Góða, gamla (og listarliga viðkomandi) Heystframsýningin

 

Áhugin fyri samtíðarlist tykist stórur í Føroyum. Í øllum førum var tað ein ordans rúgva av fólki, ið møtti til upplatingina av Heystframsýningini leygardagin, sum aftur í ár markerar seg sum ein týdningarmikil framsýning, ið bæði fevnir um spillfeska list og beinleiðis anakronistisk innsløg.

Sjálvt um listaverkini tykjast væl eldri, er Heystframsýningin bara tíggju ár, tað var á heysti í 2005, at vit fyri fyrstu ferð sóu eina ídnaðarhøll á Skipasmiðjuni í Havn transformeraða til listahøll. Hesa ferð hava Brandur Patursson og Marius Olsen valt og disponerað listaverkini á fjølbroyttu framsýningini og tað hava teir gjørt væl. Framsýningin er ljós og innbjóðandi við bjartlittum verkum í stratetiskum støðum.

Tróndur Patursson

 Hanni og Silja

Miðskeiðis á gólvinum í høllini liggja nakrar glasklótur, ein teirra við ljósi innií, tað eru verk hjá Brandi Patursson, sum fyri kortum hevði eina øðrvísi og áhugaverda framsýning í Listahøllini, hon vísti hvussu nógvir møguleikar, høllin hevur at bjóða rúmligari list. Tey fimm verkini hjá Hanna Bjartalíð eru smá og konsentrerað, og litirnir eru bjartir og klárir spektrallitir. Hetta eru bygdar, samansettar  myndir, og myndevnini av skøltum og barnsligum verum eru eyðkend fyri listamannin. Á nýggja vegginum við inngongdina hongur ein fín, leysliga samansett myndainstallatión hjá Silju Strøm við blýantstekningum og vatnlitamyndum, sum eru bæði figurativar og nonfigurativar. Tær nonfigurativu myndirnar eru um somu tíð vakrar, dynamiskar og líkjast ikki ordiliga nøkrum, sum Silja Strøm hevur gjørt fyrr. Eg helt eina løtu, at tað var okkurt pappírsverk hjá Anker Mortensen inntil eg sá tær eyðkendu figurativu blýantstekningarnar við teirra fínu, neyvu striku við surrealistiskum brá, sum um somu tíð snúgva seg um sansaliga samveru og støðu einstaklingsins í einum ofta fremmandgjørdum umhvørvi.

Bjarne Werner Sørensen

Nestor

Zacharias Heinesen er elstur í Heystframsýningini, hann debuteraði fyri 54 árum síðani á Ólavsøkuframsýningini og summi halda, at hann nú átti at mála okkurt annað enn føroyskt landsløg og býarløg í impressionistiskum, koloristiskum myndunum, ið neyvt raka føroyska veðurlagið í sirmi og sól. Eg fegnist hinvegin um, at hesin dugnaligi málarin enn málar í full sving. Hansara málningar á Heystframsýningini eru góðir við einum heldur øðrvísi gyltum ljósi, sum fær meg at hugsa suður í heitari lond. Gulir og orange tónar hita teir kaldu bláu litflatarnar og tornið, ið sæst vinstrumegin í tveimum av myndunum, minnir um eitt minaret. Kanska er hetta ein framtíðarvisión av heimbýnum, tí í veruleikanum er myndevnið eitt útsýni oman gjøgnum Tórsgøtu og minaretið er í roynd og veru tornið av Havnar Kirkju, sum er eitt sindur toygt. Men myndevnini eru helst av minni týdningi, tað snýr seg um listarligar kompositiónir, ið eru settar saman við tí suverana ansinum fyri liti og skapi, sum Zacharias Heinesen hevur framum allar teir, sum herma eftir honum.

Óvæntað litaval

Málningarnar og vatnlitamyndirnar hjá Bárði Jákupsson líkjast sær sjálvum, tað eru rútmiskar, ekspressivar og dekorativar náttúruabstraktiónir, ið eru málaðar við gyltum jarðlitum. Í einari sera vakrari kompositión við tunnum, flótandi olivengrønum, gráum og bláum strokum helt eg meg síggja gullfarrar, menBárður Jákupsson er ikki tann einasti, hvørs litaval í summum førum kemur óvart á. Bæði Tróndur Patursson og Bjarne Werner Sørensen hava á framsýningini stór verk, sum eru djúpreyð, og sum rigga væl í heildini, sum annars er merkt av nógvum smáum verkum. AEON eitur tríbýtta prentið hjá Bjarne Werner Sørensen, ið á sama hátt sum teir stóru málningarnir hjá Tróndur Patursson ímynda endaleysa dýpd. Tann stóra bláa myndin hjá Torbirni Olsen er áhugaverd. Hon er bæði eitt landslag og ein málara- og modelmynd, sum á skitsukendan hátt er strikað útyvir landslagið.    

