Kvæði í list Framúrskarandi verk - Misjavnt úrval

Í sambandi við altjóða kvæðaráðstevnuna, Ballad Conference, sum verður í Havn dagarnar 20.-24. juli, skipar Listasavnið fyri einari áhugaverdari listaframsýning við verkum, sum á onkran hátt eru gjørd við íblástri úr kvæðum. Framsýningin hongur uppi inntil 30.8.2015. 

 

Hugskotið at knýta eina listaframsýning evnisliga uppí eina kvæðaráðstevnu er upplagt, tí myndevnið, kvæði og føroyskur dansur hevur verið nógv brúkt í føroyskari myndlist. Nógv verður gjørt burtur úr miðlingini, sum eisini verður hugsað altjóða við tekstum um verkini á enskum og tað er eisini gott. Tíverri er úrvalið á framsýningini í Listasavninum heldur smalt, lutfalsliga fá listafólk eru umboðað og dygdin er heldur misjøvn. Tey bestu og frískligastu verkini á framsýningini gjørdi William Heinesen fyri skjóttt trýss árum síðani til tann tá spildurnýggja Kommunuskúlan í Havn. Hin høvuðsframsýnarin á framsýningini er Astri Luihn, sum hevur rættiliga nógv verk við og harumframt eru nøkur fá verk hjá ávikavist, Olivuri við Neyst og Janusi Kamban, umframt Edward Fuglø, Ingi Joensen, Emil Krause og Sámal Joensen-Mikines, ið hava eitt verk í part við á framsýningini.

 Hugtakandi myndarelieff

Tey útskornu myndarelieffini, sum William Heinesen gjørdi við góðari, praktiskari hjálp frá soninum, Zachariasi Heinesen, hava síðani 1956 hingið í samkomuhøll Kommunuskúlans, har ættarlið eftir ættarlið av skúlabørnum hava eygfarið tær dramatisku hendingarnar á teimum málaðu plátunum. Eg minnist sjálv við takksemi onkra konsert frá mínum barndómi, hvørs tónar vórðu dramatiskt ríkaðir - serliga av teirri veldugu høvuðsmyndini av Sjúrði í bardaga við drekan og av tí snilda, men svikaliga Regini smiði á svørtum hesti í forgrundini, tað var  hann, sum umvældi gandasvørðið fyri Sjúrð. Sjálvan drekabardagan, har Sjúrður á hesti sínum Grana herjar á drekan, síggja vit bara í tveimum smáum forarbeiðum, eini vatnlita- og kritmynd og einum klippi, sum ikki hava somu dramatisku styrki sum stóra myndin í Kommunuskúlanum. Hini relieffini eru horisontal og tey eru øll við á framsýningini, merkiliga óslitin av hesum barnaeygunum, sum í túsundatali hava hugt at teimum. Tey tykjast so merkiliga frísk og nýggj, litsamansetingarnar eru framdar við sama framúrskarandi koloristiska yvirskoti, sum sæst aftur í klippmyndunum hjá Williami Heinesen og tað er ein sonn fragd at skoða hesi monumentalu verkini av ný í nýggjum stað. Myndevnini eru øll úr Sjúrðarkvæðunum, og snúgva seg altso um hetjuna Sjúrð Sigmundarson, og hansara stríð fyri at hevna deyða pápa sín, at bjarga heiminum, at drepa Frænarormin og vinna gullskattin.

WH - Sannførandi myndlistamaður

 Einfaldi og dekorativi stílurin í veggjamálningunum minnir um arts & crafts listina og hevur greiðar frásagnarligar dygdir. Listamaðurin hevur týðiliga hugsað um, at verkini skuldu hava námsfrøðiligt árin, men tað ger ikki verkini minni sannførandi listarliga sæð, farið í Listasavnið og hyggið at litsamansetingunum, rútmuni í konturstrikuni, dynamikkinum í kompositiónunum. William Heinesen fyllir enn í dag, 24 ár eftir deyða sín, sera nógv í okkara fínmentanarligu tilvitsku. Ei undur í tí, men kanska er okkara virðingarótti fyri honum til hindurs fyri okkara fatan av hansara myndlist. Kanska er tað júst alstóra virðing fyri hansara metingum, sum hevur við sær, at vit blíva við at stigbenda hansara listarliga virksemi og uppí saman endurtaka, at hann var fyrst og fremst rithøvundur og síðani kurator, ummælari, mentamaður og so eisini bílætamakari mest orsakað av, at tíð og umstøður kravdi tað av honum. Hetta var nakað, sum hann sjálvur legði stóran dent á. Tá eg standi framman fyri Kommunuskúlaprýðingini í Listasavninum í dag er einki framíhjávinnuligt yvir arbeiðnum. Kanska hava allir hansara leiklutir verið týdningarmiklir høvuðsleiklutir. Myndirnar í Listasavninum eru í øllum førum sannførandi, góð listaverk.

