Drottningin av svørtum

BARBARA Í GONGINI

Í ár eru tíggju ár liðin síðani Barbara í Gongini setti sína fyritøku á stovn í Keypmannahavn. Ein fyritøka, sum framleiðir klæðir, taskur og annað, sum hon skapar og finnur uppá og sum eisini eitur eftir henni. Á teirri árligu mótavikuni í Keypmannahavn, sum var fyri kortum, fekk hon hesa ferð heiðurin at prýða bæði forsíðu og baksíðu á The Daily, sum er blaðið hjá Copenhagen Fashion Week. Hetta er ein ítøkilig staðfesting av onkrum, sum fleiri kanska longu hava grunað; at tað gongur serstakliga væl hjá Barbaru í Gongini og hennara fyritøku.


-“Er det noget kinesisk?” spyr ein kvinna vinkonuna, ið á sama hátt og hon sjálv er í bjartlittum violettum frítíðarklæðum við grønum fartstrípum á síðuni og kritahvítum løriftskóm við neonmynstri. Vinkonan sigur Gongini við herðslu á stavilsið í miðjuni, gonGIni, so at tað ljóðar eitt sindur kinverskt. Munurin millum hesar báðar litríku, prátandi ferðakonurnar og tigandi, hátíðarligu svørtu klæðini á stativinum tykist ovurhonds stórur, men tær eru báðar ógvuliga áhugaðar, tá eg greiði teimum frá, at navnið er eitt staðarnavn og somuleiðis eftirnavnið á sniðgevanum, sum er føroysk. Tær takka mær so miriliga og fara fegnar víðari sína rannsóknarferð inni hjá Østrøm, har mangt og hvat er at fáa av føroyskum handverki og design.

Kennir mótaverðina innanífrá

Sniðgevin Barbara í Gongini er 48 ár og úr Havn, men hevur síðstu nógvu árini búð í Keypmannahavn. Vit kunnu helst siga, at hon kennir mótaverðina innanífrá, hon byrjaði í hvussu er í sera ungum aldri at ganga model fyri Elspu Hardlei (Elspu í Skotinum). Seinni í tíðini tók hon lut í fyriskipanini av mótasýningum í SMS fyri m.a. Klivan, men í dag eru tað hennara designhugskot, hennara tankar um snið, sum verða presenteraðir, tá modellirnar, ungar kvinnur og menn spáka um pallin. Hugurin mótvegis list og kreativum vinnum kom tíðliga. Barbara í Gongini teknaði í fyrstani og arbeiddi við skitsum. Hon fór á designskúla í Keypmannahavn á deildina fyri unika-sniðgeving, haðani hon tók prógv í 1996. Síðani hevur hon arbeitt og hon hevur arbeitt hart, tí tað er ikki bara sum at siga tað, at lansera eitt nýtt merki. Men við sínum konsekventa dapra og dramatiskt dekonstrueraða úttrykki hevur hon arbeitt seg upp til at vera millum kendastu donsku klædnamerkini. Tað eru hennara design-visiónir, tað snýr seg um, men hon er ikki einsamøll í fyritøkuni. Har eru fleiri enn hon, m.a. er maður hennara, Ole Gongini Jensen stjóri í fyritøkuni BARBARA Í GONGINI, sum metir sosiala ábyrgd vera sjálvsagdan part av rakstrinum, hetta sæst aftur á, at dentur eitt nú verður lagdur á burðardygga framleiðslu við eitt nú endurnýtslu av pørtum av framleiðsluni.

 

Nýggja kollektiónin

Klæðini í nýggju kollektiónini tykjast lutfalsliga einføld við nógvum áhugaverdum staklutum, ið ofta eru assymetriskt staðsettir á meginbulin, sum í síni heild er merktur av avgjørdum diagonalum linjum. Kanska kann man siga, at nýggju klæðini sum heild eru meira vanlig, meira nýtilig enn tey hava verið, men helst er ein orsøk til hesa hugsan eisini tann, at vit  hava vant okkum við stílin, sum hevur verið avant garde, tvs. framman fyri sína egnu tíð. Eg eigi sjálv okkurt einstakt plagg frá fyritøkuni, tað hevði eg í grundini ikki ímyndað mær, at eg fór at gera fyri nøkrum árum síðani. Sum heild er stílurin hjá Barbaru í Gongini konsekventur og tí ivast vit onga løtu í, at hetta eru design hjá dramatisku avantgardedrotningini, sum ikki minst plagar at skara framúr við svørtum pløggum í skiftandi tilfari, ofta brúkar hon silkimjúkt, tunt leður, men eisini ull og pløgg, sum eru bundin.

