Ein feril av ævinleika...

Foto: Jan Andersson

Foto: Jan Andersson

Eitt portrett av listamanninum Torbirni Olsen

Ein feril av ævinleika er yvir manninum. Tá fartelefonin ringir, tekur tað ein lítlan ævinleika, áðrenn telefonin er fingin upp úr skjúrtulummanum og hann hevur sagt sítt spakføra - hallo. Gongulagið er hóvligt fyri ikki at siga seinført, rørslunar eru spakuligar, drúgvar og kanska eitt lítið sindur ampaðar viðhvørt. Men tað hevur einki at siga - list hevur alt at siga. Tað er næstan sum skúgvar hann til viks sjálva tíðarinnar lívsgrundtreyt við sínum áhaldandi róliga verimáta og við síni list. Tí fyri Torbjørn Olsen hevur listin av sonnum alt at siga. Júst tí er tað so ómetaliga gleðiligt, at hann fekk Mentanarvirðisløn Landsins á hesum sinni.

 

Foto: Eiler Fagraklett

Listarligt yvirmenni

Tá Torbjørn Olsen skapar list er hann skjótur, tað gongur fyri seg í rúkandi ferð. Listarliga er hann eitt yvirmenni, tað veit ein og hvør, sum hevur sæð hann arbeiða í atelierinum við pensli ella blýanti í hond. Eg havi havt skúlaflokkar við fyri at vitja listamannin í starvsstovuni úti á Rundingi. Stuttligt at síggja tey ungu um at missa bæði nøs og munn av hamskiftinum, tá tann hóligi málarin brádliga umbroyttist til eitt listarligt yvirmenni framman fyri løriftið. Við kvikum og miðvísum handarørslum gandar hann fram litríkar tulkingar av sínum myndevni, tað verið seg landsløg, býarpartar, bíbilskar hendingar ella kvinnur og gentur og onnur portrettevni eisini. Tá danska Bíbliufelagið fyri nøkrum árum síðani valdi at brúka altartalvuna í Vík, parafrasuna hjá Torbirni Olsen frá 1996 av heilagu kvøldmáltíðini hjá Leonardo da Vinci til permumynd á teirri nýggju myndprýddu versiónini av nýggja testamenti, varð staðfest, at Torbjørn Olsen er millum týdningarmestu religiøsu málararnar í kongaríkinum og á ein hátt er hansara koloristiski og ekspressivi máliháttur sum skaptur til at lýsa líðingarsøguna. Torbjørn Olsen er framúrskarandi koloristur, sum hvørki ræðist primerar ella sekunderar litir, og sum fegin brúkar lýsandi gult saman við djúpum violettum, og bjartasta blátt saman við gløðandi reyðum og orange og øllum møguligum øðrum litum, sum hann megnar at stýra, tó at teir gerast nógvir.

Foto: Elsebeth Egholm

 

Portrettmálarin

 Sjálvt um Torbirni tørvar modellir, tá hann málar, og at hann til allar seks sínar altartalvur hevur havt bróðirin, grafikaran Marius Olsen og ymisk vinfólk og kenningar sitandi ella hangandi á krossi fyri seg í skiftandi bíbilskum leiklutum, er talan ongantíð um grunnskygda myndprýðing ella illustratión í hansara myndum. Listamaðurin arbeiðir gjølliga. Hann byrjar við at lesa viðkomandi tekstir í bíbliuni og granskar hvussu onnur listafólk hava gjørt og fer síðani í gongd við at arbeiða við skitsum. Tá hann hevur livandi modellir framman fyri sær, hendir beinanvegin ein rúgva í málningunum. Umframt at vera ein mynd av einari religiøsari stórhending, er altartalvan í Haldórsvík eisini eitt bólkaportrett av kendum lista- og mentanarmonnum úr okkara tíð. Har er Hanus G.Johansen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Árni Dahl, Anker Mortensen, Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen og fleiri. Sum portrettmálari er Torbjørn Olsen tikin úr leikum. Honum tørvar bert fáar strikur, so hevur hann fangað yvirbráið á einum menniskjað. Men hann er ikki nøgdur við tað ytra tilvildarliga, hann vil longur inn í sinnið og persónsmenskuna hjá tí portretteraða. Á tann hátt hevur hann málað nøkur av bestu portrettmyndunum, eg havi sæð. Eitt dømi er ljósa og lívliga portrettmyndin av Eyðuni Johannesen, leikstjóra, har Torbjørn rakar seymin á høvdið í mun til orkumiklu persónligheitina á tí stóra forteljaranum og visionera leiklistarmanninum. Sami neyvleiki og myndaliga yvirskotið sæst í mongum øðrum portrettmyndum, t.d. av Hera Smith, William Heinesen, Rosu av Rógvu osfr.

