BEINT NÚ! Samrøða við sjónleikaran Olaf Johannesen

 

Sunnukvøldið fekk Olaf Johannesen ta stóru donsku leiklistarvirðislønina, ársins Reumert fyri sín leiklistarliga innsats hetta síðsta árið. Av tí, at hann framum hinar báðar tilnevndu var innstillaður fyri tríggjar leikir ístaðin fyri ein, so tóktist tað sannlíkt, at dómsnevndin fór at útnevna hann sum besta danska sjónleikara. Her er eitt spildurnýtt viðtal við Olaf Johannesen, sum snýr seg um sjónleik, arbeiðshættir og eitt lítið sindur eisini um virðislønir, sum ikki hava tað stóra at týða. Tað er hinvegin listin, ið hevur alt at týða fyri sjónleikaran, sum ikki sigur nei, skuldi hann fingið eitt áhugavert leiklistarligt tilboð úr Føroyum.

Vit hittast ein mikudag í juni á Café Wilder á Christianshavn og mín fyrsti, haldi eg sjálv, rættiliga líkatil spurningur verður møttur av lammandi tøgn. Eg havi møtt honum áður í Rabarbukvarterinum í Havn, haðani hann er ættaður og har eg sjálv búgvi í dag. Hann er sonur Tove Jacobsen, sjónleikara og the grand old man innan føroyska leiklist, Eyðun Johannesen, og bróður Anniku Johannesen, sjónleikara. Kanska er hann mest kendur sum forsætisráðharrin Kristian Kamper í altjóða kendu donsku sjónvarpsrøðini “Forbrydelsen”, men sum sjónleikari hevur hann í serligan mun miðsavnað seg um sjónleik, tí hann er hugtikin av tí intensa og nútíðarliga, sum merkir júst hetta listaslagið. Sum sjónleikari skarar hann serliga framúr í persónsgerðini av truplaðum, ørkymlaðum menniskjum, sum eru stødd í onkrari lívskreppu, og her meistrar Olaf Johannesen serliga dupultleikan millum kalt gløggskygni uttaná við smáum glottum inn í eitt brennandi undirdýpi av ótálmaðum kenslum.

 

Spurningurin, ið varð settur áðrenn tøgnin líkasum steðgaði øllum fyritaksemi á Christianshavn var, hvønn týdning ein Reumert-virðisløn hevur fyri hann sjálvan. Olaf Johannesen setur knyklar í brýr, tey ljósabláu eyguni í væl dæmda andlitinum gerast smøl av konsentratión, men so bítur hann avgjørdur í ein croissant og sigur: - “Eg veit fanin ikki hvat eg skal svara uppá hatta har. Handan virðislønin er nógv hypað, fólk koma til handanina í fínasta stási og showið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum. Jú, jú, tað er helst feitt og fínt fyri fáfongdina. Men heilt erligt, so haldi eg ikki, at virðislønin hevur nakran ítøkiligan týdning fyri meg. Børsen gjørdi eitt viðtal við meg og tann blaðmaðurin legði stóran dent á hetta, at eg ikki eri so kendur millum fólk og eg greiddi honum frá, at hetta er eitt lutfalsliga tilvitað val. Eg eri í grundini ikki áhugaður í at verða avmyndaður millum tey kendu í Billedbladet ella Se og Hør. At vera kendur er eitt tvíeggjað svørð. Á ein hátt kann tað hava við sær, at tú fært fleiri uppgávur. Hinvegin haldi eg, at tað avmarkar sjónleikaran í fatanini hjá áskoðarunum. Um ein sjónleikari er ov kendur, skal hann ella hon í grundini berjast nokk so leingi at koma burtur frá sínum egna kenda privatpersóni, tá hann framførir ein leik.

 

Modus operandi

 

KP: Tá tú fært ein leiklut, hvør er tín arbeiðsháttur? Um vit t.d. taka “Samtale før døden” hjá Adam Price sum dømi – hvussu gert tú ?

