Bókmentaligt leygarkvøld í Sirkus

Foto: Rúni Nielsen (brot)

Carl Jóhan lesur úr nýggju skaldsøguni í annaðkvøld


Rithøvundafelag Føroya skipar aftur fyri upplestri av yrkingum og søgum í Sirkus í Vágsbotni í Havn. Tiltakið verður leygarkvøldið 9. august, kl. 21.00, har høvið verður at hoyra Carl Jóhan Jensen, Vónbjørt Vang, Ludvík á Brekku og Róa Patursson lesa egnar tekstir. Seinni í hesum mánaðinum, tann 29. august, verður nýggja skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen við heitinum Eg síggi teg betur í myrkri, løgd fram í Steinprenti í Havn. Longu í annaðkvøld ber til hjá áhugaðum at hoyra brellbitar úr nýggju skaldsøguni, tí rithøvundurin fer at lesa brot úr skaldsøguni í Sirkus. 

Ein fjølbroytt skrá

Umframt Carl Jóhan fara trý onnur skald at lesa sínar tekstir. Rói Patursson fer at lesa nýtt tilfar hjá sær, sum kemur út í komandi Vencli. Ludvík á Brekku fer at lesa eina nýggja stuttsøgu og Vónbjørt Vang fer at lesa nýggjar og áður-útgivnar yrkingar. Tiltakið byrjar kl. 21,00 og er ókeypis.