Mentanarpolitikkur á skránni

 Tóroddur Poulsen: Tjóðveldi v/s Samband

Tóroddur Poulsen: Tjóðveldi v/s Samband

Tjóðveldi brynjar seg til komandi valstríð við einari dagføring av stevnuskránni, har skapandi mentan og list er eitt øki, sum tykist verða tikið í álvara. Hetta er í hvussu so er nógv tann størsta og mest framasøkna mentanarstevnuskráin hjá nøkrum føroyskum flokki higartil. Hon er full av fínum hugskotum, eitt nú skulu játtanir til mentan og list økjast munandi, eitt Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn at umsita og samskipa allar stuðulsjáttanir innan mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum. Nevndu stuðulsjáttanir koma frá bæði yrkis- og áhugalist, dirvið røkkur eftir øllum at døma ikki til at skilja hesi bæði rættiliga ymisku øki sundur. Tað skal bera til at tryggja listafólkum at fáa fasta starvsløn. Føroya Symfoniorkestur skal hava haldført fíggjarligt grundarlag og sømilig kor at virka undir, Tjóðleikhús Føroya verður bygt beinanvegin, og Tjóðpallur Føroya fær styrkt fíggjarligt grundarlag. 

Tað er av sonnum ringt at vera ósamd við so góðum mentanarstevnumiðum sum hesum hjá Tjóðveldi (eg seti tey øll samlað inn niðast), men spurningurin er sum altíð í politikki hvussu ítøkilig tílík lyfti eru, verða tey útint í verki, tá Tjóðveldi situr í samgongu?. 

Sambandsflokkurin situr sum kunnugt í samgongu og mentanarskráin sum Sambandsflokkurin tók við sær á val seinast sá í grundini heilt skilagóð út, sí hana her:  http://listinblog.blogspot.com/2011/10/sambandsflokkurin-fyrstur-vi.html. Umframt alt tað varðveitandi sum ein konservativur flokkur má standa fyri, tykist hugburðurin jaligur. Sambandsflokkurin ynskir at økja játtanina til Mentanargrunnin, listaskúlar og verkstovur til listafólk skulu setast á stovn, byggjast skal eitt nýtt tjóðsavn, leiklistin skal mennast, tjóðpallurin skal hava nýggj høli og síðst men ikki minst skal “Politisku myndugleikarnir skapa fíggjarligu- og mentunarligu karmarnar, og ikki stýra listini - tað er uppgávan hjá fakfólki”.

Hetta ljóðar gott ha? Trupulleikin er bara, at Sambandsflokkurin ikki hevur framt ein tann einasta av hesum málsetningum. At ein Listaskúli er settur á stovn í Havn, er ikki Sambandsflokkinum fyri at takka og støðan hjá Tjóðpallinum er enn líka út av lagi vánalig sum hon var, sama er galdandi fyri Føroya Symfoniorkestur. Sambandsmentamálaráðharrin økti onga mentanajáttan, nei, hann legði út við at minka játtanina hjá Mentanargrunninum og royndi so sum ketta upp úr høvdatrog at káva útyvir hesa skemdargerð við at bróta armslongdarregluna við eini forfordeiling av listagreinunum. – So nei, higartil kann ikki sigast, at mentanarligi innsatsurin hjá hesari samgonguni hevur imponerað nakran.

-----------------------------------------------------------------------------------------------

Sambandsflokkurin: Mentan (2011)

Sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin fyri at varðveita tað virðismikla í føroyskari mentan og samleika. Harafturat ynskir flokkurin at menna listina við at skapa góðar karmar fyri listafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum.

