, við røðum, práti og serliga felagssangi. Onkur er í føroyskum tjóðbúna, og alt hetta brigdið verður fullgjørt, táið hin dementi abbin (ein vælleikandi Sonne Smith) upp í saman aftur, sum í 90ára føðingardegnum, er fult og heilt avmarsjeraður við sínum tápuligu og ørvitiskendu enturtøkum. Tað gongst illa hjá borðfútanum at halda skil á eskaleringini í høpisloysinum, drukkið verður til ta stóru medaljuna, og hóast hann skipar fyri einum roykisteðgi, einum andarhaldi í ørskapinum, sum kanska kann fáa veitsluna á rættkjøl aftur, so verður so nógv konsumerað av tí váta slagnum, at onki tamarhald er á nøkrum longur. Alt fer í upploysn. Nú veit eg ikki hvussu nógv teir veruligu lærusveinarnir høvdu drukkið fyri 2 túsund árum síðani, men tú fært ikki latið vera við at hugsa um Lukas 22;45: “Og tá ið hann reistist frá bønini og kom til lærusveinarnar, hitti hann teir sovandi av trega.”

 

Avdúkað rot

Hetta er leikurin um kynsligu misnýtslu teirra vaksnu av børnum og ungum fólki. Sannleikin er ofta illa lýddur, verður tikið til, og táið Kristian (avleitt navn av Kristusi) skræðir mascaruna av pápanum, og hesin áður so perfekti samfelagsborgarin stendur spillnakin eftir sum eitt skarn, sum hevur verið atvoldin til so miklan trega hjá børnunum, at dóttirin Linda m.a. tók lívið av sær, tá sæst inn á rotið bein aftur, tá opinberast fyri okkum ein menniskjansligur veikleiki, ið vit øll mega fyrihalda okkum til, og sum vit sum samfelag mega gera alt fyri at lúka burtur – verandi og komandi uppvaksandi ættarliðum til frama. Leikurin sýnir serstakliga væl hvørji kor sannleikin hevur í mun til t.d. eitt familjuhierarki. Fleiri teirra í veitsluni kenna sannleikan, men látast sum um, at hendan deyðssyndin ikki er til í umhvørvinum, og avdúkaði alfaðirin brúkar tað vanliga psykopatiska afturmaningarkynstrið, í royndini at liva víðari, sum um onki var hent, táið hann undir fýra eygum roynir at knúsa avdúkandi sonin við einum psygologiskum knock-outi, men tað miseydnast partvíst ella heilt. Sympatiin liggur hjá sannleikanum og soninum, sum gerst uppaftur máttmeiri, táið deyða dóttirin og systurin, í einglalíki, kemur ímillum teirra aftur eina løtu, og velur lívið hinumegin deyðan, heldur enn at liva við ræðuligu faðirligu misbrotunum jarðarmegin lívið.

Bráðliga er leikur lokin, og eg spyrji konuna eftir klokkuni. Slakir tveir tímar eru spolaðir uppá lívshespuna hesa løtuna, og kortini kendist tað ikki so, hetta var bara sum eitt splittsekund, tí megin í leikinum hevur fult og heilt sogið teg inn í sítt egna univers. Tað kennist á fjøldini, at fyriskiparar og leikarar hava rakt í solar plexus. Totalt. Eitt serstakliga viðkomandi evni er sett á pall, og pallurin í ella á pallinum er hegnisliga valdur, tí fá kenna sum føroyingar meginmyndirnar í bíbilskum tekstum. Øvuta kvøldmáltíðin er komin at enda.

Allir leikarar, ongin nevndur og ongin gloymdur, komu serstakliga væl frá sínum leiklutum. Eftir at hava sæð leikin, havi eg lisið handritið, sum Kristanna Winther Poulsen hevur týtt úr donskum, og tað er hon komin væl frá, men at tað hevur eydnast Maritu Dalsgaard at fáa so stóra list burturúr hesum handritinum, tað sigur ikki so lítið um hennara framúr evnir sum leikari og instruktørur. Av 6 møguligum gevi eg sum leikmaður og vanliga óvitandi áskoðari leikinum 6 stjørnur. Ikki minni fegin eri eg um, at vit á Skálafjørðinum við hesum leikinum hava lyft okkum upp í eina heilt aðra listarliga sferu enn frammandunan, bara mentanarskálanum Løkshøll og hjáliggjandi mentanarstovni-num, Bókasavninum við Løkin, fyri at takka.

Hetta er leikurin, ið øll eiga at síggja.