Gott og drúgt dragshow

Eg kann ikki siga, at eg sá tað stóra av siðamisbrotum ella sjúkligheitum á dragshowinum, ið varð framført fyri fullsettum sali í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Og eg gangi bara út frá, at stóra talið av fólkum, sum útvandraði úr salinum undir framførsluni,var orsakað av møði heldur enn av øði, tí showið vardi góðar 3 tímar. Tað, sum eg sá í gjárkvøldið, vóru nøkur herlig fólk, sum afturvið festliga svingandi tónleiki skemtaðu sær óført við at framføra fyri fegnum áskoðarum, sum í meðal vóru væl yngri enn vit áskoðarar í Norðurlandahúsinum plaga at vera. Tað er kanska eitt sindur turrisligt at staðfesta, men Norðurlandahúsið er altso ein sera  krevjandi pallur, og tað merkist, tá amatørar fara á tann pallin. Tað er ógvuliga sympatiskt, og vit halda við teimum, men tað blívur ov drúgt, ov umstendiligt og fjasut, tó í støðum var dragshowið listarliga áhugavert og so hevur tað sum kunnugt fingið stóran kynspolitiskan týdning. Hattin av fyri Norðurlandahúsinum og leiðara tess, Sif Gunnarsdóttir, at hon tók ímóti showinum og allari Pride-vikuni sum heild við styrki til at standa ímóti Jenisi av Rana, Jógvani av Lakjuni og øðrum drag-forskrektum, fjølbroytnisfornoktandi moralskum uppstødum. Tað vóru tey bæði, Eiler Fagraklett og Sunneva Háberg Eysturstein, sum stóðu fyri at presentera luttakararnar og tað gjørdu tey væl, útklødd sum ávikavíst ljósareyður einhyrningur úr Sodoma og verðinsmaðurin Sunleif úr Gomorra. Fyrsta dragdrottningin, grønlendska Nuka var í grundini rørandi, - Nuka er slóðbrótari fyri Gay Pride í Nuuk, tað er í sær sjálvum eitt bragd., og filmsbrotini úr Grønlandi vóru vøkur, men fyri ein performara, hvørs evni fyrst og fremst ganga út uppá at mima afturvið Beyoncé, var tað innslagið heldur drúgt. Tær báðar íslendsku damurnar vóru herligar, Iwona Kok framførdi eina stuttliga og barmfagra versión av sanginum Trøllabundin hjá Eivør, og Dennis Agerblad Band vóru bæði stuttligir, hugtakandi, rørandi og eisini alt í verðini ov drúgvir. Teir fóru næstan ikki av pallinum aftur og tað var eitt sindur spell, tí eitt meira komprimerað show hevði bæði givið betri listarliga góðsku og fingið meira futt í okkum áskoðarar. Pallurin var einfaldur, effektivur og eyðkendur fyri Dennis Agerblad, tað vóru bara nakrir snórar og kjólar, sum hingu á snórunum. Búnarnir vóru sera originalir og herliga langt úti við stórum týdningi fyri ta ofta absurdu framførsluna. Tá Dennis Agerblad Band var gott, var tað ordiliga gott og fekk meg at hugsa um hvussu stóran týdning málið hevur. Fyrsta og síðsta innslagið hjá bólkinum vóru til dømis á føroyskum. Tað ber jú til, av tí, at Dennis Agerblad er føroyingur, hann var tann dugnaligi miðdepilin í framførsluni, ið byrjaði sum jokaraklæddur marsmaður, og eg haldi, at hann sum heild kundi tosa meira føroyskt á framførsluni í Norðurlandahúsinum. Tí málið hevur sera stóran týdning, tað er umráðandi at fáa føroysk orð inn í málið, sum eitt nú snúgva seg um gender bending - kynssnaring. Tað er áhugavert at eygleiða hvussu øðrvísi ymisk orð ljóða á føroyskum enn á enskum, vit eru nógv meira von við tær ensku og donsku orðingarnar, sum fara framvið, meðan tær føroysku standa stillar og raka, og tað er í grundini ordiliga gott at hoyra ramligt dragføroyskt. Síðsta innslag endaði við einum niðurlagi, har tikið verður upp í saman: ”Mogga Mogga Mogga meg í reyvarholið. Pula Pula Pula meg í høvdið”. Og, nei, tað er ikki øgiliga subtilur lyrikkur, og vinkonan helt, at ”Gilla” eisini var eitt gott orð, tá tað endiliga skal vera, men hetta var jú ein ítøkiliga provokerandi partur av einari stuttligari framførslu, sum í støðum nam tað vulgera, men sum eisini á neyðugan hátt setti fyribrigdið normalitet á breddan. Tað skal vera pláss fyri okkum øllum í samfelagnum og eg haldi, at tað hevur eydnast sera væl hjá LGBT at seta hetta málið á dagsskrá eina heila Pride-viku. Til lukku við tí. Og soleiðis væl og virðiliga upphitað kunnu vit gleða okkum til Pride mánadagin. Síggjast í Gundadali!