 

Samtíðarverk

Sambært tekstunum, sum hanga í framsýningarrúminum, er evnið tað sama í røðini Jesus á Glitrarheiði, sum Astri Luihn hevur málað í 2006. Hesar myndirnar eru abstraktar og ímynda stríðið millum tað góða og tað ónda av ljósi í myrkri. Á hinum vegginum hanga nakrar smærri, fýrkantaðar myndir, har Astri Luihn hevur tikið støði í føroysku bindingamynstrunum, sum sambært einum teksti knýta sambandið millum fortíð og ta skapandi nútíðina á sama hátt sum kvæðini knýta okkara tíð saman við tí farna. Teir 18 smáu málningarnir eru nýggir og teir eru hongdir upp á ein hátt, soleiðis, at teir líkjast bindingarmynstrum. Myndirnar innihalda blá og svørt, abstrakt flótandi skap og lomvigar, sum er ein signaturmynd hjá m.a. Astri Luihn - Kári Svensson hevur eisini brúkt stempulkendar fuglalýsingar í summum málningum. Hin røðin eitur “Tað søgdu honum villini fuglar”. Hon er frá 2004 og snýr seg evnisliga um Brynhildartátt í Sjúrðarkvæðunum. Astri Luihn hevur tilsamans tríggjar røðir av myndum við á framsýningini, ein tílík yvirumboðan undir liðini á Williami Heinesen krevur eftir mínum tykki eitt hægri listarligt støði enn tað, sum hesar myndirnar umboða.

Ein óvæntað gleði

Tey flestu munu kenna inniligu standmyndina hjá Janusi Kamban av Dansiringinum frá 1956, sum í nógv ár hevur staðið við inngongdina til Føroya Banka. Hetta er eitt upplagt verk at hava við á einari framsýning sum hesari, fólkalívslýsingin hjá Emil Krause kann eisini hugsast at vera relevant listasøguliga sæð og tað sama kann sigast um ekspressiva dansiringin hjá Mikines, sum lýsir dramaið í kvæðinum. Fotomyndin hjá Inga Joensen frá 1983 av einari gentu í føroyskum klæðum, sum fær sær eina pylsu á ólavsøku, er góð bæði fagurfrøðiliga, men eisini innihaldsliga, tí hon fangar ein mentanarligan dupultleikan millum fortíð og nútíð “Aftan á dansin”. Eina óvæntaða gleði á framsýningini fekk eg á framsýningini av at síggja myndina hjá Olivuri við Neyst Dansur frá 1999, sum er myndað av bjørtum litum og kubistiskum formum, sum savnast av einum avlongum ringi, sum er skorin niður í myndaflatan og sum á hugtakandi hátt ber fram kensluna av grundleggjandi felagsskapi og samanhangi í dansinum.

Likkan er lend

Aftanfyri endaveggin í framsýningarsalinum hongur hálvan níggju metur langa verkið hjá Edward Fuglø The Seagull Has Landed frá 2012, sum Skúlin við Ósánna í Klaksvík eigur. Evnið er mánalendingin út frá einum føroyskum sjónarhornið; eitt føroyskt flagg verður plantað á mánanum og nakrir rúmdarmenn sláa ring. Skemtiligt spoyskni hómast í samansetingini millum altjóða mánalendingina og føroyskan heimføðisleika. Tíverri er verkið heldur stórt til veggin í Listasavninum, har tað hongur og tí hongur tað illa, partvíst á skák út frá vegginum. Speisemið minnir eitt sindur um hugburðin í teimum heilt øðrvísi, grafisku myndunum hjá Tóroddi Poulsen við heitunum “Meðan vit læra jørðina føroyskan dans” og “Tá vit hava lært jørðina føroyskan dans”, sum eg haldi, at Listasavnið eigur, og sum kundu verið upplagdar til framsýningina Kvæði í list. Eg komi eisini í tankar um áhugaverda installatiónsverkið Kvæðabrot, sum Vígdis Petersen framsýndi á Den Frie í 1999, men fleiri onnur verk høvdu somuleiðis verið relevant og eg haldi yvirhøvur, at framsýningin hevði verið betur, um hon fevndi breiðari .