Rópandi tómleiki

Føroyskir dokumentarfilmar um listafólk eru ikki gerandiskostur, men ein stórhending, tá teir koma. Tíverri eru teir ikki altíð líka væl eydnaðir.

Filmurin við religiøst klingandi, og ikki sørt patetiska heitinum “Hann rópar á meg” varð frumsýndur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum 15. oktober og tað var við miklum spenningi, at eg setti meg at hyggja. Tílíkir filmar hava serstakliga stóran týdning og áhuga - ikki minst hjá okkum, sum fáast við mentanarmiðlan, og bæði Ivan Niclasen, sum legði til rættis og Hans Petur Hansen, sum tók upp og klipti, eru dugnaligir menn, so eg hevði alla orsøk til at gleða meg. Tað vísir seg lukkutíð at vera málningurin, sum rópar á listamannin, og ikki Gud ella deyðin, sum mann kundi trúð, men tíverri er tað ikki málningurin, sum er í miðdeplinum í filminum.

Realitysjónvarp

Eg fekk rættiliga skjótt varhugan av, at mær ikki fór at dáma filmin. Aftaná ein lítlan prolog, har listamaðurin málar við vatnlitum í Bø afturvið ljómandi tónleiki og náttúrumyndum, koma vit til tað, sum filmurin miðsavnar seg um, tá listamaðurin fer í køliskápi eftir teirri fyrstu gullølini,. – Á nei! hugsi eg, far ikki handan veg! Men sama ger hvat undirritaða físir og mótmælir framman fyri sjónvarpið, so er og verður hetta ein filmur um rúsdrekkamisnýtslu og tær avleiðingar, hon hevur fyri heilsuna, og tá so listamaðurin verður filmaður, meðan hann tekur tablettir og skolar niður við gulløl, fái eg ilt fyri hjartað, tí tað minnir um realitysjónvarp við lægsta felagsnevnara. – Hatta er botnerligt, halda summi, romantiskt sveimandi í ímyndini um, at elendigheit er erligari enn stuttleiki og at vesalig listafólk eru meira listafólk enn tey, sum hava tað gott og klára seg væl. Tað passar ikki, Tórbjørn Olsen er ein óluksáliga stuttligur maður og tey góðu av hansara verkum vísa greidliga hvussu væl fyri hann er intellektuelt. Vit vita av, at eitt og hvørt portrett er eitt slag av pallseting, har leikstjórin avger júst hvat tað er, vit skulu síggja. Og hvat eg og tú gjøgnum lívið kunnu hava uppbygt okkum av æðraknútum, gylliniæðr og feittlivrum er altso ikki serliga áhugavert. Tað eru ikki lívsstílssjúkur, sum gera Tórbjørn Olsen til ein persón, sum almenningurin hevur áhuga fyri, tað er listin.

Listin undirskipað

Tí er tað ordiliga keðiligt, at listin í filminum verður viðgjørd sum eitt undirskipað evni. Tá vit endiliga sleppa at síggja eitt av høvuðsverkunum hjá Torbirni Olsen, altartalvuna í Haldarsvík, gerst tónleikurin so ræðuliga syrgiligur, at tað nærkast tí ófrívilliga komiska. Tað kennist beinleiðis vælgerandi, tá tað verður klipt til fína filmin hjá Øssuri Wintereig til ta herligu veitsluna í atelierinum hjá Tórbirni, tá hann málaði framúrskarandi myndirnar til altartalvuna í kirkjuni í Øster Skerninge afturvið svingandi tónum frá Jesus Christ Superstar. Tað vóru fyrst og fremst listafólk, sum stóðu model, bróður Tórbjørn, tann geniali grafikarin, Marius var Jesus, sum hann plagar.

Framúrskarandi portrettmálari

Á sama hátt sum ein annar stórur føroyskur koloristur, Ruth Smith, krevur Tórbjørn Olsen at hava myndevnið framman fyri sær, meðan hann málar. Tá hann so hevur livandi modellir framman fyri sær, hendir beinanvegin ein rúgva í málningunum, eisini ymiskt, sum liggur langt uttan fyri eina realistiska, mimetiska lýsing. Hann hevur málað fleiri altartalvur í Danmark og í Føroyum og í hesum sambandi hevur hann fingið ymisk vinfólk at standa fyri sær í teimum ymisku bíbilsku leiklutunum, meðan hann málar. Í altartalvuni í Haldarsvík síggjast sostatt fleiri kend andlit millum lærusveinarnar, m.a. Hanus G.Johansen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Amariel Norðoy, Bárður Jákupsson, Árni Dahl, Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen osfr. Tórbjørn Olsen hevur virðing fyri teirri stóru uppgávu, sum tað er at mála altartalvur og setur seg fyrst væl inn í viðkomandi bíbliutekst, sum hann síðani tulkar myndaliga við kenslubornum lýsingum og bjartlittum mótlitum. Sum portrettmálari er Tórbjørn Olsen ein tann besti í Norðurlondum. Honum tørvar bert fáar strikur, so hevur hann fangað yvirbráið á einum menniskja. Men hann er ikki nøgdur við tað ytra tilvildarliga, hann vil longur inn í sinnið og persónligheitina hjá tí portretteraða. Á henda hátt hevur hann málað nakrar av teimum bestu portrettmyndunum, eg havi sæð. Portrettmyndin, Bohemurin av Hera Smith er fullkomiliga makaleys, dynamisk við futti í, har áskoðarin fær frænir av sjálvari sinnistøðuni, sum portretteraði maðurin er í og tað sama má sigast um ljósu og lívligu portrettmyndina av Eyðuni Johannesen, leikstjóra, sum somuleiðis er ómetaliga væl rakt í mun til bragdligu og vitbornu persónligheitina. Sami neyvleiki og myndaliga yvirskotið sæst í mongum øðrum portrettmyndum, t.d. av Janusi Kamban, William Heinesen, Rosu av Rógvu og í teimum mongu sjálvsmyndunum ikki minst.

Spell

Listin hjá Tórbirni Olsen er so ómetaliga áhugaverd og tí er tað spell, at nýggi dokumentarurin snýr seg so lutfalsliga lítið um hana. Partar av sendingini eru góðir, serliga tá listamaðurin tosar um sínar hugsanir og arbeiðshátt, og myndirnar eru góðar, serliga tær av málaranum í myrkri og í skýming og í kirkjuni í Haldarsvík, men sjónarhornið snýr seg altso ov lítið um list. Kanska kundi ein ráðgevi verið nýttur, t.d. Bárður Jákupsson, sum skrivaði bókaverk um Tórbjørn, sum kom út á danska forlagnum Atlantia í 2007. Samanberingar við aðrar filmar kunnu tykjast órímiligar, men tað sýnist nærliggjandi eisini við tað, at fleiri klipp eru úr eldri sendingum og filmum í hesum portrettinum av Tórbirni, Atlantic Rhapsody hjá Katrini Ottarsdóttir, Líðing á lørifti hjá Øssuri Winthereig, Basalt hjá Ingun í Skrivarastovu umframt Svartur Sannleiki, sum Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen gjørdu. Eg haldi, at tað er sigandi, at tá eg hugsi um filmin Svartur sannleiki um Ingálv av Reyni, síggi eg fantastiska list fyri mær, meðan eg hugsi um livurtøl og tablettir, tá eg hugsi um filmin um Tórbjørn Olsen, og tað er stórt spell, tá mann hugsar um listarliga potentialið hjá einum av okkara bestu samtíðarmálarum.