THE PEOPLE AND THE THINGS

Silja Strøm sýnir fram spildurnýggjar málningar í Steinprenti

Framsýningin er litføgur og kát, og so er hon full av søgum um fólk og um ting. THE PEOPLE AND THE THINGS er heitið á hesi forkunnugu framsýningini hjá Silju Strøm, sum læt upp í Steinprenti fríggjadagin 20.nov. klokkan 16.

Hóast listakvinnan hevur tikið lut á fleiri bólkaframsýningum í Norðurlandahúsinum, Listasavninum og í Steinprenti, eru nú fýra ár liðin síðan hennara seinastu serframsýning í Føroyum. Silja Strøm fekk í februar tillutaðar 6 mánaðar starvsløn frá Mentanargrunninum og tað kundi sæð út sum hevur hetta verið ein góð íløga, tí henda nýggja framsýningin ýður av íblástri, nýggjum hugskotum og listarligum yvirskoti. Silja Strøm er ung listakvinna, hon er fødd í 1987, men av tí, at hon er sera dugnalig og miðvís er hon longu rættiliga roynd og virðislønt fleiri ferðir. Hon er úr Vestmanna, og hevur útbúgving frá akademinum í Glasgow og í 2010 fekk hon Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Í 2012 fekk hon Virðisløn til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum, Í 2013 myndaði hon Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum saman við Steinunn Thórarinsdóttir og í fjør var tað hon, sum gjørdi árligu gávuprentini til limir í grafikkfelagnum Steinbrá. Hon hevur myndprýtt m.a. stuttsøgusavnið hjá Hanusi Kamban, Gullgentan, sum varð innstillað til norðurlendsku bókmentavirðislønina.  

 

THE PEOPLE AND THE THINGS

Í bókaillustratiónum er tað serliga teir framúr góðu tekniførleikarnar, sum Silja Strøm hevur miðsavnað seg um. Hennara nýggja framsýning snýr seg í stóran mun um málarí, hon fevnir um bæði málningar og keramikk, verkini eru mong og smá og tað gevur framsýningini eitt tysjandi brá, sum eisini kemst av, at fleiri av myndunum eru á tremur í bæði figurativum og abstraktum myndaliðum. Tað økir um kensluna av fjølbroytni, at Silja Strøm hevur brúkt restir, sum hon hevur fingið frá snikkarum og timburmonnin, til at mála á. Tað er m.a. orsakað av hesum, at fleiri av verkunum hava óregluligt skap. THE PEOPLE AND THE THINGS granskar øll brigdi av viðurskiftunum millum menniskju, ting og umhvørvi – millum kronologi og samanhang – millum ítøkiliga og óítøkiliga rúmið hjá menniskjum, lutum og listaverkum. Verkini fevna um bæði abstrakión og figuration og fyrihalda seg til listarligar grundspurningar um mimetiska myndaliga umboðan. Tá myndir ella tekstur verða sett saman við øðrum myndum ella teksti hendir eitt samspæl og ávirkan. Ein lutur kann hava ymiskan týdning alt eftir hvørjum umhvørvi hann er í. Endurtøkur mynda eitt mynstur, ið økir um upplivingarmøguleikarnar av hvørjum einstøkum verki.

 

