GISP! Norðurlandahúsið sameinir hámentan og lágmentan

Ein av luttakarunum í GISP! er danski listamaðurin HuskMitNavn, sum hevur málað ymsar veggjamálningar fleiri staðni í Føroyum í sambandi við framsýningina. 

Fyri lesarar av teknirøðum er danska ljóðorðið Gisp neyvan ókent. Eg haldi, at tað man vera eitt tað fyrsta orðið, eg nakrantíð las - tað var í Anders And blaðnum, sum eg lærdi meg at lesa á donskum, tí tað fanst ikki á føroyskum tá, og líka visti eg hví Rip, Rap og Rup søgdu hetta Gisp! í heilum, Fedtemule segði sama løgna vana, men hann segði “Hydr” eisini, sum eg í mínum føroyska høvdi úttalaði á føroyskum við herdum og aspireraðum “dr” ljóði, men sum eg við barnsliga opnum lyndi allíkavæl góðtók sum eina av mongum løgnum sannroyndum í hesi verð.  Tað var ikki fyrr enn nógv seinni, at eg fann út av, at “gisp” verður nýtt til tess at eftirlíkna ljóðinum, sum kemur, tá fólk missa ondina av einum hvøkki ella tá tey eru bilsin.

GISP! er heitið á einum átaki og einari framsýning í Norðurlandahúsinum, har teknirøðir eru í fokus nú í heyst. Framsýningin, ið letur upp 24.oktober, er bygd á teknirøðir, tvs. at tað ikki einans snýr seg um teknirøðir í sær sjálvum, men eisini um myndlist, málningar, grafikk, tekningar og filmar hjá samtíðarlistafólkum og teknarum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Finnlandi, Svøríki og Danmark. Framsýningin miðsavnast um norðurlendska tekning bæði sum mentanarligt fyribrigdi og í læringshøpi. Við framsýningini ynskir Norðurlandahúsið at miðsavnast um ta fabulerandi síðuna av føroyskari myndlist, samstundis sum ætlanin er at fáa skúlanæmingar at brúka Norðurlandahúsið í størri mun. Heili átjan listafólk eru umboðað á framsýningini. Kurator, Lotte Nishanthi Winther greiðir frá í áhugaverdum katalogteksti, at framsýningin er sett saman við støði í relieffinum/klippmyndini Marrur á ferð, sum William Heinesen gjørdi í 1977. Ein framsýning við teknirøðum og Williami Heinesen skuldi givið bestu útlit fyri einum áhugaverdum blandi millum há- og lágmentan, sum vit kunnu gleða okkum til.

Hesi listafólkini taka lut í GISP! William Heinesen. Hugleikur Dagsson. Tóroddur Poulsen. Bárður Oskarsson. Edward Fuglø. Silja Strøm. Tummas Jákup Thomsen. Sigrun Gunnarsdottir. Ole Wich. Bjarni Hinriksson. Þorri Hringsson. Nuka Konrad Gotfredsen. Mari Ahokoivu. Katja Tukianien. Eeva Meltio. Malin Biller Åsa Grenvall. Peter Madsen. HuskMitNavn.