Av øllum teim snekkjum, ið Norðhavið bar...


Nú kann tað vera, at eg við hesari dupultmyndini av teimum báðum aktuellu snekkjunum omanfyri fái øði aftur í mentamálaráðharran, bóndan í Kalsoy og øll hini norðanfyri, sum halda, at nýggja standmyndin niðri á helluni í Mikladali er so fín og so mikið vell, at hon fer at gera alt gott, sum fyrr var ringt. Tað hevur annars verið so deiliga friðarligt síðani húkakjakið og øll tykjast ovurfegin, nú  henda undurvakra risakvinnan úr bronsu stígur upp úr havinum sum ein onnur hevndargudinna við kópahaminum í rulki um føturnar.

“Kópakonan verður eitt ikon” heldur Jógvan Skorheim fyri í nýggjasta Norðlýsinum, sum man vera einasta dømi í føroyskari blaðsøgu um eitt blað, ið er vígt einum einstakum listaverki. Alt blaðið sum tað er snýr seg um Kópakonuna, um søgnina, standmyndina, verkætlanina og gjøgnum lýsingar og á forsíðuni hóma vit fyrimyndarligt samstarv millum vinnulív og mentan. Og tað kann væl vera, at Kópakonan verður eitt ikon eins og Lítla Havfrúgvin í Keypmannahavn og Molly Malone í Dublin. Hvørgin teirra er ein góð standmynd, men virkar tó sum effektivur fólksligur savningarstaður, sum verður brúktur sum bakgrund fyri ferðafólkaselfies og tað er eftir øllum at døma eisini hægsta ambitiónin hjá norðingum.

Sjálvt um Kópakonan er eins spektakuler og hon er monumental - nakað sum Pamela Anderson, er standmyndin eins óspennandi og júst frúgvin Anderson, ið tykist mær ómetaliga avmarkað í síni vitan um heimsins ræðuleikar, tá hon heldur, at grindin í Føroyum er trupulleiki nummar eitt. Her hugsi eg eitt nú um ræðumyndirnar av bumbaðum børnum í Gaza og av Ebolasjúklingum í Vesturafrika. Tað ber ikki til í grundini at samanbera hvørki elendigheitir ella standmyndir og Baywatch, men hetta er mín máti at royna at lýsa hvussu eg ikki haldi, at Kópakonan er ein listarliga áhugaverd standmynd. Fyrivarni má takast fyri, at eg bara havi sæð standmyndina í sjónvarpinum, sjálvandi er tað øðrvísi at síggja standmyndina í veruleikanum. Men eg má viðganga, at eg mundi dottið niður av stólinum, tá eg í Degi og Viku sá standmyndina - so vulgera haldi eg hana vera. Søgan er annars ómetaliga rørandi, haldi eg, um kópagentuna, sum verður tikin og trælkað av einum manni, ið fjalir hennara veruliga samleika í einari kistu, tí hann er ásttikin og vil eiga hennara vakurleika. At hon fleiri ár seinni flýggjar út aftur í sína egnu verð, vitnar um sterkan sjálvstøðugan frælsisvilja, sum gongur framum sjálvt kærleikan til børnini. - Í staðin fyri at viðgera evnið listarliga, hevur listamaðurin eftir øllum at døma fokuserað uppá sjálvan tann fysiska vakurleikan á kvinnuni, sæð úr einum mannligum sjónarhorni. Úttrykkið er naturalistiskt, heroiserandi og anakronistiskt. Tað minnir meg um vitalistiskar og enntá fascistiskar standmyndir í Europa í 19. og 20.øld. Vitalistiskur estetikkur fokuserar uppá naturalistiskar lýsingar í steini ella bronsu av sterkum, heilsugóðum, idealiseraðum, hvítum menniskjum. Í brimi og mjørka verður ovurstóra standmyndin helst eisini fevnd av onkrum mystiskum og tað fer kanska at hjálpa uppá samlaðu upplivingina, men hetta fer ongantíð at síggja út sum ein standmynd frá 2014. Hans Pauli Olsen er framúrskarandi handverkari, hansara framsýning í Steinprenti herfyri og fleiri aðrar standmyndir bera brá av, at hann eisini er dugnaligur listamaður. Nýggja standmyndin, Kópakonan er kanska hundrað ferðir betur gjørd enn Fiskakonan niðri við Skeiva Pakkhús í Havn, men hon er ikki nógv betur hugsað, tíverri.

 

Astrid Haack, modellin til Kópakonuna og standmyndin. Mynd: Norðlýsið

Astrid Haack, modellin til Kópakonuna og standmyndin. Mynd: Norðlýsið