Giotto og Silja

Myndirnar snúgva seg sum áður nevnt um viðurskiftini millum menniskju og samspælið millum menniskju, ting og umhvørvið. Á myndaflatanum síggjast ymisk mynstur við bogaðum linjum og strikum í ymiskum samansetingum og litum. Í fleiri myndum er dentur lagdur á tað arkitektoniska í lýsingini av samansettum rúmum, sum eru lutvíst trídimensional og fløt eins og vit síggja tað í myndunum hjá italska úrmælinginum Giotto di Bondone frá byrjandi renesansutíðini í Florens. Hansara meistaraverk er Scrovegnikapellið í Padua, sum er prýtt við hópin av freskum, sum við støði í apokrýfunum og Bíbliusøgum lýsa lívið hjá Mariu og Jesus. Myndirnar eru ovurhonds vakrar og kenslubornar, men tað er ikki minst í samanhanginum, at tær veruliga hugtaka. Her verður eitt nú hugsað um samanhangin millum menniskju og umhvørvi, men eisini um samanhangin millum myndirnar, t.d. myndina av Jesu føðing, sum sipar til Pietalýsingina, tá Jesus er tikin niður av krossinum og verður syrgdur av mammuni m.a. Á tann hátt verða myndirnar eitt slag av narrativum fyriboðanum um tað, ið fer at henda. Myndirnar hjá Giotto vórðu lidnar umleið 1310, meðan tær hjá Silju Strøm eru málaðar í 2015, og sjálvandi eru nógvir munir. Eitt nú eru myndirnar hjá Silju Strøm ikki átrúnaðarliga grundaðar, tær tykjast frásagnarligar á sama hátt sum freskurnar hjá Giotto, men talan er ikki um eina kronologiska søgu við eini defineraðari byrjan og enda er áherðsla løgd á sjálvan samanhangin. Hetta er eitt nú gjørt við einum gjøgnumgangandi litavali, sum fevnir um grundlitirnar, men tað eru serliga ljósareyðu, ljósabláu og gulu pastellitirnir, sum víkja frá øðrum føroyskum málaríi, sum binda hesi verkini saman. Litir og mynstur hava eitt ónatúrligt brá eitt sindur á sama hátt sum í pop art verkunum hjá David Hockney í sekstiárunum.

Giotto

Giotto

David Hockney

Sosialt tarnaðir persónar

Óregluligu rundu og avlongu skapini minna um scenografi av tí slagnum, sum verður brúkt í sjónleikarhúsum, men hvat er tað fyri søga, sum verður søgd? Her eru myndir inni í øðrum myndum og fleiri løg av týdningum, sum tala saman, og sjálvt um litirnir eru nógvir og fagrir, tykist huglagið inntonkt. Grundleggjandi snýr framsýningin seg um sambond millum fólk og teirra umhvørvi psykologiskt, sosialt og hvat ávirkar hesi sambondini á einum persónliga og umhvørvisliga. Her eru myndir av menniskjum, sum ikki interagera, sjálvt um tey eru í sama rúmi. Sosialt tykjast persónarnir fevndir av einum ávísum smædni, har er okkurt beinleiðis klombrut yvir samspælinum, sum minnir eitt sindur um samspælið millum persónarnar hjá áðurnevnda Giotto, t.d. í myndini, tá foreldur Mariu, Anna og Joakim kyssast við gylta portrið. Kærleikin millum menniskju er ikki uttan trupulleikar.

 

Idealistisk list

Tað sosiala hevur yvirhøvur stóran týdning fyri Silju Strøm og tá hugsi eg ikki bara um innihaldið í hennara verkum. Tað, at verkini eru gjørd burtur úr burturkasti er eisini í sær sjálvum ein ideologisk yvirlýsing, sum fyriheldur seg til umhvørvisverndarligar hugsanir, og sum kanska eisini viðmerkir forbrúkarismuna í samtíðini, hetta sama liggur í avmarkaðu støddini á verkunum, sum bendir á eitt eyðmjúkt listafólk við stórari umsorgan fyri sínum umhvørvi. Sjálvt um talan er um eina stóra framsýning við nógvum verkum, kunnu vit neyvan tosa um stórar armrørslur í hesum sambandi, tí verkini eru so smá, men tey eru meira málandi enn vit hava upplivað áðrenn og tað er gott, tí Silja Strøm er eisini ein framúrskarandi málari, umframt at hon er ástøðiliga væl grundað sum samtíðarlistafólk. Á framsýningini verður høvið at lesa onkrar av hennara listarligu hugsanum, sum eru fest á blað á litað pappír, sum áskoðarin eisini sleppur at taka við heim, hervið er sosiala hugsanin førd heilt út í tað idealistiska, at øll áhugað ókeypis sleppa at taka ein part av framsýningini við heim. Framsýningin THE PEOPLE AND THE THINGS verður at síggja í Steinprenti fram til 17.januar í 2016.