• Játtanin til Mentanargrunnin verður økt og gjørd verður langtíðarfíggjarætlan fyri grunnin. Virkisøkið grunsins skal framhaldandi vera at veita starvslønir umframt at stuðla útgávum og mentanarligum tiltøkum

• Listaskúlar og verkstovur (ateliér) til listafólk skulu setast á stovn. Hetta kann m.a. gerast í tómum skúlabygningum e.l. Møguligt skal vera hjá føroyskum eins og útlendskum listafólki, í avmarkaða tíð og við lagaligum treytum, at gista og starvast í verkstovunum

• Altjóða marknaðarførsla av føroyskari tónleikavinnu

• Byggjast skal tjóðsavn eftir tí tørvi, ið nútímans savn av slíkum slagi krevur, soleiðis at hølis- og framsýningarviðurskiftini verða nútíðargjørd. Savnið skal kunna hýsa Fornminnis-, Náttúrugripa- og Landsskjalasavninum, bæði við tí virksemi, hesir stovnar hava í dag og væntandi fara at fáa í framtíðini. Í tann mun aðrir stovnar natúrliga hoyra heima í Tjóðsavninum, skal tað vera gjørligt eisini at hýsa tí virkseminum

• Leiklistin skal mennast, so at høvi verður hjá fólki alsamt at síggja leiklist á høgum støði. Tjóðpallurin skal hava nýggj høli, skal gerast út við neyðugari tøkni, neyðugum starvsfólki, haraftrat skulu arbeiðsumstøðurnar hjá leikarunum styrkjast við starvssetanum.

Politisku myndugleikarnir skulu skapa fíggjarligu- og mentunarligu karmarnar, og ikki stýra listini - tað er uppgávan hjá fakfólki. Listin skal stuðlast av bæði tí almenna (landi og kommunum) og tí privata fyri, at hon ikki bara skal verða treytað av einari fíggingarkeldu.

 

Tjóðveldi: Skapandi mentan og list

●  Mentanar- og listapolitikkur  ●  Mentanar- og listaráð

Føroya  ●  Mál og bókmentir  ●  Skapandi list og mentan

●  Mentanarstovnar  ●  Tjóðleikhús og symfoniorkestur

●  Bókasøvn ●  Felagslív og livandi mentanararvur

 

Mentanar- og listapolitikkur

Mentan og list er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í samskifti millum menniskju. Mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum. Mentan og list bróta mørk og flyta okkum framá. Mentan og list eru grundarlagið fyri vinnu, búskapi, sosialari menning og frælsi. Íløgur í mentan og list eru íløgur í fjølbroytni, víðskygni, framtak í fólkinum og gera Føroyar sjónligar og virknar millum aðrar tjóðir í heiminum. Mentan og list eru fremsta umboðan okkara úti í heimi og skapa inntøkur til landið – bæði í sjálvum sær og við at fremja føroyskan útflutning, ferðavinnu og skapa vinnu sum heild. Vit vilja tí styrkja og áhaldandi menna ein dyggan og framsóknan mentanarog listapolitikk. Eitt týðandi amboð at fremja nýhugsandi og fakliga grundaðan mentanarpolitikk er at skipa eitt óheft Mentanar- og listaráð Føroya við fjølbroyttari umboðan úr mentanar- og listalívinum.

• Øll eiga rætt og atgongd til mentan og list.

• Sum lítil tjóð skulu vit nýta størri part av landsins fíggjarlóg til mentan og

list sammett við størri lond.

• At bond og stýring ikki verða løgd á mentanararbeiði, men at tað nælir og

veksur á frælsum grundarlagi

• Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn at umsita og samskipa allar stuðulsjáttanir innan mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum.

• Játtanir til mentan og list verða munandi øktar, harímillum játtanir til týð ara -grunn, miðlagrunn, filmsgrunn umframt til royndarverkætlanir og nýhugs -andi verk ætlanir.

• Eggjað verður til økt samstarv og nýhugsan frá dagstovnum og skúlum og

út í mentanarstovnar.

• Mentanar- og listaútbúgvingar verða styrktar sum lærugreinir í fólka-, mið -náms-, eftir- og háskúlum og sum útbúgvingar á hægri skúlum.

