Mentanarkvabbabbilsir á veg móti ævinleikanum

 

Í bókapráti í útvarpinum í morgun viðmældi ein bókavørður ymsar bøkur á Býarbókasavninum, sum hon eftir øllum at døma ikki hevði lisið meginpartin av. Eg ivist ikki í, at hesin bókavørðurin lesur nógv, hon nevndi okkurt av tí síðst í sendingini, sum hon hevði lisið, men allíkavæl fekk hesin bókatátturin, har tíndaskriv verða siterað og googlaðar upplýsingar av hvat onnur halda um ymiskar bøkur verða nevndir, meg at hugsa um hetta ikki er okkurt serligt fyri mentanarmiðling í okkara tíð, at mentanarmiðlingin í rættiliga stóran mun er merkt av grunnskygni og vantandi innliti, sum í síðsta enda man koma av vantandi virðing av mentanartilfari í samfelagnum. Mentanarmiðlingin í Føroyum er annars vaksandi í løtuni, helst orsakað av einum ætlandi vaksandi fólksligum áhuga. Fríggjadagin kemur Sosialurin til dømis við sínum mentanarblaði og sama fríggjadag er Dimmalætting aftur á gøtuni við tveimum síðum, sum hvørja viku verða settar av til mentan. Hetta er í sær sjálvum ein uppraðfesting av mentanartilfari, ið tykist positiv. Eftirhondini er ikki býur, bygd ella lokaløki heldur, sum ikki hava mentanardagar á skránni, har skipað verður fyri framsýningum, útferðum, føroyskum dansi, fólkafundum, fyrilestrum, kvøldsetu, gaman og álvara, filmsýningum, brøgdum, matsølu, tivoli og tombola, andaligum fundum og guðstænastum, barnatiltøkum, poppkonsertum og øllum møguligum øðrum, sum rúmast undir tí sera breiða mentanarhugtakinum. Í útvarpinum er mentanarsendingin In mente ella mentanarcafé eina ferð um vikuna og harumframt  diska tey eisini upp í sjónvarpinum við mentanarsendingini Grind 3.hvørja viku. Nú kunnu vit tískil ikki longur finnast at vantandi mentanaráhuga nøgdarliga sæð í føroyskum miðlum. Spurningurin er so bara hvussu tað stendur til við dygdini og dýpdini í teimum ymisku mentanartiltøkunum og í mentanarmiðling og fatan.

 

Vit hava meira frítíð í dag enn nakrantíð og tey flestu, sum eg kenni, hava ikki tíð til alt møguligt, sum tey kundu havt hug til. – “Nei, mann kann ikki alt” siga vit og nikka yvir á hvørja aðra í Keypsamtøkuni, áðrenn vit skunda okkum til hús at tendra fyri Facebook og Huffington Post og Ekstrabladet og BT ella portalinum og øllum teimum týdningarmiklu tíðindunum um elskulig djór og fólk, sum hava verið ordiliga fitt og hetjulig beint áðrenn tey doyðu ella um spennandi hendingar, sum “will make our skin crawl”. Alt hetta tilfarið hevur tað til felags, at tað tekur ómetaliga stutta tíð at sodna, upp til 10 sekund, men tíggju ferðir tíggju gevur hundrað og soleiðis rennur tíðin sum streymur í á. Ekstrabladet liggur á deyðastrá sum pappírsblað, men um vit telja internetklikk, er blaðið ein sannur mastodontur í kongaríkinum. Sum eg segði við næmingarnar í gjár: Sjálvt EG lesi idiotiskar greinar í Ekstrabladet.dk (men eg posti teir væl at merkja ongantíð á FB, tað geri eg heldur við greinar í Information, The Guardian, Artforum og tílíkt).

 

Eg eri ikki tann, sum máli fanan á veggin orsakað av mentanarbroytingum. Eg lærdi meg sjálv at lesa í einum donskum Anders And blaði í hálvfjersunum. Eg hugsi, at tað gongur bara væl við lesingini, og at støðan við móðirmálinum er nógv batnað síðani. Og so leingi sum vit tosa saman, eri eg ikki ørkymlað fyri málinum hjá soninum, sjálvt um hann dugir bæði danskt og enskt sjey ára gamal og eg eri heldur ikki ørkymlað í mun til telduspølini, sum hann spælir og sum hann lærir nógv av (sjálvt um eg sjálvandi haldi tað vera upplagt at lagt føroyska talu á nøkur av teimum best dámdu spælunum í ein vissan fart – hey, kundi hetta ikki verið uppløgd mentanaríløga hjá teimum nýslignu makrel- og alimilliarderunum, nåh ikki?).

 

Nei, tað sum ørkymlar meg mest er vit vaksnu og okkara vantandi áhuga fyri intellektuellari áherðslu og hugdýping. Vit googla í staðin fyri at uppliva, vit facebooka í staðin fyri at samskifta, vit smápráta í staðin fyri at ummæla, vit mentanarsnikksnakka í staðin fyri at viðgera, mentan er undirhald, vit rósa í staðin fyri at kritisera, vit royna at skáka okkum undan bókmentaligum torleika og vit tora væl at viðganga, at vit ikki fata list - tað er ikki so farligt og vit vitna um vánaligar matvanar. Okkara børn og ungu kopiera okkum í øllum sum vit gera, eisini tað andaliga dølsknið verður skrásett av unga ættarliðnum, sum sæð burtur frá nøkrum einstøkum originalum outsidarum, raðfestir kropp og tað materiella nokkso ovarlaga. Tíðin her á foldum tykist kanska meira dýrabær enn nakrantíð hjá okkum priviligeraðu, sum royna at leingja um livitíðina við at konservera okkum likamið sum frægast við heilsugóðum kosti, grønmeti og proteinum. Royking og feitt er fyri tey undirpriviligeraðu og tey skítbýttu, meðan vit skilabetru, sum ikki ætla okkum nakra æðrakálking i úrtíð, renna okkum ein frískligan túr í heilum. ja, ævinleikin er nakað væl minni populerur í dag enn hann var á døgum Kingo, tá hann í 17.øld yrkti sálmin Keed af verden, kier ad himmelen, ið staðfesti, at alt okkara stríð á foldum er grundað í fáfongd. Jarðarlívið kunnu vit ikki líta á, heldur Kingo, tá hann skrivar: Hvad er mine Aar, / Som smugende svinder og snigende gaar? / Hvad er min Bekymring? mit Tankefuld Sind? / Min Sorrig? min Glæde? mit Hovedis Spind? / Hvad er mit Arbeyde? min Møye? min Sved? / Forfængelighed, / Forfængelighed. Sjálvt um nógvir føroyingar eru trúgvandi, tykist álitið á ævinleikans paradís ikki forða teimum í einari ávísari materiellari akkumulering her á foldum, vit økja um okkara ogn og venja okkara kropp næstan sum vit ætla at hava bæði ogn og kropp við okkum inn í deyðsríkið. Eg haldi, at vit í størri mun eiga at venja okkara sinn og miðsavna okkum um tað mentala og um felagsskap við øðrum menniskjum. Í okkara tíð eri eg vís í, at tørvurin á mentalum førleikum er stórur. Tað er líka við, at tørvur kenst á at toga Nietzsche gamla fram aftur og hansara útsøgn um, at heimurin er djúpari enn dagurin hugsaði, tí tað er hann, og listin er ríkari, men bert um vit virða hana og gera okkum stóran ómak, tá vit viðgera hana.