 

OJ: Tað gongur øgiliga nógv fyri seg uppi í høvdinum í byrjanini við, at eg leiti fram alt møguligt tilfar - Um vit taka høvuðspersónin í leikinum, Eichmann sum dømi, so lesi eg alt tað, sum eg kann fáa fatur á um tann ávísa søguliga persónin. Og so tosi eg við leikstjóran og rithøvund um persónin og tíðina osfr, so at eg føli meg væl rustaðan, tá vit fara í gongd. Og so fer arbeiðið í gongd og tað er ymiskt alt eftir hvussu leikstjórin er og hvussu arbeitt verður, men í “Samtale før døden” var handritið ikki liðugt, tá vit byrjaðu, leikurin varð liðugt skrivaður meðan vit vandu í fyrstani, so vit sótu nógv rundan um borð og tosaðu um tíðina. Tá tað er sagt, so er talan jú um eitt listaverk. Adam Price hevur ikki skrivað ein søguligan leik, men hann er upptikin av onkrum ávísum, sum hann sær í hansara lívssøgu og brúkar  t.d. okkurt av tí, sum hendi á einum ráðstevnufundi í Wannsee í sambandi við “Endløsung”, endaligu loysnina um at týna allar jødar í Europa. Og meðan vit samskifta, vaksur leikurin spakuliga fram, vit spæla onkra ávísa søgu, royna pallin osfr. Næsta fasa hjá mær er, at alt tað teoretiska verður tveitt burtur, meðan persónurin, eg skal spæla, spakuliga traðkar fram og har valdast tað hvat leikstjórin vil. Tað listarliga avger hvussu tulkingin verður og í sambandi við “Samtale før døden” var tað sera kollektivt, øll luttóku í skapanini av leikinum, leikstjóri, leikarar, ljósfólk osfr.

 

Klassiskir leiklutir í mun til nýggjar

 

Olaf Johannesen hevur eitt sera umfatandi CV og hevur spælt nógvar leiklutir hjá sera ymiskum høvundum sum Shakespeare, Moliére og Ibsen til samtíðarhøvundar sum Claus Beck Nielsen/ Das Beckwerk umframt Adam Price og aðrar. Eg spyrji hann um ikki stórur munur er millum at spæla gamalt tilfar og so at framføra nýskrivaðan samtíðarleik?

OJ: Í grundini er munurin ikki so stórur. Tá mann fer í gongd við ein klassikara, so veitst tú sjálvandi, at tilfarið er í ordan, tað er gott og roynt áður. Men fyri at tað ikki skal bíva ein endurtøka av einum klassikara, so verður mann jú noyddur óansæð at opna dósina av nýggjum og spreingja karmarnar. Vit mugu finna út av hví júst hesin leikurin, Per Gynt ella Hamlet ella King Lear skal spælast beint nú. Hví hava vit tørv á júst hesum leikinum? Hetta er listarliga neyðugt. Tað er keðiligt at spæla klassikaran fyri klassikarans skyld, musealt teater sigur mær einki. Tað kann vera flott, men sjónleikur skal raka tíðina beint nú. Pólski kritikarin Jan Kott skrivaði fyri fleiri árum síðani bókina Shakespeare our contemporary, har tað snýr seg um júst tað sama. Orðini hjá Shakespeare eru framúrskarandi, men vit mugu vita hví hann er áhugaverdur beint her, beint nú, skal framførslan vera listarliga relevant.

 

KP: Góð list ber í sær møguleikan fyri at vera æviga viðkomandi, men eg hugsi allíkavæl, at tað er meira vágið at spæla nýskrivað verk; tá tað snýr seg um ein spildurnýggjan leik, ert tú meira bundin og treytaður av tínari egnu bókmentaligu meting.

OJ: Ja, tað er ómetaliga stuttligt og avbjóðandi at kasta seg út í nakað, sum verður skapt her og nú. Við Claus Beck Nielsen gjørdi eg eina verkætlan á Dramaten, har 10 leikhús í Evropa samstarvaðu. Øll høvdu fingið til uppgávu at framleiða okkurt leiklistarligt yvir sigursrøðuna hjá Barack Obama, tað var heilt frítt, onkur gjørdi performance, onkur arbeiddi á onkran annan hátt og tað bleiv so alt at enda sett saman til eitt stórt event. Tað var ordiliga spennandi at arbeiða við einari tílíkari verkætlan, og uppliva hvussu røðan kundi relatera til Europa í dag.

