Grækarismessurøða á Vaglinum í Havn 15.mars 2015

Grækarismessurøða á Vaglinum í Havn 15.mars 2015

Góðu tit øll

Í Føroyum búgva í løtuni 93 ymiskir nationalitetir. Og kanska hava vit havt varhugan av hesum í longri tíð, allarhelst hava vit sæð tað í frystidiskinum í Miklagarði, har matvøruúrvalið gerst alsamt meira fjølbroytt. Men annars eru teir mongu tjóðskapirnir í Føroyum rættiliga ósjónligir, og tað er spell, tí tað er ikki bara innan matgerð, at okkara innflytarar hava nakað at bjóða uppá.

Hugsa vit aftur í tíðina, høvdu vit neyvan klárað okkum serliga væl uttan frískt útlendskt blóð og tað meini eg nokk so ítøkiliga. Við tað, at Føroyar eru eitt oyggjaland, er samfelagið av sær sjálvum merkt av nógvari ferðing - bæði koma og fráferð eru grundleggjandi partur av tilveruni her. Seinastu árini er talið av innflytarum til Føroyar vaksið, innflytarar festa røtur her, tey arbeiða, summu fáa familju, og øll ríka tey føroyska samfelagið á sín hátt. Fyri bara at nevna eitt dømi innan eitt øki, sum eg sjálv kenni eitt sindur til, so hevur føroysk list í stóran mun notið gott av innflytarum og av eftirkomarum av innflytarum. Tað fer at taka ov drúgva tíð at nevna øll, men eg kann nevna nøkur einstøk dømi uppá innflytarar, sum øll hava havt eina ómissandi stóra ávirkan á føroyska list - ein er hin musikalski Bakar Hansen frá Bornholm, sum William Heinesen portretterar sum Kaspar Bomann í skaldsøguni Glataðu Spælimenninir - men mamma William Heinesen var jú eisini donsk, hon kom frá Restorff familjuni í Havn, ið upprunaliga kom úr Danmark. Sharon Weiss kemur úr Massachusetts, men so knappliga var hon her í Havn og lærdi meg nótar og at spæla blokkfloytu í Eysturskúlanum fyri nógvum árum síðani, tað broytti mína verð - nú lærir hon sonin hjá mær um verðina í Frískúlanum. Amerikanska ferðakvinnan, ævintýrarin, Elisabeth Taylor og vinkona hennara, danska prestakonan á Viðareiði, Flora Heilmann vóru millum tær fyrstu í Føroyum at takast við myndlist tíðliga í 20. øld og teirra áhugi festi í áhugan hjá øðrum, m.a. hjá Eiðismálaranum Niels Kruse. Hetta skapti ringar í sjónum, ið spakuliga mentust til eina føroyska myndlist. Seinni í tíðini hevði danski listamaðurin og listamiðlarin, Jack Kampmann ómetaliga stóra ávirkan á føroyska listaumhvørvið og í dag er tað heilt løgið at ímynda sær føroyska list uttan alt tað, sum gongur fyri seg í Steinprenti við bæði útlendskum og føroyskum listafólkum, harav mong teirra eru útisetar, ið eins og flytifuglar vitja heim og ríka okkum við síni list.

 

