Jóhan Martin Christiansen er formaður í Felagnum Føroysk Myndlistafólk

Til kunningar:

Ársfrágreiðing frá Felagnum Føroysk Myndlistafólk.

Felagið Føroysk Myndlistafólk hevði aðalfund fríggjadagin 20. november 2015.

Á fundinum legði formaðurin, Ole Wich, út við at greiða frá virksemi felagsins síðsta árið, har felagið millum annað hevur arbeitt saman við Mentamálaráðnum um skipan, har ávístur prosentpartur av byggjikostnaðinum verður settur av til til list í samband við almenna byggjing. Skúlin við Marknagil verður fyrsta royndin.
Harumfram verður arbeitt við at fáa lógina um upphavsrætt/Fjølrit undir land, hetta fyri at tryggja listafólkum samsýning fyri nýtslu av teirra listaverkum.

Listaleypurin er ein góður møguleiki, hjá listafólkum at koma út á fólkaskúlarnar kring landi. Síðani Listaleypurin varð settur á stovn, hevur Norðurlandahúsið saman við Kommunufelagnum og Mentamálaráðnum staðið fyri hesum arbeiðinum. Men í ár er umsitingin flutt til LISA. Bygnaðurin í LISA er eisini umskipaður nakað. Skrivarin er farin niður í tíð, soleiðis at fíggjing nú er tøk til annað virksemi í felagnum. LISA hevur fingið nýggjan skrivara, sum er Helle Thede Johansen.

Ymiskt hevur verið um, at listarligt virksemi skal vera í Kommunuskúlanum. Nú tykist at okkurt er um at henda. Beint fyri aðalfundin var nevndin forbí og hugdi eftir grafiskum verkstaði, sum listgrafiska felagið ListGraFo hevur staðið fyri at fáa í lag. Føroysk Myndlistafólk stuðlar hesum virkseminum, og vil eggja kommununi at gera skrivliga avtalu um hetta við grafiska bólkin, so bæði leik og lærd kunnu fara til verka.

Í summar vórðu umvælingarnar av Listamannahúsinum á Dalatrøðni, tað vil siga húsini hjá Janusi Kamban, endiliga lidnar. Listafelag Føroya, sum varar av ognini, skipaði fyri almennari móttøku, og kunnaði um at nú kundu listafólk koma og arbeiða.
Hetta eru vit í Felagnum Føroysk Myndlistafólk sera fegin um, og vilja vit í hesum sambandi eggja almennum stovnum og privatum feløgum um at stuðla virkseminum!

Á hvørjum ári verður skipað fyri Várframsýning. Várframsýningin 2015 læt upp 10. apríl í Listasavni Føroya, har Jóhan Martin Christiansen bjóðaði vælkomin og síðani helt Bjørn Kalsø, mentamálaráharri, røðu. 23 listafólk luttóku, harav 9 vóru við fyri fyrstu ferð. Listafólkini sýndu m.a. standmyndir, málningar, fotomyndir, videoverk og ljóðverk fram. Sigrun Gunnarsdóttir, Jóhan Martin Christiansen og Ole Wich sótu í úrvalsnevndini. Várframsýningin í 2016 letur upp 15. apríl og verður skipað av Randi Samsonsen, Jón Sonna Jensen og Jóhan Martin Christiansen. Nærri kunning kemur um hetta skjótast gjørligt.

Ole Wich, formaður í felagnum, stóð fyri vali. Ole hevur sitið í nevndini síðani 2010. Finnleif Mortensen var einasti limur, ið stillaði upp, og er nú valdur inn í nevndina fyri felagið. Eftir aðalfundin hevur nevndin avgjørt at skipa seg við Sigrun Gunnarsdóttir sum kassameistara, Finnleif Mortensen sum skrivara og Jóhan Martin Christiansen sum formann.

Sum heild arbeiðir felagið Føroysk Myndlistafólk fyri at styrkja um viðurskiftini hjá øllum føroyskum myndlistafólkum, at røkta tey sambond vit longu hava, og at samstarva við onnur viðkomandi, tá ið tørvur er á tí, millum annað við at vera áhaldandi í samskiftinum við Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommunu, Listasavn Føroya, Listafelag Føroya, Myndlistasambandið, LISA o.s.v. Hetta gera vit fyri at skapa framtíð fyri føroyska myndlist og list sum heild, at vísa á týdningin av hesum í føroyska samfelagnum.


Føroysk Myndlistafólk ynskir øllum eini hugnalig jól og eitt gott nýggjár!


Vegna nevndina

Jóhan Martin Christiansen, formaður


Tórshavn, 19. desember 2015

 

----------------------------

Føroysk Myndlistafólk - The Faroese Society of Visual Arts

http://www.mynd.fo