 

Beint nú!

 

KP: Hevur tú havt ávísar leiklutir, sum hava verið serliga spennandi ella torførir ella er tað sum tað so ofta er hjá listafólkum, at tað er núverandi støðan, tað sum er beint her og beint nú, sum er mest spennandi?

OJ: Ja, júst soleiðis haldi eg tað er, beint nú er tað spennandi. Men yvirhøvur gangi eg ikki og droymi um at sleppa at spæla ein ávísan leiklut í einum ávísum leiki. Tað er í so ómetaliga stóran mun treytað av høpinum. Sjónleikur er eitt kollektivt fyribrigdi, sum verður framt saman við øðrum, hvat leggja tey í leikin, hvør er høvundur, leikstjóri, hvar er tað, nær er tað osfr. Alt hetta hevur týdning. Og jú meira opin og óbangin mann torir at vera saman og skapa tað rúmið, har tað er loyvt, og har pláss er fyri øllum, eisini frustratiónum, so kann henda okkurt, sum vit ikki vistu frammanundan fór at henda og tað haldi eg vera áhugavert. Tað er kanska eisini tað sama hjá einum málara, at hann byrjar við at hava eitt ávíst hugskot, men endar onkra aðra staðni enn hann hevði ætlað sær. List snýr seg um samskifti. At koma í eina samrøðu við løriftið. Fyri meg snýr sjónleikur seg um at koma í samrøðu við tilfarið, við hini, sum eru partur av leikinum, og at enda at koma í samrøðu við áskoðararnar.

KP: Í einari rósandi portrettgrein, sum Berlingske Tidende hevði um teg, metti leiklistaritstjórin, Jacob Steen Olsen, sum eisini er partur av Reumert-dómsnevndini, at tú ikki av álvara forloysti tínar skapandi gávur tey fyrstu árini, tá tú vart í føstum starvi í Århus og Keypmannahavn, hann heldur, at tað er hesi seinnu árini sum fríyrkisleikari, at tú blómar listarliga. Hvat heldur tú sjálvur um hetta uppáhaldið ert tú við uppá tað, sum hann meinar ?

OJ: Jú, eg skilji væl hvat hann meinar og eri partvíst samdur. Heilt frá byrjanini var tað óvissan, ið var avbjóðingin og tað stuttliga, at mann ikki akkurát visti hvat og hvussu. Eg haldi, at eg misti hetta tey síðstu árini á Kongaliga Teatrinum. Tá tú ert fast settur á einum tílíkum risastórum stovni, er vandi fyri, at títt egna initiativ hvørvur. Á kongliga leikhúsinum spælir tú teir leiklutir tú verður biðin at spæla í teimum leikum, sum verða settir upp, tað er ógvuliga avmarkað hvat tú sjálvur sleppur at avgera, tú ert bara ein finna, ið verður flutt í einum stórum spæli.  Sjálvandi er ein fjálgur tryggleiki í tí at fáa fasta løn, men tryggleikin hóskar ikki so væl saman við listini, í øllum førum ikki fyri meg.

KP: Sami ummælari sær eitt ávíst lyndi til, at leikarar vaksa fastir saman við ávísum leiklutum, og heldur at tú hevur ment teg nógv mótsett øðrum leikarum, sum bara endurtaka ávísar leiklutir.

OJ: Ja, tað tosaðu vit um í áðni og tað er ein trupulleiki fyri summar leikarar. Eitt syrgiligt dømi er Dirch Passer, sum hevði eitt brennandi ynski um at spæla meira álvarsligir leiklutir, men tað bar ikki til. Bara hann trein inn á pallin t.d. í leikinum “Mýs og menn”, vóru fólk um at koppa sum tey flentu.

 

Núið er bara til í núinum

KP: Nær og hvussu kom áhugin fyri leiklistini

OJ: Leiklistin hevur altíð verið har. Men upprunaliga hevði eg ikki stóran áhuga fyri sjónleiki. Listarligi áhugin kyknaði innan tónleikin. Eg var í sjeytiárunum við í einum tónleikabólki, Cactus, saman við Herluf Sørensen, Dánjali Højgaard, Marius Müller og Herluf Lützen og vit vórðu bidnir um at taka lut í leikinum “Beiggin, blóman, diddan og dukkan” sum Gríma framførdi og tá byrjaði tað spakuliga, eg varð síðan biðin um at spæla ein lítlan leiklut í leikinum Hatursfuglar og so vaks áhugin og eg fór til Odense at ganga í sjónleikaraskúla og eitt ár eftir, at eg var liðugur, fekk eg arbeiði í Århus Teater.

