Koparrør við poetiskum flogi

 

Í nýggja yrkingarsavninum hjá Katrini Ottarsdóttir, “MESSA FYRI EINUM FILMI” kennir lesarin seg vera á kendum gøtum í Havn í einum kjallara við koparrørum, men rørini hava av sonnum fingið poetiskt flog.

Samanumtikið er “MESSA FYRI EINUM FILMI” eitt betri savn enn tað fyrra “ERU KOPARRØR Í HIMMIRÍKI”. Kanska fer onkur at sakna tað meira ítøkiliga og veruleikakenda universið frá tí fyrra savninum, men eg haldi, at poesielskarar kunnu fegnast. Barnaminnini viga framhaldandi nógv. Savnið er fult av kenslum, men tær eru viðgjørdar og presenteraðar á ein meira fjølbroyttan, fleirtýddan og abstraktan hátt enn í tí fyrra. Savnið fevnir um 30 yrkingar, sum eru býttar upp í fimm partar - eg dugi ikki ordiliga í skrivandi stund at gjøgnumskoða uppbýtingina - í fyrsta parti er til dømis eitt av barnaminnunum “MARKIД sloppið uppí, sum evnisliga hevði passað betur til annan part, men møguliga hevur onkur onnur skipan verið stýrandi, sum eg enn ikki havi gjøgnumskoðað. At byrja við verða vit boðin við í drykkjuveitslu, men hon er kanska meira óveðurs- enn veitslukend og hetta er galdandi fyri alt savnið. Henda fyrsta yrkingin bjóðar lesaranum av:

 

“ódnarveðrið herjar á tykkum nú

hyggið øll sum vilja síggja

drekkið nú

endiliga

gerið so væl

alheimurin hevur borðreitt fyri tykkum

tykkum øllum”

 

Filmyrkingar

Yrkingin BUKETT er sum ein komprimeraður, ekspressivur stuttfilmur, ið byrjar í slowmotion við einari bukett, sum í staðin fyri at verða móttikin við gleði og takksemi eins og tílíkar plaga at verða móttiknar, verður tveitt út av eini altan. Vit verða flutt aftur í tíðina og fáa eina frágreiðing hví egpersóninum ikki dámar reyðar rósur og samstundis fáa vit eina lýsing av hvussu lív og deyði umskarast. Messuheitið minnir meg um okkurt, eg havi hoyrt áður, kanska er tað eitt filmsheiti. Ein messa kann sipa til okkurt heilagt, eg veit ikki hvør filmurin er, sum skal fagnast ella minnast við einari messu, men tað liggur nær at hugsa um filmin hjá Katrin Ottarsdóttir LUDO, sum varð heldur illa móttikin av fleiri donskum ummælarum. Tað ber eisini til at lesa yrkingini EGOMANIA inn í hetta sama høpið, tað snýr seg í øllum førum um eina óklæðiliga beiska yrking um tey, sum ikki fagna egpersóninum, sum egpersónurin eigur at verða fagnaður.

Barnið sum ikki slapp at vera barn

í rørandi yrkingini TANKAR ÚR SVENSKUM STÁLI eru vit aftur í kjallaranum, har sum ein smágenta roynir at vaska einar kovboybuksur við hond. Her er ein heilsan til koparrørini og yvirhøvur eru vit stødd í sama dapra universi sum í tí fyrra yrkingarsavninum hjá barninum, sum ikki sleppur at vera barn, men sum alla tíðina má taka atlit til tey vaksnu, sum hava tað ringt og sum ikki tola, at hon javnt og samt kemur at siga tað skeiva, gera tað skeiva og so kemur straffurin. Innaru samrøðurnar eru fullar av autentiskari angist og barnsligum skuldarkenslum og sjálvsábreiðslum. Móðirportrettið er átøkt teirri øru og óndu mammuni í filminum LUDO, sjónarmiðið er enn sum áður hjá tí ólukkuliga umsorganarsvikna barninum.

Skiftandi stílur

Tær samfelagsatfinnandi yrkingarnar, sum eitt nú greina truplu støðuna hjá gamla Evropa ella bera saman støðuna hjá ólukkuliga barninum við napalmgentuna í Vietnam eru sum heild ikki líka sterkar sum tær psykologisku støðulýsingarnar av kenslunum hjá tí svikna barninum. Men sum heild skiftir stílurin í yrkingunum frá klassiskt modernistiskum yrkingum, sum eru abstraktar og sum innihalda negatiónir, originalar orðamyndir og upploysing, til meira ítøkiligar, sosialrealistiskar lýsingar av umstøðum og umhvørvi í barndóminum og harumframt eru nakrar ekspressivar litsterkar yrkingar við brennandi málningum. MESSA FYRI EINUM FILMI er ein tann besta yrkingin í savninum, hon er um ein ferðasølumann við kuffertinum fullum av vøru, sum hann falbýður øllum áhugaum. Yrkingin byrjar sum ein veruleikakend stuttsøga, men skjótt eru vit yviri í tí ókenda, surrealistiska og poetiskt áhugaverda, har egpersónurin brádliga er tann, sum liggur til sølu í kuffertinum. RINGRÁS er á sama hátt stórbær í lýsingini av menniskjanum í alheiminum, einstaklinginum, sum stingur seg av stjørnunum. Onkrastaðni haldi eg meg hóma íblástur ella samsvar við yrkjarar sum Tomas Tranströmer, Tórodd Poulsen og Sissal Kampman, men samanumtikið ber savnið “MESSA FYRI EINUM FILMI” boð um, at vit í Katrini Ottarsdóttir hava fingið ein yrkjara aftrat av teimum dyggu.

 

tú orkar ikki at halda stev við knøttin

umferðirnar eru uttan vit og skil

so heldur sveima runt sum eitt liðaleyst dýr

spæla pikk við stjørnurnar

lata køldu kvíslarnar nema teg

stinga teg so tú bløðir

uttan at varnast sviðan

 

skýggini vagga tær

ringja seg um teg

fast og inniliga

tú letur teg drukna í teimum

krógvar teg fyri flennandi myrkrinum

tí lokkandi ókenda

freistandi ótrygga

 

grammliga sleikja tey blóðið av kroppinum

hálsi og bringu

búki og kyni

øllum tí sum tú eisini ert

sum ímyndar teg

 

síðani letur tú teg blaka

út í ævinleikans ódeyðiligu ringrás

 

tú vilt ikki hyggja teg aftur um bak

álíkavæl sært tú hvussu alt tað blúgva

skelvandi hvíta

og reina og skæra

hevur fingið ein farra

av blóðugari njóting

sum ein nýliga brostin

moydómshinna

 

(RINGRÁS s.62 og 63 í MESSA FYRI EINUM FILMI)