In search of lost time - áhugaverd framsýning í Galleri Specta

Daniel Svarre           ©

http://www.specta.dk/

In Search of Lost Time : Nel Aerts, Eva Steen Christensen, Peter Holst Henckel, Andreas Schulenburg, Daniel Svarre, Svend-Allan Sørensen

Fríggjadagin verða nógvar ferniseringar í Keypmannahavn. Ein teirra verður á gallarínum Specta, sum eg loyvi mær at viðmæla frammanundan, tí har plagar at vera áhugaverd samtíðarlist á skránni. Og so kenni eg eisini tveir av listamonnunum, Svend-Allan Sørensen og Andreas Schulenburg, sum báðir fleiri ferð hava arbeitt og framsýnt í Steinprenti. Í fjør hevði hann eina ta stuttligastu og bestu listaframsýningin, sum eg havi sæð í Føroyum Afturvendandi á framsýningini vóru amboð úr gerandisdegnum, sum tóktust brúkt á skeivan hátt, t.d. var eitt skrúvublað parað við einum seymi, eins og blóðspor vóru á teirri stóru tøvdu køkurulluni, hobbyknívinum osfr. Eg upplivdi mótsetningarnir millum tað mjúka, tøvda tilfarið og tey hvøssu myndevnini hugtakandi. Verkini hjá Andreas Schulenburg eru løtt at avlesa, myndevnini eru einføld og litirnir eru bjartir, so at tey á yvirflatuni minna um popplist ella um samfelagskritiska list frá sjeytiárunum, men tú skalt ikki hyggja serliga leingi, fyrr enn tú leggur til merkis politiskt ókorrekta skálkabrosið, ta óuppbyggiligu absurdismuna og óítøkiliga fleirtýdnið.

Svend Allan Sørensen             ©

Svend-Allan Sørensen fekk fyri kortum ta stóru Queen Sonja Art Award. Hetta er eitt satt bragd, sum merkir, at hann verður mettur at vera bestur innan norðurlendskan grafikk. Steinprent og Føroyar hava fingið ómetaliga stóran týdning fyri Svend-Allan Sørensen, og hann kemur aftur at arbeiða í Steinprenti í vetur. Hann følir seg heima í ráu føroysku náttúruni, sigur hann og á verkstaðnum spríkja verk frá hansara hond, sum eru til stóran lblástur - ikki minst hjá føroyskum listafólkum og áskoðarum, sum í teimum síggja nakað øðrvísi. Svend-Allan Sørensen er nevniliga konseptlistamaður, ið arbeiðir við hugskotum og samansetingum, sum ikki sjáldan involvera orð. Í einum træprenti stendur til dømis við stórum, skornum, skeivum bókstavum "Ca caw motherfuckers". Útbrotið er eyðkent fyri tann coola og stuttliga stílin hjá listamanninum, sum ofta sameinir skálkabrosið við djúpum og inniligum álvara og ikki sjálvdan tykist sjónarmiðið vera í fuglahædd. Á framsýningini í Specta hevur Svend-Allan Sørensen prent frá Schäefer Grafiske Værksted trý portrett, sum hann gjørdi í Steinprenti og sum vóru við á framsýningini Ordbilled Billedord í Norðurbryggjuni herfyri.


Nýggja framsýningin í Galleri Specta eitur In Search of Lost Time, og hon snýr seg altso um tíð. - Tíð er um somu tíð ítøkilig fortreyt og eitt abstrakt hugtak, tíðin gongur frameftir ongantíð hinvegin og allíkavæl kunnu minni og upplivingar ávirka tíðarkensluna. Upplating verður fríggjadagin 22.august klokkan 17.

 Prentið gjørdi Andreas Schulenburg í Steinprenti fyri tveimum árum síðani               ©

Prentið gjørdi Andreas Schulenburg í Steinprenti fyri tveimum árum síðani              ©