KP: Ummælarar rósa tær fyri eina serstaka sálarliga nærveru, ert tú tilvitaður um hetta?

OJ: Eg veit tað ikki sjálvur, men eg kann siga hvat tað er, sum eg royni. Rainer Werner Fassbinder byrjaði jú innan leiklistina áðrenn hann fór inn í filmsheimin, og hann hevur sagt um sjónleik, at tað er einasta listin har núið bara er til í núinum. Har er einki áðrenn og einki aftaná. Tað ljóðar kanska ørkymlandi, men tað er tað, sum eg royni, tá eg spæli, altso ikki at hugsa fram ella aftur, ikki hugsa um ta vitan eg havi ognað mær, men bara vera til staðar í núinum. Sjálvandi er alt lagt til rættis áðrenn, men hugsar mann um tað, meðan mann ger tað, so doyr tað.

KP: Ja, so kemur onkur frástøða uppí leikin. Men handan hjáveran í núinum má krevja, at mann dugir tilfarið serstakliga væl bæði intellektuelt og venjingarliga og so krevur tað ein ekstreman opinleika?

OJ: Kanska kann hendan støðan berast saman við tónleikin hjá amerikanska tónleikaranum, John Scofield, eg eri stórur fjeppari av honum. Hann eigur nógv løg, har eg haldi, at núið er til staðar. Tað snýr seg um samspæli í einari kvartett, hann hevur sololeiklutin, men tú merkir tað ikki ordiliga. Hvør leikari hevur stóran týdning og tað samspælið hevur týdning, alt hevur sítt pláss í einum nátturligum samanhangi. Tónleikurin og samspælið eru merkt av stórum opinleika og tilvit um hvussu alt skal vera.

KP: Tað snýr seg eisini um improvisatión?

OJ: Ja, men improvisatión hevur eisini stóran leiklut í sjónleiki. Sjálvt um orðaskiftið er skrivað niður frammanundan, so kanst tú ofta sum sjónleikari variera eitt sindur, um ikki talan er um onkra ávísa metriska skipan til dømis. Men eg haldi eisini tað sama er galdandi hjá klassiskum tónleikarum. Í tí løtu tú sleppur tíni vitan, tá noyðist tú at improvisera í ein ávísan mun. Men fyri at kunna gera hetta, krevst venjing, venjing og meira venjing og lat meg í hesum sambandi ikki gloyma at nevna tann týdning, sum Marita Dalsgaard, unnusta mín hevur. Hon er själv sjónleikari og veit alt um hvat gongur fyri seg í einari process. Men hetta at hava onkran hjá sær, sum man kann venda øllum saman við, er sera týdningarmikið fyri meg, ikki minst tá talan er um eitt menniskja, sum er so opið, vitandi og forvitið sum hon, og sum dugir at seta orð og kenslur á akkurát rætta stað í røttu tíð. Tað kann jú ikki virðismetast nóg høgt at hava eitt menniskja at ivast saman við at leita og finna, tað er einastandandi. Men tað er ikki bara nakað sum kemur av sær sjálvum. Tað krevur tíð, arbeiði, virðing og ikki minst so krevur tað kærleika.

 

Til Týsklands og kanska til Føroya at spæla?

 

KP: Tú hevur verið í Týsklandi og framført - hvussu kom tað í lag?

OJ: Tá eg fekk tilboðið úr Týsklandi, var fyrsti leikurin ein Michel Houellebecq dramatisering við heitinum Karte und Gebiet, síðani ein leikur við tekstum av Georg Büchner (Büchner Project) og so Peer Gynt. Eg mátti sjálvandi finna mær intensiva undirvísing í týskum, eg møttist og prátaði við eina kvinnu í Goethestovninum og harumframt fekk eg málundirvísing og so lurtaði eg eftir týskum tónleiki, teldan varð innstillað til týskt, og so hevði eg ein málvenjara á leikhúsinum.