Tað var júst í Steinprenti, at framsýningin Svart og Reytt læt upp á Grækarismessu fyri nøkrum árum síðani. Íblásturin til myndaúrvalið á framsýningini kom frá teimum vøkru og grafiskt greiðu litunum hjá okkara tjóðfugli. Í onkrum práti upplatingardagin komu vit inn á eitt gamalt og kent evni, hví júst tjaldrið er føroyskur tjóðfuglur. Hví velja ein flytifugl til tjóðfugl, ein fugl, sum bara er her ta góðu tíðina av árinum, og sum rýmir áðrenn kuldin og myrkrið av álvara seta inn. Hví ikki heldur velja ein fastbúgvandi fugl til tjóðfugl, ein fugl, sum ikki rýmur when the going gets tough. Kanska skuldi mann valt ein meira pragmatiskan og opportunistiskan fugl sum krákuna ella ravnin til føroyskan tjóðfugl? Hesir fuglar tykjast serliga snildir, tá tað kemur til at lívbjarga sær  og sínum og júst hetta hevur víst seg at vera frammarlaga í huganum hjá okkum føroyingum seinastu árini. Eitt valslagorð til síðsta val snúði seg um at føroyingar skuldu arbeiða meira. Og tað hava vit. Vit hava arbeitt sum ongantíð áður. Vit hava arbeitt so nógv, at fleiri av okkum eru stressað. Og sjálvt um pengarnir streyma inn, vaksur hallið á fíggjarlógini, ójavnin í samfelagnum økist, og á Landssjúkrahúsinum hava tey eftir øllum at døma ikki ráð til lunkað vatn. Svimjihylurin, sum verður brúktur í sambandi við uppafturvenjing og til giktasjúklingar er tómur. Og hetta er ikki einasta tvørsøgn í Føroyum í løtuni. Onkursvegna er tað sum sigla vit við mentalum hentleikaflaggi í hesum árum. Vit vilja sjálvandi fegin flagga við Merkinum, tá Pál kemur á mál, ella tá aðrir føroyskir úrmælingar skara framúr í altjóða høpi, men taka líka so altrá ímóti danska blokkstuðlinum hvørt tað einasta ár. Samstundis vilja vit virðast sum tjóð, men tá talan er um at taka ímóti flóttafólkum, stendur einki til hjá okkum, tað mugu danskarar taka sær av. Men danskarar skulu væl at merkja ikki blanda seg uppí hvørki handilin við fiskiloyvum ella samstarvið við Russland og soleiðis heldur tað fram. Vit blása við mjøli í munninum og gera tað eftirhondini nokk so rutinerað.

Heimurin hongur saman í størri mun enn áður, kanska hongur hann meira saman enn vit megna at fata ella at taka ábyrgd fyri – hesin tankin kom til mín, tá eg í fyrru viku las í Politiken um sjey ára gomul børn, ið umhugsa sjálvmorð í flóttafólkalegum í Syria. Men altjóðagerðin er ikki longur eitt fremmant framtíðarfyribrigdi, vit eru mitt í henni. Eg hugsi, at tey flestu munu hava uppdagað, at tað ikki ber til at koyra solo í heiminum í dag. Fiskivinnan er helst tað økið, har altjóðagerðin fyrst hevur gjørt um seg - føroysk sjófólk eru høgt í metum og arbeiða kring allan heimin. Innan fiskivinnuøkið vita tey av hvussu stóran týdning tað hevur at lúka tey krøv, ið verða sett til skip og manningar og at tryggja, at tey samsvara við altjóða konventiónir og kvotur. Men fiskivinnan má eisini taka menniskjanslig atlit og umhvørvisatlit mugu somuleiðis takast í álvara. Hetta verður í størri mun eitt sjálvsagt krav. Og sjálvt um prísurin er minni fyri fiskahøvdið enn fyri fiskin, so ber ikki til at tveita høvdini fyri borð. Sjálvandi ger tað ikki tað. Vit hava onnur og meira týdningarmikil atlit enn fíggjarlig at taka. Í staðin fyri at skava inn undir okkum, kunnu vit t.d. við størri eyðmýkt hugsa um framtíðina, um framtíðar ættarlið, um at lata vera við at oyða fiskastovnar og minnast til, at planetin bara er okkum til láns og at okkara tíð her er avmarkað.

