Nakrir tankar um grindadráp

Hans Pauli Olsen

Eg havi bara einaferð í lívinum upplivað eitt grindadráp. Tað var einaferð í sjeytiárunum, tá eg gekk á Frúutrøð. Grindin varð rikin inn í Sandagerð og okkara flokkur skuldi út at hyggja. Eg minnist ikki í staklutum hvat og hvussu, eg minnist bara ein blóðreyðan ræðuleika av drápi, sum eg rýmdi undan. Dagin eftir serveraði mamma yndisdøguran, grind, spik og epli, sum eg át við góðum matarlysti og við blóðreyðum kettjupp afturvið uttan tann einasta tanka fyri sambandinum millum hvalalíðinginga og mína njóting. Men hetta var í sjeytiárunum og heimurin er eyðvitað nógv broyttur síðani tá. Grindin er í dag so mikið illa dálkað, at  hon verður mett at vera skaðilig at eta og harumframt hava vit fingið fyribrigdi sum djórarættindi og djóraetikk at taka støðu til.

Tað kann í grundini gera tað sama hvat vit halda um hesa blóðskíggjandi, dupultmoralsku Disney-mentanina. Og tað kann gera tað sama hvussu ofta vit føra fram, at amerikanskir Mac Donalds burgarar eru ólekrir og meira dálkaðir enn grindin ella at Amerika skal tiga, sum í fleiri statum fremur ósiviliseraða deyðarevsing móti sínum egnu borgarum, og tað kann somuleiðis gera tað sama, um búrhøsn hava eitt verri lív enn grindin. Vit verða noydd at taka støðu í veruleikanum soleiðis sum hann verður defineraður av poppmentanini, sum ávirkar hugsunarháttin hjá børnum og vaksnum um allan heim. Í einari áhugaverdari grein hjá Tobias Stern Johansen á www.etik.dk er Peter Teglberg Madsen professari og hvalaserfrøðingur endurgivin fyri at siga: “Danmark drukner tre gange så mange marsvin (hvaler) i fiskenet om året, som færingerne fanger grindehvaler. (...) Det er der ikke mange dyreorganisationer, der går op i...De ved godt, at der er flere sponsorkroner i en mand med en kniv, der står foran en hval i en blodfyldt bugt. Så det her er også et spørgsmål om, hvad der har mest medietække.” Tað, sum verður nevnt her, snýr seg kanska í størri mun um estetikk enn um etikk og kanska eru Sea Shepherd fólkini í veruleikanum hugtikin av tí sama, sum hugtók Sámal Joensen Mikines, tá hann málaði øll síni grindadráp. Myndaliga er grindadráp hugtakandi ógvisligt, havið litast blóðreytt og  blóðdálkaðu grindamenninir líkjast vilmonnum.

Mikines

Miðlarnir hava eyðvitað alstóran týdning fyri hugsunarháttin hjá fólki, bæði tíðindamiðlar, men eisini spælifilmar og eg eri sannførd um, at teknifilmar somuleiðis hava stóra ávirkan í hesum sambandi. Filmar hjá Walt Disney Productions sum The Little Mermaid frá 1989 og The Lion King frá 1994, ið endurstaðfesti stóra mentanarliga týdningin hjá teknifilminum, hava t.d. havt alstóra ávirkan og soleiðis sæð er áhugavert at kanna teir estetiskt og etiskt. Lítlu havfrúnna kenna vit fyrst og fremst frá framúrskarandi, syrgiliga ævintýrinum hjá H.C. Andersen um havfrúnna, sum pínist og sum ofrar alt sítt, sína vakru rødd og at enda eisini lívið sjálvt fyri sín elskaða prins. Umframt at vera ein av áhugaverdu umbroytingar- og sublimeringssøgunum hjá H.C.Andersen, rakar søgan eisini neyvt við romantiskan hugsunarhátt, sum setir andalig virði yvir tey ítøkiligu tilfarsligu. Hetta er jú ikki samsvarandi við amerikanska dreymin, ið er grundaður á trúnna á møguleikan hjá einstaklinginum fyri at skapa sær materiella framgongd óansæð uppruna. Í allýsingini frá 1931 av the American Dream hjá James Truslow Adams ljóðar t.d., at "life should be better and richer and fuller for everyone, with opportunity for each according to ability or achievement regardless of social class or circumstances of birth”. Hendan ásjónin er í amerikanskari mentan vovin saman við eini sera sterkari, næstan barnsligari rættvísiskenslu, sum í mong ár stýrdi gongdini á t.d. amerikanskum sjónvarpsrøðum, har tey óndu altíð stóðu fyri falli. Og sostatt mátti ónda havheksin lúta, tá teknifilmsversiónin av havfrúnni hjá Disney kom og ósjálvsøkna transformatiónin av havfrúnni Ariel til eina luftveru varð til ein happy ending við skreyt og skart, har hart roynda havfrúin fær alt tað góða, sum  hon hevur uppiborið, prins og kongaríki og vælvild frá øllum. Í filminum um lítla leyvuungan Simba, sum verður snýttur og tveittur út úr sínum egna ríki, verður afrikanska savannain lýst sum eitt harmoniskt umhvørvi, har øll liva saman í friði í náðum inntil Scar sum ein annar Claudius oyðileggur spælið. Nøkur ár eru síðani eg sá filmin, eg var mikið undirhildin, men sum eg minnist, var ikki nógv dráp og kjøtát millum leyvurnar - mær vitandi eru djóranna kongur ikki vegetarar. Leyvur eta bæði eygu og oyru og heila og armar og bein hjá øðrum djórum og eisini hjá menniskjum, um tær eru nóg svangar.