Bárður Jákupsson

Tórbjørn Olsen

 Anakronistisk gipshøvd og landsløg

Sum heild er ikki nógv óvæntað á Heystframsýningini. Hon er góð og gamaldags og í summum førum er hon ov gamaldags. Her hugsi eg serliga um gipshøvdini, portrettbusturnar hjá Andriasi Andreasen og Hans Paula Olsen. Hesar eru væl gjørdar og líkjast persónunum, sum tær ímynda. Vit vita frá standmyndum kring oyggjarnar, at Andrias Andreasen og ikki minst Hans Pauli Olsen er tikin í leikum, tá tað snýr seg um handverkið at evna til fólk úr leiri. Hansara røð av gipshøvdum ímyndar Olsen brøðurnar. Tey eru sera væl gjørd, men sakna listarligan relevans í 2015. Tað sama er galdandi fyri impressionistisku landslagsmálningarnir hjá Ilona Rai, sum als ikki eru á hædd við dygdina á framsýningini sum heild.

 Ilona Raipala

Ilona Raipala

 Poetiskt málarí

Hinvegin er tað ein sonn frøi, at Anker Mortensen er komin afturíaftur í listaheimin, tí hann er ein framúrskarandi, poetiskur málari. Tó at vit í onkrum myndum kennast við ímyndandi liðir sum t.d. eitt træ ella annað, er myndamálið grundleggjandi abstrakt. Miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika. Íblásturin til verkini stavar frá minnum, sansaligum upplivingum í náttúruni av vindi og sól ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist. Hann byggir málningarnir upp av annaðhvørt tjúkkum, kompaktum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Heitini hjá honum á Heystframsýningini kenna vit aftur, tey stava frá Kingo, Díðriki á Skarvanesi og frá evangeiinum eftir Johannes 3:8: Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum

ANker mortensen

Anker Mortensen


Speglingar og landsløg

Hjördis Haack málar veruleikakendar myndir, ið ofta eru settar saman á ein serstakan hátt. Myndevnið verður endurtikið í fleiri myndum og ofta eru speglingar partur av myndunum. Á Heystframsýningini rigga tær smærru myndirnar best við áhugaverdum myndevnisligum forskjótingunum. Marius Olsen hevur somuleiðis ofta spegling á skránni í sínum grafisku myndum, men sjey av teimum 8 myndunum á Heystframsýningini eru landslagsmyndir. Tær eru í fleiri førum eitt sindur meira skjórutar og litríkar enn tær plaga, men dygdin heldur sera væl hjá Mariusi Olsen, og hesar myndirnar eru kanska besta dømi um, at tað altso ber til at gera viðkomandi og áhugaverda list innan fyri gamaldags tøkni og myndevnisøki.

Hjørdis Hack

Heystframsýningin

Heystframsýningarbólkurin byrjaði sum eitt útbrot frá Myndlistafelagnum og sum eitt mótmæli. Mótmælandi parturin av tilverugrundarlagnum hjá bólkinum er ikki ordiliga til staðar meira og so er spurningurin um bólkurin hevur nakran relevans. Fyri nøkrum árum síðani varð nógv kjakast í Danmark um hvørt listafelagsskapir høvdu nakran listarligan týdning. Nógvar av framsýningunum hjá bólkum sum Den Frie, Den Gyldne, Grønningen osfr. vóru reinar áskoðaramagnetir, men ummælarar hildu, at framsýningarnar vóru ósamanhangandi, gamaldags, tilvildarligar uttan listarligan relevans. Tá Charlottenborg varð umbroytt til listahøll, vórðu listabólkarnir tveittir út, men teir framsýna aðrastaðni í dag og framsýningarnar savna framvegis nógvar áskoðarar. Tá Heystframsýningin byrjaði fyri 10 árum síðani, var meðalaldurin á framsýnarunum 48 ár, so talan er ikki um ársungar. Hetta er ein av frágreiðingunum uppá, at Heystframsýningin er ein rættiliga gamaldags framsýning. Eg haldi, at Heystframsýningin í støðum prógvar, at gamaldags list ikki nýtist vera óáhugaverd. Men eg haldi eisini, at tey mugu leggja seg eftir at gera framsýningar, sum ikki í alt ov stóran mun geva áskoðarunum eina kenslu av handahógvi og deja vu. Her er tað t.d. týdningarmikið, at gestirnir, sum sleppa gjøgnum nálaeygað, eru dynamisk og dugnalig listafólk. Á tann hátt skuldi einki verið í vegin fyri, at Heystframsýningin kann halda fram sum framsýningarbólkur.

Genial framsýningarhøli hjá samtíðarlistini

Hølið, sum Heystframsýningarbólkurin hevur lænt frá Skipasmiðjuni MEST er fullkomiliga genialt sum framsýningarhøli hjá samtíðarlistini, men praktisku umstøðurnar tykjast heldur tungar hjá Heystframsýningarbólkinum. Tað eru listafólkini sjálvi, sum standa fyri øllum, heilt frá at vaska trappur og ves til at gera katalog og eitt tílíkt kom ikki í ár. Í sambandi við ymiskar umskipanir, sum sambært mentamálaráðharranum fara at vera framdar á mentanarøkinum, kundi verið umhugsað at fingið framsýningarvirksemið við loyvi frá samtakinum MEST skipað inn undir Listasavn Føroya. Listasavnið er ov lítið sum er og samtíðarlistin eigur ikki nógv pláss á savninum. Har er størstur dentur lagdur á ta gomlu modernismuna, tað eru verk, sum vit kenna væl og virðiliga og sum eru okkara listarliga grundarlag. Við eini listahøll í Havn, hevði bæði tann nýggja, dynamiska samtíðarlistin og Føroya fólk fingið betur sømdir. Opið er frá 3.-25. okt. hósdag til sunnudag kl 15-18.