DRESS - Finissage hjá Jóhan Martini Christiansen í Steinprenti

Ferniseringar hava vit hoyrt um áður sum eitt gamaldags heiti fyri eina upplating av eini framsýning. Leygardagin 15. november klokkan 16 verður ein sonevnd finissage, tá framsýningini DRESS letur aftur. Henda serstaka framsýning við videolist og gipsrelieffum hevur hugtikið og vakt undran í Steinprenti nú eina tíð og nú hon letur aftur, verður bók givin út, sum dokumenterar og viðger framsýningina á ymiskan hátt. Í kataloginum er m.a. samrøða millum listamannin og Rannvá Kunoy. Framsýningin í Steinprenti DRESS er sum heild merkt av einum í føroyskum listahøpi óvanligum atliti til tilfarið og samstundis er tilfarið kanska ikki tað, sum vanliga verður brúkt til føroyska list, her vit enn í stóran mun brúka meira siðbundið tilfar sum máling, lørift og bronsu enn. Eitt dømi um tilfar, sum Jóhan Martini Christiansen dámar væl, er papp, sum hann sær ein serligan vakurleika í og sum hann hevur gjørt gipsavstoypningar av. Tiltakið byrjar klokkan 16, tá fara Kinna Poulsen, Maria Bordorff og Jóhan Martin Christiansen at hugleiða um framsýningina og Kári P fer at framføra nøkur løg. Øll eru hjartaliga vælkomin.