• Høvundum, týðarum og listafólki annars skulu kunna tryggjast føst starvsløn, umframt at teimum verða veittar góðar umstøður at inna sítt yrki.

• Listafólki verða tryggjað skipað starvs-, lønar- og eftirlønarviðurskifti.

 

Mentanar- og listaráð Føroya

Mentanar- og listaráð Føroya skal miðvíst styrkja yrkislistina, einstøku lista -greinirnar , áhugalistina og skapandi mentanar- og frítíðararbeiðið kring landið.

Mentanar- og listaráðið kann skipast á henda hátt við eini fyrisiting við fakkønum fólki í fulltíðar starvi:

Mál og bókmentir

Føroyskt mál og føroysk mentan eru styrkt við miðvísum stríði, og tey hava fótað sær ímóti øllum forsagnum í nútímans samfelagnum. Í dag standa nýggjar av -bjóðingar fyri framman, har vitanar- og kunningarsamfelagið er veruleiki, og føroyingar skulu virka sjálvstøðugt í altjóða samstarvi.

Føroyskt mál skal mennast og eiga sess á øllum rongum og gerast fult sam -felags bært mál. Vit skulu kunna viðgera allar partar av tilveruni og allar sam -felagstættir á føroyskum, og vit skulu kunnu taka heimin til okkara á føroyskum og læra heimsins mál og mentanir gjøgnum føroyskt.

Neyðugt er at styrkja stovnar sum Nám, Kringvarpið og Søvn Landsins, so teir kunnu ganga á odda í tí miðvísa arbeiði, sum krevst, fyri at styrkja og geva føroyska málinum og mentanini ta tign í gerandisdegnum og í framtíðini, sum tað av røttum eigur.

Tjóðveldi vil

• Tilmælini í álitinum ”Málmørk” verða miðvíst sett í verk.

• Høvundum, týðarum og listafólki annars skal kunna tryggjast føst starvsløn,

umframt at teimum verða veittar góðar umstøður at inna sítt yrki.

• Týðaragrunnur verður settur á stovn.

• Stuðul til føroyska bókaútgávu og útgávu av teldutøkum tilfari á føroyskum

verður styrktur munandi.

• Fyriskipanir fyri bókaútgávu skulu gerast liðiligari.

• Stuðulsskipanirnar skulu eisini fevna um týðing av bókmentum, filmum,

spølum,telduforritum, talgildum nýtaramótum o.s.fr.

• Stuðulin til orðabókagerð og menning av orðabókatøkni og netorðabókum

verður øktur.

• Føroyskum børnum uttanlands verður veitt móðurmálsundirvísing gjøgnum

KT-samskifti og onnur undirvísing.

 

Skapandi list og mentan

Tjóðveldi vil virka fyri at styrkja og áhaldandi menna ein dyggan listapolitikk.

Íløgur í list og mentan eru íløgur í lívsgóðsku í einum sterkari samfelag. List eigur tí at vera atkomilig hjá øllum. Listaøkið fevnir breitt frá tónleiki, sjónleiki, bókmentum, myndlist til byggilist, handverkslist, sniðgeving umframt filmslist, sum telist millum listagreinirnar, ið hava góðar møguleikar eisini at røkka út í heim.

Tjóðveldi vil

• List, mentan og sangur skulu verða sjálvsagdur partur av virkseminum í barnagørðum og skúlum.

• Tryggja góðar umstøður til undirvísing í tónleiki, sjónleiki, myndlist og bók -mentum.

• Geva yrkislistafólki møguleikan at hava samansett størv, so tey lutvíst undirvísa og lutvíst eru virkandi listafólk.

• Fáa til vega listabústaðir til arbeiðsbýli at hýsa listafólki avmarkað tíðarskeið.

• Orða ein politikk fyri arkitektur og styrkja byggilistina.

• Í  øllum  almennum  byggiverkætlanum  skal  ávís  upphædd  av  byggi-kostnaðinum brúkast til keyp og uppseting av list.