Simba og ein verulig leyva

Myndir av grindadrápi seta eld í. Drápið í gjár hevur givið Sea Shepherd Operation Grindstop vind í seglini, í dag hava 64.472 fólk dámað síðuna og tað vaksur eksplosivt, bara seinasta hálva tíman eru 50 likes komin. Ingi Sørensen hevur lagt eina mynd út sum viðmerking til drápið í gjár, har hann hevur litað Fossá blóðreyða. Myndin hevur fingið rættiliga øsing í fólk og nóvar viðmerkingar eru órímiligar, Ingi Sørensen verður skýrdur landasvíkjari millum annað. Men nógvum dámar myndina av fossinum og útlendsku tulkingarnar eru nokk so nógv við síðuna av veruleikanum, ein skrivar t.d.: “Blood stained waterfall after washing of dolphin catches”. 

 Ingi Sørensen

Ingi Sørensen

Tá eg fyri nógvum árum síðani búði í París eitt skifti og dúgliga stríddist við at greiða frá oyggjalandinum entre "l´Islande et l´Écosse", kom ein tænari á caféini algoystur við einum blaði í hondini. “Elles sont des barbares” ella okkurt tílíkt segði hann ákærandi, meðan hann peikaði á meg og vinkonuna og á permumyndina, sum var japonsk, haldi eg, men myndateksturin sipaði til føroyskt grindadráp. Eg og vinkonan royndu at verja okkum m.a. við argumentinum, at tað hevði sæð út tað sama, um fronsku kjøtelskararnir drupu síni neyt í sjónum. Eg merkti væl, at argumentini ikki riggaðu og tað var mest orsakað av blóðbaðnum, sum fransmenninir ikki fingu eyguni av. Ein teirra helt eisini, at hvalir eru ov intelligentir og fittir til at brúka sum mat. Eg spurdi um hann nakra tíð hevði møtt einum hvali. Tað hevði hann ikki, eg segði, at mær dámdi væl gæs, tær hava so fitt gongulag og at mær ikki dámar fronsku viðferðina av teimum, tá teir framleiða gásalivurpaté. Men handan uppbýtingin av djórum, hvørji eru fittari og klókari og minni etandi enn onnur, er mentanarliga grundað og hevur líka lítið við vit og skil at gera sum uppbýtingin av likamslutum, hvørjir eru etandi og hvørjir eru ólekrir at eta. Slaktarin í París, sum vit brúktu var úr Marokko og hann hevði nógvar føroyskar rættir, sum okkum dámdi og sum vit keyptu, men sum fronsku stórbýarvinirnir hildu vera ólekrar; seyðarhøvd, heila, eygu, hjørtu osfr. Hinvegin bjóðaði grannin okkum kaninsteik tað eina kvøldið, eg át tey smáu kanintjógvini og hugsaði, at tað minti um kettubein. At vit hava kettur og hundar sum húsdjór heldur enn seyð og grísar merkir ikki, at síðstnevndu ongar kenslur ella heila hava. Tað sigur seg sjálvt og at tað, at drepa eina búrhønu tykist frægari enn at drepa ein hval, kemst bara av, at lívið hjá búrhønuni hevur verið so ræðuligt, at tað bara er gott, at hon doyr. Allíkavæl man tað frægasta vera at fokusera uppá flísina í egnum eyga hetta lutfalsliga stutta tíðarskeiðið, sum man vera eftir hjá grindadrápinum. Sjálvt ídnir grindamenn viðganga í dag, at mótmælini hjá Greenpeace og øðrum felagsskapum høvdu við sær, at drápið gjørdist betri og skjótari. Kanska kann hetta gerast enn betur, tí deyðsangistin vísir seg at vera øgilig hjá hvalunum teir 10 minuttirnar, tað nú tekur at drepa eina grind.

