Einføld og innhugsin framsýning í Skjólinum

03B6E03F-6E28-4D83-9002-43085996B090.jpg

Fram til 22.mai hevur Bruno Mikael Eysturstein framsýning í Skjólinum í Kongagøtu 8 í Havn. Framsýningarheitið er Duldir Máttir vol.2 og framsýningargesturin fær alt fyri eitt varhugan av onkrum gátuførum, tá hon trínur inn í framsýningarrúmið, ið er klætt við svørtum klæði. Hesin heimur kennist bæði tryggur og ótryggur - meðan mjúkleikin, myrkrið og ein regluliga ljómandi hjartarútma minnir um eina lívmóður, er eisini ymiskt hvasst og ófrættakent í heildini; t.d. borðbúnaður, battaríir og ein hypnotisk, robottkend upplesararødd. Tøkniliga fevnir framsýningin um foto, tekning, installatión, ljóð og poesi, men í grundini er framsýningin øll sum hon er ein samlað installatión og tá tú stendur inni í henni, ert tú fevnd av henni, av ljósinum, av myrkrinum, av myndunum og av ljóðinum. Umframt ljóðið av hjartasláttri verður ein poetiskur tekstur lisin upp og støðugt endurtikin í loopum. Hesin teksturin kann eisini lesast, um tú sessast í bleytu sofuni, sum stendur í framsýningini. Her er einki forboð at nerta við verkini - áskoðarin er vælkomin til at blaða í tekningum og føla seg fram.

Bruno Mikael Eysturstein hevur áður arbeitt við ymiskum listagreinum. Tey fyrstu verkini, eg minnist meg hava sæð hjá honum vóru málningar við surrealistiskum ella syrutum landsløgum. Í nýggju verkunum brúkar hann náttúruna meira beinleiðis í fotomyndum og installatiónum. Á Ólavsøkuframsýningini í fjør vóru verkini hjá honum konseptuel við dadaistiskum brá og einum rættiliga einføldum og frískligum taki uppá náttúruna - m.a. var ein bøkkur framsýndur við tilsettum oyratelefonum. Listasøguliga hevur landslagið havt stóran týdning í føroysku listini heilt frá byjranini, tá Niels Kruse og onnur við lýstu sítt móðurland í inniligum málningum. Síðani er heimliga landslagið tulkað í ekspressivum og abstraktum myndum og nú er landslagið altso ítøkiliga við á listaframsýning. Á framsýningini í Skjólinum eru eisini verk við bøkkum. Eitt fínt og poetisk verk er myndað av einum bøkki á einum silvurfati við knívi og gaffil klárur at verða etin aftur við einum poetiskum teksti, so at tú kanst lesa og eta í senn. Á gólvinum liggja tveir bøkkar, sum eru umgirdir av battaríum fáa sostatt ein kritiskan, umhvørvispolitiskan vinkul. Í fotomyndunum snýr tað seg nokk so nógv um javnvág og spenning bæði myndevnisliga og í mátanum, myndirnar hanga niður úr loftinum og snara runt. Henda framsýningin tykist um somu tíð er einføld, avklárað men eisini samansett og inntonkt. Við tað, at áskoðarin verður biðin um at lata seg úr skónum áðrenn farið verður inn, so verður upplivingin ítøkiliga sansalig og mjúk inni í hugtakandi listauniversinum hjá Bruno Mikael Eysturstein. Far og hygg!

096F6C25-C113-4077-B51F-204EDE80D633.jpeg
7626C2B5-6E3E-425E-9397-A9C36AEFE4F9.jpg
AAEC6DC9-F6FD-431B-93B6-E2A27831D434.jpg
E8154FAB-BE69-469C-BA61-13490EB61E4B.jpg
C87F25D1-EBE3-4E73-916B-EC4CE24C88BB.jpg

Bárður Jákupsson er ikki nøkur sjálvfylgja

3B49FF41-D400-4C07-9893-5763A3145976.jpeg

Leygardagin lótu tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Listahøllini og Steinprenti. Eg hevði eina merkiliga dejavukenslu, tá eg trein innar í Listahøllina, kanska var tað ljósið, veitslukenda ferniseringshuglagið í Listahøllini, sum fekk meg at minnast ta allarfyrstu upplatingina hjá Heystframsýningarbólkinum. Eg minnist so væl ta framsýningina og hvussu spennandi tað var. Eg var greið yvir, at nøkur ár eru liðin síðani tá, men Tróndur Patursson segði mær í gjár, at tað eru 14 ár síðani. Eg skjóti hervið upp, at skipað verður fyri 15 ára jubileumsframsýning í 2020.

https://listinblog.blogspot.com/search?q=Heystframs%C3%BDningin

http://www.listaportal.com/tidindi/2015/10/16/ga-gamla-og-listarliga-vikomandi-heystframsningin?rq=Heystframs%C3%BDningi