• Stuðla mentanarligari og listaligari gransking og skipanum, ið virka fyri

útflutningi av føroyskari list og mentan.

• Filmsgrunnur skal setast á stovn at veita stuðul og fígging til føroyskar

filmsspírar og -framleiðarar.

• Filmsgrunnurin verður so líðandi mentur til ein veruligan filmsstovn, sum

skal gera tað møguligt at marknaðarføra føroyskan spælifilm úti í heimi.

Mentanarstovnar

Mentanarstovnarnir í samfelagnum, eitt nú Søvn Landsins, hava eina sera týðandi upp gávu í samfelagnum og mótvegis borgaranum. Tí er neyðugt við greiðari og tíðar hóskandi lóggávu á savnsøkinum. Søvn Landsins eiga sum leiðandi søvn í Føroyum at fáa góð kor at arbeiða undir. Fremsta endamál teirra er at skráseta, innsavna og varðveita okkara mentanararv og á fjølbroyttan hátt at miðla teirra vitan og veita upplýsing. Mentanararvurin á søvnum má tryggjast, so hann ikki forferst, men eisini er tøkur til komandi ættarlið.

Savnsvirksemi snýr seg í stóran mun eisini um at skapa trivnað, samleika og nýhugsan millum fólk í einum virknum nærumhvørvi, so fólk kring landið kunnu skipa sín áhuga og kenna ognarskap í at reka mentanarsøguligt virksemi. Søvn Landsins hevur yvirskipaða, fakliga ábyrgd og setir karmar, men dentur skal verða lagdur á, at hugskot, átøk og søvn sprottin úr lokalumhvørvinum og frá einstak -lingum merkja tað útinnandi og dagliga bygdasavnsvirksemið.

Sum tjóð í miðjum Norðuratlantshavi, sum hevur ment seg í og við náttúruni á sjógvi og landi, eiga vit at hugsa stórt á savnsøkinum. Vit eiga at menna nýggj søvn og útbyggja søvn, sum goyma og skapa vitan og gransking um ta ríku søgu, tær royndir, tað tilfeingið og tær avbjóðingar, ið vit hava.

Tjóðveldi vil

• Framkomið náttúrugripasavn, sjósavn, savn fyri fiskivinnu- og skipasøgu,

hvalaveiðisavn o.a. skulu mennast og útbyggjast.

• Fornminnalógin verður endurskoðað og styrkt.

• Lóg fyri listasøvn verður gjørd.

• Listasavn Føroya verður lagt undir Søvn Landsins.

• Sáttmálar verða gjørdir millum Mentamálaráðið og mentanarstovnarnar, sum útgreina uppgávur og skyldur hjá stovnunum.

• Styrkja staðbundnu søvnini og mentanarvirksemið sum heild, so hesi í størri og virknari mun samstarva og virka saman við Søvnum Landsins.

• Søvnini skulu vera virkin partur i frálæruni í fólkaskúlanum og mið náms -skúlunum.

• Søvnini verða stuðlað, so tey kunnu taka lut í gransking innanlands og úti í heimi.

• Søvnini skulu hava møguleika at samstarva við vinnufeløg og einstaklingar.

• Stig skulu takast beinavegin við talgilding at tryggja mentanararvin, m.a.

gomul dagbløð, skjøl og bandasøvn.

• Fornlutir og fornminni verða sjónligari og livandi partur av mentan og søgu

okkara.

Tjóðleikhús og symfoniorkestur

Tjóðpallur og symfoniorkestur eru mentanarframherjar, hvørs týdningur fyri

mentan, samleika og listarliga umhvørvi okkara valla kunnu yvirmetast.

Tjóðveldi vil

• Føroya Symfoniorkestri verða tryggjað haldført fíggjarligt grundarlag og

sømilig kor at virka undir.

• Tjóðleikhús Føroya verður bygt beinanvegin, og Tjóðpallur Føroya fær styrkt fíggjarligt grundarlag.