Eygnasúpan 

Vit vita á, at grindaveiða er burðardygg, stovnurin er ikki á nakran hátt hóttur av føroysku veiðini, men mótsett veiðini hjá leyvum, ber væl til hjá føroyingum at liva uttan at eta grind. Av tí, at grindin er so høgt uppi í føðiskipanini og vegna ta heimsumfatandi dálkingina av havinum, er grindin ikki egnað sum menniskjaføði og tí liva vit helst betur uttan. Óansæð er tað sum fána allar skilagóðar grundgevingar fána av internetkjakinum. Tað er ræðandi hvussu radikal fólk eru og nú tosi eg als ikki bara um djóraverndarfólk. Ein viðmerking á Facebook til rokið á Sandi í gjár er eitt gott dømi um stupida óndskapin, sum tykist ráðandi. Ein maður gottar seg yvir, at djóraverndarfólkini umframt at verða handtikin eisini vórðu tvungin til at síggja grindadrápið. Slík primitiv úttalilsi koma kanska av særdum tjóðskaparligum kenslum, vit vita øll, at trýst elvir til móttrýst og tí kann metingin hjá Hans Andriasi Sølvará, at mótmælini fara at elva til, at grindadrápið fer at vara eitt ættarlið longur, fara at passa: “The irony is that without the Sea Shepard efforts whale killing probably would have disappeared from the Faroe Islands within a generation or so, but with the Sea Shepard opposition and activity in the Faroe Islands the whale killing tradition will most likely survive and even be strengthened among the otherwise waning interest of the young people in the Faroe Islands. The result is that the whale killing tradition in the Faroe Islands probably will survive. One of the most important laws in social science is the law of unintended consequences of intended actions.”.

"Tey ungu vilja drepa hval" stendur skrivað á permuni á lívsstílsblaðnum Prei. Myndina gjørdu Miriam & Janus Photography. Forgrundin er blóð, ein triðingur av myndini er blóð og nógv hava øst seg um myndina. Fotografarnir argumentara og greiða frá m.a., at blóðið kemur frá eini kúgv, sum allíkavæl skuldi drepast. Og meðan einki er at ivast í, at kúgvin saknar sítt blóð líka nógv sum hvalurin, er myndin eitt undrunarvert dømi um hvussu grindadráp kann gerast trendy í øllum førum lokalt. Tey fjúrtan djóraverndarfólkini, sum royndu at steðga drápinum á Sandi í gjár, verða møguliga útvíst og á tann hátt kunnu vit  halda okkum hava vunnið á útheiminum enn einaferð. Men úti í heimi verða hesi fjúrtan hetjur og Sea Shepherd hevur fingið hópin av dramatiskum filmsbrotum, sum tey kunnu vísa fyri forfardum sjónvarpshyggjarum. Eg havi varhugan av, at hvat viðvíkur grindamótmælum, hava vit als ikki enn upplivað toppin av trýsti og at drápið á Sandi fer at vera ein orsøk til, at Sea Shepherd fer at vaksa seg størri enn felagsskapurin nakrantíð kundi droymt um. Reytt blóð í grønum sjógvi millum grøn fjøll við blóðslettutum monnum gera góðar myndir. Reytt og grønt eru komplimenterir litir. Vit hava sjálvan estetikkin og mentanina hjá vesturheiminum í móti okkum.

 

 Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

 Heiðrik á Heygum

Heiðrik á Heygum

 Heiðrik á Heygum

Heiðrik á Heygum

 Heiðrik á Heygum

Heiðrik á Heygum