Tá sum nú hevði Bárður Jákupsson nakrar einastandandi fínar málningar hangandi í Listahøllini. Onkuntíð hugsi eg við mær sjálvari, at vit møguliga hava lyndi til at taka Bárð sum eina sjálvfylgju eitt sindur á sama hátt sum vit uppfata vindin. Soleiðis eru vit kanska serliga mótvegis teimum, vit uppfata sum sterk, at teimum tørvar ikki viðurkenning. Og Bárður Jákupsson hevur verið og er framvegis ein sterkur maður í føroyskari myndlist, sum loksins fekk mentanarheiðursløn landsins. Tað var gott, men hansara málningar mugu ikki fatast sum nakar sjálvsagdur lutur. Tí ein tílík virtuos málaramegi og sansalig litgleði rúmast sera sjáldan í einum og sama persóni. Farið sjálvi út í Listahøllina á Skipasmiðjuni MEST og í Steinprent og hyggið! Kavið við øllum kroppinum inn í myndirnar, drekkið támið, svølgið skæru litirnar; tað er lívgevandi! Her eru nakrar ferniseringsmyndir, men listin upplivast best við at síggja hana í hølunum, har hon hongur.

1DDADAAF-99D8-4091-B056-0915FECCAADC.jpeg
C7CC5F0E-C9FD-4E70-ADBF-E20E5B10CE0B.jpeg
C5AAB92F-A037-4CB7-9F5D-9C10F2508D20.jpg
6BB163EA-AA5D-4943-BB7F-606CA637C0FD.jpeg
223276BA-1939-450C-AA77-093E56F5E201.jpeg
38016660-8C38-4667-BE56-492D2BFCABEC.jpeg
6966CC7B-318F-482A-892E-55342FB25305.jpeg
AC8E97D2-0CEA-4C0B-8106-AD6D696B54EC.jpeg
bardur.jpg
6AE7BFC9-F689-4A1C-8FB9-67EAD1DC07E3.jpeg
769254C4-7531-45C7-8A6B-8FBCC077476A.jpeg

Svart-hvítur gandur

9903144A-10AD-47DC-B44F-0116C7CAB2CC.jpg

Elinborg Lützen

Fríggjadagin 10.mai 2019 læt ein framsýning upp í Listaskálanum við verkum hjá grafiska meistaranum Elinborg Lützen, sum vit øll kenna væl og virðiliga. Og tí kemur plakatin, sum hongur á hurðini á veg inn í Listaskálan, eitt sindur óvart á við litríka og als ikki svart-hvíta, sprækliga hananum, sum listakvinnan málaði við vatnlitum í 1988. Men tíbetur er framsýningin skipað við denti á tær svørt-hvítu prentmyndirnar, tí hetta er høvuðsverkið hjá listakvinnuni.

Elinborg Lützen er ikki hvør sum helst, og bara tað, at hon javnan verður nevnd, tá mann spyr nøkur av okkara fremstu samtíðarlistafólkum um teirra íblástur, sigur okkum, at hennara list er nakað serligt - tað loysir seg altíð at fylgja tílíkum “artistsartists”, tí sjálvsagt hava listafólkini besta ansin fyri listarligari dygd.

Katalogið er flott, ein ordans bók við harðari permu og tveimum tekstum hjá tveimum fyrrverandi leiðarum av Listasavni Føroya; eini sera væl skrivaðari og vitandi introduktión til verkið hjá Elinborg, ið Bárður Jákupsson skrivaði til katalogið, ið varð gjørt í sambandi við Elinborg Lützen framsýningina á Norðurbryggjuni í 2010 og eini áhugaverdari nýggjari grein hjá Nils Ohrt um listakvinnuna við støði í hennara myndum og ikki minst í brøvum, sum siga okkum, at skemtiliga og fabulerandi huflogið, ið vit kenna frá myndaheiminum hjá listakvinnuni er ein partur av hennara persónligheit. Perspektivið í báðum greinunum í kataloginum tykist vera eitt sindur uttanífrá, t.d. greiðir Bárður Jákupsson frá føroyskari mentan og frá heimbýnum hjá listakvinnuni á ein hátt, sum ikki er neyðugur, var teksturin hugsaður til ein føroyskan lesara. Tað sama er galdandi fyri partar av tekstinum hjá Nils Ohrt, sum t.d. introduserar okkum fyri Mikinesmálaranum, at hann var tann fyrsti týðandi føroyski málarin. Annars er greinin sum sagt áhugaverd at lesa, ikki minst orsakað av brøvunum millum Elinborg og systkinabarnið Hjørdis. Øll, sum hava sæð tær herligu prentmyndirnar til ramsuna Maria Maria Marolla munu vita, at Elinborg hevði ans fyri skemti, men hon og Hjørdis eru ordiliga stuttligar, t.d. tá tær í skemtiligu lógarreglunum til felagið, tær stovna til stuttleikar í 1936, “Det gjensidige phrelseselskab for unge pigers vildpharne sjæle”, skriva, at “Læsere af Samlede Værker udvises uden Skaansel”. Tað er herligt og við sama óskikkiliga skálkabrosi, sum eisini sæst í fleiri av prentmyndunum og tekningunum.