Foto: Jan Andersson

 Ljós og myrkur

Eg haldi, at málningarnir hjá Torbirni Olsen í stóran mun snúgva seg um ljós og skugga og um á hvønn hátt hesi fyribrigdi ávirka litirnar. Tað er næstan sum um, at Torbjørn Olsen hevur eitt triðja eyga, sum vanlig fólk ikki hava, og sum hómar sterkastu litir eisini í dimmum skuggum. Fyrst og fremst er tað ljósið, ið hevur høvuðsleiklutin í hansara myndum, og ikki minst tað ljósið, sum finst í myrkrinum. Sjálvt um litríku, frísku modernistisku myndirnar tykjast vera staddar fjart frá gomlum myrkabrúnum barokkmyndum, er eingin ivi um, at tvær stórar listarligar fyrimyndir hjá Torbirni Olsen eru úr 17.øld, tað eru barokkmeistararnir báðir, italski Caravaggio og spanski Velazquez. Hesir báðir arbeiða báðir við ljósi í myrkri ella við clair obscur árini og við stórum kompositiónum við persónum í myndarúminum.

 

Málningar

Starvsstovan hjá Torbirni Olsen ovast í grøna bygninginum á Rundingi er ógvuliga stór og eitt sindur skýmlig, og hetta hevur við sær, at ljósið frá tí eina vindeyganum til tíðir sýnist næstan yvirnatúrliga bjart. Hetta sama vindeygað sæst aftur í nógvum máningum hjá Torbirni Olsen, t.d. framúrskarandi lýsingini av eini barnakonu, sum í grundini ikki fyllir tað stóra í myndarúminum. Men tað er hon, sum er høvi og orsøk til ta fantastisku litveitsluna kring hana í bláum, violettum, orange og gulum málningastrokum. Rúmið er bygt upp av eini ørgrynnu av strokum, sum savnast í eini ljósskygdari harmoni av loddrøttum lindum, sum saman mynda flatan. Í einari aðrari mynd, sum hekk á seinastu framsýningini hjá Heystframsýningarbólkinum, sæst áhugin fyri tí dramatiska, sum somuleiðis vísir til ein áhuga fyri Edvard Munch. Aftur er her ein nakin kvinnufigurur í fokus, men hann er settur upp móti einum blóðreyðum rúmi og eini strikumynd av málaranum sjálvum, hann tykist vera við at hvørva inn í ta reyðu bakgrundina. Samstundis sum myndin er eitt avbrigdi av tí klassiska myndevninum av málara og model, sipar hon til dramatiskar myndir, t.d. Deyða Marats hjá Munch. Ein onnur mynd av somu model við somu Converse basketskóm er ljósari og vísir sama lyndi at brúka ein naknan kvinnufigur sum høvi til at mála eina stórbæra og kompleksa rúmkompositión sum vit sóu í myndini av barnakonuni.

 

Tíð

Torbjørn Olsen er ein gudaborin málari og tað er hann altíð óansæð um hann stendur framman fyri eitt lørift, um hann stendur uppi yvir einum litografiskum steini, einum akvarelpappíri ella um talan bara er um ein lítlan serviett, sum hann finnur í onkrari hissini café. Í 2007 gav danska forlagið Atlantia bók út um Torbjørn Olsen við teksti hjá Bárði Jákupsson, sum enn sum áður er forvitnislig at hyggja í og at lesa. At vera gudaborin málari er annars ikki nakað serliga modernað at vera í samtíðarlistini í løtuni. Framúrskarandi listaakademi fara í vaksandi tali frá handverksligari venjing og disiplin yvir í eina meira flótandi frálæru grundað á listarlig hugskot, har næmingar sjálvir sleppa at menna egin hugskot í staðin fyri at læra ymisk tøkni og málihættir. Alt flytir seg alla tíðina. Kanska kemur handverkið aftur, eg veit ikki og heilt erligt, tá eg sjálv eri stødd framman fyri eini mynd hjá Torbirni Olsen, leggi eg ikki petti í modernað ella ikki modernað. Tíðin hvørvur í málarínum og hevur einki at siga. Fyri Torbjørn Olsen hevur listin alt at siga, og júst av somu orsøk, er tað, at tað skygdi blankt eina løtu av endaleysum takksemi og eydnu í teimum grønbrúnu eygunum hjá hesum blíða og spakføra litmeistaranum, tá hann í Deplinum í Skálavík fekk Mentanarvirðisløn Landsins.