 

Og tað gekk eftir øllum at døma ómetaliga væl hjá Olaf Johannesen í Týsklandi. Hann varð tilnevndur stóru Faust-virðislønina og hann er longu biðin aftur til Týsklands at spæla. Vit tosa eina løtu um føroyska leiklist og eg spyrji varisliga um føroyska leiklistin ikki longur er á nóg høgum støði til hann. Fyrst skilir hann ikki ordiliga hvat eg meini við og eg greiði frá orsøkini til spurningin, at hann hevur spælt fáar leiklutir í Føroyum, hann var við í “Glataðu Spælimonnunum” og so hava hann og Marita Dalsgarð saman framleitt og framført leikin “Eg taki tína hond í mína” í 2012, men annars hevur verið heldur langt millum snapsarnar frá honum. Hann hevur ongan hug at finnast at, men eg fái ein varhuga av, at hann neyvan hevur verið undirdýktur av tilboðum frá føroyskari síðu. Hann letur meg kurteisliga vita, at tað als ikki snýr seg um vantandi áhuga ella vantandi støði. Hann nevnir aftur tað kollektiva, at leiklistin er felags avrik. Vit práta um føroyska leiklist og vantandi fígging og um útisetalistafólk og fyrimunirnar við at fáa tey aftur til Føroya í sambandi við leikir, framsýningar, konsertir osfr., at tey saman við okkum fastbúgvandi kunnu hjálpa við at lyfta støðið enn hægri. At enda í hesum prátinum spyrji eg eitt lítið sindur meira ítøkiliga enn eg havi mandat til: 

 

KP: Um nú ein skaldsøga sum t.d. “Glansbílætasamlararnir” hjá Jóanesi Nielsen varð dramatiserað og leikstjórnað av Christoffer Berdal á Tjóðpalli Føroya við scenografi eftir Sámal Blak, og tú vart ringdur upp og var biðin um at spæla ein høvuðsleiklut, hevði tú funnið uppá at játta?

OJ: Ja!

KP: Tú ert 53 ár, hevur verið fast settur í størstu leikhúsum í Danmark, tú hvur fingið Lauritsen-virðislønina, verið innstillaður til ta stóru týsku Faust-virðislønina og hevur nú vunnið Reumert. Er yvirhøvur nakað eftir at gera hjá Olaf Johannesen?

OJ: Sjálvandi! Eg  havi so nógv eftir at læra, eg havi nógv eftir at gera, nógv fólk eftir at hitta og nógv sum eg vónandi skal útsetast fyri. Heiðurslønirnar eru ikki tað, sum tað snýr seg um. Heiðurslønirnar eru bara óvæntaða sukrið omaná. Júst tá eg byrjaði sum sjónleikari, hevði tað stóran týdning fyri meg at blíva virðismettur fyri tað, eg dugdi, men soleiðis er tað ikki longur. Tað, sum hevur týdning fyri meg nú, er at kunna skapa nakað, sum hevur týdning, sum eg haldi vera spennandi, sum kanska kann broyta okkurt.

KP: Er tín núverandi aldur ikki perfektur í so máta? Altso at vera vaksin og hava sjálvsálit uttan at skula taka sær so nógv av hvat onnur halda um ein?

OJ: Ja. Tað er beint nú, at tað kann henda sera nógv. Eg skal til Týsklands at spæla ein høvuðsleiklut í leikinum “Rose Bernd” hjá framúrskarandi týska rithøvundinum Gerhart Hauptman og so havi eg eisini høvuðsleiklutin í verkinum “Herr Puntila” á Kongaliga Teatrinum, tað er ein leikur hjá Bertholt Brecht.

Og Keypmannahavn er eisini eitt sindur sum Havnin - ein lítil bygd, tí brádliga kemur ein vinkona framvið okkara borði, sum hann ikki hevur sæð leingi og tey práta saman. Eg takki fyri samrøðuna, biði farvæl og gangi spent móti metroini við mínum upptøkutóli í taskuni og kensluni av, at tað er beint nú og í nærmastu framtíð, at nógv kann henda fyri føroyska leiklist.