Sverre Patursson hugsaði nógv um framtíðina. Hann var hugsjónarmaður umframt rithøvundur og blaðmaður og skipaði saman við Skótaliði Sigmunds Brestisson av fyrstan tíð fyri Grækarismessuhaldi í 1943. Tá snúði tað seg bæði um tjóðskaparliga kveiking og um at fagna sólarljósinum. Felagið, sum Sverre Patursson stovnaði fyri 120 árum síðani í 1895 fekk navnið Sólarmagn og hetta felag gjørdist fyrimynd hjá ungmannafeløgum um allar Føroyar, sum vóru grundleggjandi partar av eini fólkaræðisligari menning. Symbolskt hevði sólarljósið stóran og eyðsæddan týdning sum undirstøði undir einari tjóðskaparligari upplýsing. Men sólarmegin varð eisini dyrkað fyri sínar ítøkiligu lívgevandi strálur, sum jú kennast serliga góðar, tá tær koma aftaná mánaðar í myrkri - fríggjadagin um bara fimm dagar vita vit hvussu tað kennist, tá sólin tendrar aftur aftaná eina fulla sólarmyrking. Tá kunnu vit kanska hugsa um yrkingina “Kom dagur, kom ljós”, sum Sverre Patursson skrivaði í 1925 og sum verður umrødd í Bókmentasøguni hjá Maluni Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir. Endin á yrkingini snýr seg um sólina og um ljósið, sum verður knýtt saman við einum ynski um tjóðskaparligt sjálvræði, tað ljóðar soleiðis: “Øld eftir øld/ í túsund ár/ sá ættin vár/ sól at rísa/ sól at seta.../ Kom dagur,/ kom sól,/ kom megi,/ kom dirvi,/ kom gleði,/ og gev okkum signing til/ frælsisleið.”

Sverre Patursson var ein sera ágrýtin og virkisfúsur maður, og hansara bjartskygni er stuttligt og inspirerandi at lesa í dag. Í tekstinum Føroyar – land okkara, sum er prentaður í Varðanum í 1932, staðfestir hann: “Føroyar eru einki liðugt land. Føroyar eru bert í byrjan. Enn eru vit einans 25.000 fólk her í oyggjunum. Í øllum góðum eiga vit at kunna vaksa til 100.000 í tali, áðrenn her verður ov trongt”. Hetta má sigast at vera øðrvísi optimistiskt enn forsíðan á Dimmalætting, sum í síðstu viku spáddi um, at Føroyar fara at verða avtoftaðar. Sverre Patursson hevði neyvan nakrar fólkatalsframskrivingar at halda seg til, men hann var treystur og hevði stórar tankar um sítt land, og ikki minst, so tykist hann hava verið sera opin og gestablíður í mun til umheimin. Sverre Patursson var fuglavinur og fuglafrøðingur og tað var als eingin tilvild, at hann valdi tjaldrið til tjóðfugl. Hetta er m.a. grundað á Fuglakvæðið hjá Nólsoyar Páll, sum í kvæðinum lýsir seg sjálvan í tjaldurshami. Í Fuglakvæðinum verður tjaldrið lýst at vera ein djarvur, rættvísur og ósjálvsøkin fuglur, ið tekur sær av teimum smáu, veiku fuglunum og teimum, ið standa uttanfyri, og verjir teir móti rovfuglunum.

Tað, at ein tjóðfuglur er tjóðfuglur alt árið kemst av, at hann er eitt symbol. Eitt symbol er jú ein fullkomin ímynd, bygd av hugsjónum, ið kunnu tykjast nóg so høgtflúgvandi í mun til tann vanliga, praktiska gerandisdagin. Og sjálvandi verður føroyski veruleikin aldrin lýtaleysur, tað skal hann ikki. Men kanska skulu vit brúka Grækarismessuna, kanska kunnu vit brúka ta ljósu tíðina og tjaldrið sum fyrimynd og eina leiðarstjørnu, ið kann geva okkum dirvi og áræði til at venda grammleikanum, teimum glúpsku og sjálvsøknu rovfuglunum bakið, so at vit í staðin í felag kunnu fagna ljósinum, opinleikanum og ymiskleikanum í Føroyum.

Takk fyri.