 

Móti og list

Barbara í Gongini er kend sum avantgardedesignari, hennara outfit eru skulpturkend og hennara sýningar minna í støðum um listarliga performance. Javnan samstarvar hon við listafólk bæði innan film, tónleik, dans í crossoverframførslum. Hon hevur fleiri ferðir samstarvað við Jens L.Thomsen/Orka og við Eivør, og í sambandi við nýggjastu sýningina, hevði hon fingið pop-avantgarde-improvisatiónsbólkin Den Magnetiske Ørn at spæla og improvisera live. Hon hevur eisini gjørt búnar til leikin Elektra hjá Sofokles, sum Betty Nansen Teatrið pallsetti. Fyri Barbaru í Gongini er eingin ørkymlandi munur millum list og móta við tað, at bæði spretta úr somu kreativu keldu. Tíggju ár aftan á byrjanina sum sjálvstøðugt merki, er Barbaru í Gongini í dag eitt design, ið av álvara verður mett millum tungvektararnar innan norðurlendskan avantgardemóta. Greinir um og við hennara designi síggjast alsamt oftari í altjóða tíðarritum og internetmagasinum. Sjálvt tann avantgarde-kritiska Sarah Skarum, mótaummælarin í Berlingske Tidende, hevur eftir øllum at døma givið seg yvir. Í einum ummæli av nýggjastu kollektiónini skrivar hon, at Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannahavn, tí hon er original: :”Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannhavn, tí hon letur upp eina hurð inn til ein part av mótaheiminum, sum ikki líkist hinum. Tí hon hevur pláss til at vísa, at dreymir kunnu hava nógv skap. Og kanska gevur hon ungum dreingjum og gentum, sum ikki føla seg sum øll hini, eina kenslu av, at tey ikki eru einsamøl. Har finst eitt fólk av svartklæddum menniskjum, tey hoyra til. Eingin er einsamallur. Heldur ikki í myrkrinum.”

Humanistiskur móti

Klæðini hjá Barbaru í Gongini eru merkt av eini sameining millum listarliga avantgarde og burðardygt skilvísi. Hugsjónarliga kunnu vit av hesum ávum lýsa hesi klæðini sum grundleggjandi humanistisk – eisini tí eitt tað fremsta málið hjá sniðskaparanum er, at hvør einasti persónur, sum fer í tey, skal føla seg sum nakað serligt, hann ella hon skal kenna seg væl í klæðunum óansæð kyn ella aldur, eisini tey, sum vanliga kenna seg útihýst. Onkur detalja er skemtilig, ofta ber til at variera klæðini við bondum og knappum, so at ein síður kjóli gerst stuttur t.d. Klæðini frá BARBARU Í GONGINI eru lutfalsliga dýr, men tey halda væl og tað, at sniðið er so mikið konsekvent sum tað er, og litirnir so fáir hevur eisini við sær, at pløggini ikki so skjótt verða ómodernað. Humani hugburðurin skínur ígjøgnum í burðardyggu framleiðsluni og eisini í tilfarinum á klæðunum, sum eru mjúk og fjálg at vera í. Men hugsunarhátturin er eisini endurspeglaður í mátanum, sum Barbara í Gongini brýtur vanliga mótaformin bæði í sínum klædnasniði, og í dramatiska og neyva mátanum, hon hugsar síni show. Tá ein modell á eini mótasýning trýstir seg ígjøgnum og fram um ein flokk, fatar tú sum áskoðari alt fyri eitt, at tað snýr seg um einstaklingin um individualismu í mun til tað kollektiva. Hetta snýr seg um einsemi og individuatión, um at tora at stinga út og vera øðrvísi. Tá tvær modellir sum á sýningini hava samanvaksið eldreytt hár, er hetta eitt slag av sjálvsmynd hjá sniðskaparanum, har áskoðarin fær eina kenslu bæði av teim mørkum og tí dupultleika, sum merkir tilveruna. Nevndu dømi eru frá Copenhagen Fashion Week í fjør. Hetta showið var um somu tíð ein mótasýning við klæðum, har tú kanst meta um stíl, útsjónd og hvussu tey einstøku pløggini rigga, men samstundis er talan um eina avantgarde framførslu við listarligum elementum av sjónleiki, stillaleiki við løgnum interaktiónum, ið tykjast snúgva seg um viðurskifti millum menniskju. Klæðini eru svørt og huglagið er dramatiskt og myrkt, úttrykkið er elegant og cool, samstundis sum okkurt rørandi og stuttligt knýtir seg at hesum glataðu figurunum við teimum ómetaliga merkiliga reivveru- ella cocoonkendu frisurunum og lýsandi reyða hárpraktinum og skegginum, sum eru einastu koloristisku elementini í framførsluni.

 

Tað einsamalla menniskjað

Í ár var størri dentur lagdur á einstaklingin, einaran, tað einsamalla fantastiska menniskjað. Í staðin fyri at arbeiða dramatiskt við stórum armrørslum, er úttrykkið meira stillfarandi og undirspælt við einum dekonstruktivum undirtóna, har vit hóma partar av sjálvari konstruktiónini av teimum ymisku sniðunum. Enn sum áður spælir sniðgevin við kynsleiklutir og við frammanundan viðtiknar staðfestingar um hvat man eigur at gera og hvat ikki ber til. Menninir eru ógvusliga smurdir um eyguni og hava í fleiri førum stórt, sítt hár, hetta ger teir ikki femininar, yvirhøvur ikki, men sum  heild kann sigast, at har er eitt ávíst androgynt brá yvir bæði teimum mannligu og kvinnuligu modellunum. Tað norðurlendska er týdningarmikið fyri Barbaru í Gongini, sum í mongu samrøðunum, ið eru gjørdar við hana, ongantíð forsømir at nevna Føroyar og týdningin, sum føroyski upprunin hevur fyri hana. Hon hevur eitt nú greitt frá í einum viðtali, at hon kennir seg ávirkaða av ógvusligu náttúruni, skulpturellu fjøllunum, skúmandi briminum, men eisini av hugskotum, sum hon hevur fingið frá tí føroyska samtíðartónleikaumhvørvinum