Mentanarval 2015

 Mynd: Tóroddur Poulsen: Onga viðmerking (2012)

Mynd: Tóroddur Poulsen: Onga viðmerking (2012)

Um minni enn ein mánaða skulu vit á val. Hetta kunngjørdi Kaj Leo Holm Johannesen í síni løgmansfrágreiðing á ólavsøku, sum ikki hevði nógv meira enn tríggjar reglur til yvurs fyri listini. Tær snúðu seg um, at tað er herligt, at Norðurlandahúsið, Tórshavnar Kommuna, Atlantic Airways og Mentamálaráðið hava stovnað eina sonevnda flogbrúgv, eina stuðulskipan, har listafólk kunna søkja stuðul til flogferðir. Og víst er tað bæði gott og tiltrongt við einari tílíkari skipan, sum landið eigur ein fjórðing av. Vit fegnast við løgmanni, men í veruleikanum fær listaumhvørvið ikki brúkt hurráróp og herðaklapp til serliga nógv. Tað, sum listafólk og vit øll harafturímóti hava størstan tørv á, eru seriøsar mentanarpolitiskar visiónir og viljin til at fremja tær í verki, tí fara Dimmalætting og Listaportalurin komandi tíðina at seta mentanarpolitikk á breddan.

Tó at skotbráið kanska tykist eitt sindur knapt nú fleiri fólk eru langt av landið skotin og halda summarfrí, munu flestir flokkar hava verið greiðir yvir tað leingi, at val er í hondum og væntandi eru teir eisini fyrireikaðir uppá val við dagførdum floksskráum. Í skrivandi løtu er valstríðið ikki ordiliga komið í hæddina, so tað er ikki til at siga hvørji høvuðsevnini verða, men skulu vit fylgja Jørgen Niclasen, og hann plagar at duga at snúgva sær politiskt, so verður valið grundleggjandi hugsjónarligt soleiðis at skilja, at tað fer at snúgva seg um vinstrapolitikk móti høgrapolitikki. Sambært fíggjarmálaráðharranum snýr tað seg um antin at taka tær pragmatisku loysnirnar, sum geva okkum best lønandi úrslitini ella at lata landið upp í hendurnar á einum sosialistiskum eksperimenti. Andstøðan heldur hinvegin, at loysnirnar hjá samgonguni eru eins stuttskygdar og tær eru grammar og at tær fara at geva okkum og okkara børnum stórar trupulleikar í framtíðini. Nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer, styrkin hjá andstøðuni er kanska tann sama sum hennara veikleiki; hennara hugsjónarliga tign og reinu hendur (umframt eyðsædda ósemjan um ríkisfelagsskapin), menhatta við ideologiunum er í grundini áhugavert og ikki so einfalt sum mann skuldi hildið. Tað var í teirri fyrstu formansrunduni í sjónvarpinum, at Jørgen Niclasen tosaði um ta vinstravendu andstøðuna og hetta var kanska serliga provokerandi í mun til ein flokk sum Framsókn. Mær vitandi plagar liberalisma ikki at verða staðsett á vinstravonginum, í øllum førum ikki í Europa. Sjálvt um sjónarmiðini t.d. í mun til samkyndar borgarar jú eru sera liberal, er Framsókn ein grundleggjandi borgarligur flokkur við stórari trúgv uppá ta fríu kapitalismuna, frælsi til vinnuna, uttan tey stóru sosialu trygdarnetini. Tí tóktist útsøgnin hjá Jørgen Niclasen eitt sindur løgin, men veruleikin er ofta marghátligur, t.d. gjørdi formaðurin í Framsókn, Pól Michelsen hin vegin vart við, at fiskivinnu- og fíggjarpolitikkurin hjá Fólkaflokkinum einamest minnur um kommunistiskan planbúskap við greiðum fyrimunum fyri ein ávísan útvaldan skara. Hetta verður neyvan síðstu ferð í valstríðnum, at slíkar ákærur verða at hoyra, tað er upp til veljaran sjálvan at fyrihalda seg kritiskt til valfleskið og at kunna seg um hvat teir ymisku flokkarnir standa fyri bæði hugsjónarliga og í veruleikanum.

Vit ætla eisini at kanna hvar flokkarnir standa, tá tað kemur til mentan og list. Hesi eiga at vera integreraðir partar av einari og hvørjari floksskrá og ikki bara sum eitt skjótt orðað uppískoyti á síðstu síðu. Til tað eru list og mentan alt ov týdningarmiklir partar av okkara felagsskapi. Listin og mentanin eru ikki bert samfelagsins sjampanjusurkl, tað er sjálvur grundvøllurin hjá okkum øllum, sum vit mugu vera tilvitað um. Tí fara vit í komandi bløðum at spyrja umboð frá øllum flokkum, sum stilla upp til Løgtingsvalið 2015 tíggju spurningar um teirra mentanarpolitisku ætlanir og visiónir.