Brøvini vísa okkum greitt, at Elinborg eins og so mangar aðrar listakvinnur við henni var serstakliga sjálvkritisk og at hon ofta pínir seg sjálva við ákærum um, at hon ikki dugir nakað sum helst.  Á endurprentaðu brotunum úr áhugaverda brævaskiftinum við danska listamannin og læraran, Povl Christensen síggja vit hvussu ósikkur hon er og hvussu hon bæði lifrar og gremur seg fyrihonum fyri at fáa hansara listarligu góðkenning. Soleiðis eru brøvini full av menniskjansskapi.

Elinborg Lützen var eitt sjáldsama gávað listafólk. Hon er einamest kend sum grafikari við denti á svørt-hvít linoprent, men nógv kenna eisini hennara fínu tekningar frá barnabókum, t.d. Í skýmingini, sum Sofía Petersen gav út í 1948 og sum man hava verið brúkt leingi og væl - eg minnist í hvussu er bókina og Ævintýrbøkurnar frá mínum barnaskúla á Frúutrøð í hálvfjersunum. Eg haldi eisini, at tær fáu litmyndirnar á framsýningini, nøkur prent, vatnlitamyndir og ein málningur, vísa koloristiskan ans, sum hon ivaleyst hevði fingið enn meira burturúr, um hon fór tann vegin. Men tað er innan svart-hvítu prentmyndina, hon exellerar og sum tað er typiskt fyri listafólk, ið ivast í sær sjálvum, so fær Elinborg Lützen serliga nógv burtur úr bundnum uppgávum og trívist greidliga, tá onkur annar hevur álit á henni. Hennara prentmyndir eru framúrskarandi og gott eisini at síggja linoleumspláturnar framsýndar. Í onkrum føri eru fleiri støðuprent av somu plátu framsýnd, so at vit síggja hvussu listakvinnan hevur arbeitt við at yvirføra prentið á pappírið við skeið. Fleiri av gomlu prentunum eru tíverri fánað og gulnað og tí er tað gott at síggja tey flottu endurprentini á framsýningini. Aftanfyri norðara endaveggin í Listaskálanum verður ein filmur vístur, har vit koma ordiliga tætt uppá tvær av myndunum og alt hetta er gott, men tað fær meg at sakna ein portrettfilm ella kanska bara eina samrøðu millum kataloghøvundarnar um áhugaverdu listakvinnuna.

Grafiska úttrykkið hjá Elinborg Lützen er stílsliga ávirkað av donskum grafikki í 20.øld – ikki minst er tað ávirkað av læraranum, Povl Christensen, men eg haldi, at myndirnar hjá Elinborg eru nógv meira áhugaverdar enn tær hjá læraranum - fullar sum tær eru av saft og kraft og løgnum verum og mynstrum. Tær myrku fantasimyndirnar av deydningum og á havsins botni eru millum høvuðsverkini hjá listakvinnuni,eins og tey eru høvuðsverk í føroysku listasøguni. Men á framsýningini í Listasavninum er tað serliga áhugavert fyri meg at síggja tær nógvu bygdamyndirnar úr Klaksvík og ymsastaðni í Norðoyggjum, sum umboða ta sonevndu realistisku linjuna í lívsverkinum hjá Elinborg Lützen. Nú tá eg síggi hesar myndir av nýggjum -onkra síggi eg fyri fyrstu ferð, undrist eg á, at vit hava hildið hetta verið veruleikakent. Tað má vera tí vit hava bestemmað okkum fyri at síggja tað so. Fyri tað fyrsta eru myndirnar nokk so svartar við eini hysteriskari mongd av hvítum mynstrum, sum eru skorin, hakkað og stungin niður í linoleumsplátunar. Og meðan húsaskap og húsaskuggar standa geometriska statiskt, pinnastill upp og niður á myndaflatuni, trína formatiónir av skíggjum fram í trívídd og halda miklan gang. Her í teimum púra vanligu bygdalýsingunum trínur svart-hvíti gandurin hjá Elinborg Lützen klárast fram.

CD48ECB1-EEA5-42D2-A2FC-AA86E088AF49.jpeg
Elinborg3.jpg
C05759E9-CF4B-4960-900A-5C574778C5EB.jpg
7118A2D1-606D-4A67-89A6-4C0CABB1F70D.jpeg
AFD529D5-C171-4799-851E-6F0183285A0F.jpg
B69C4955-1DB2-4A2A-98AC-A6B9C5D3F4A7.jpeg
5C8E69E5-7444-4145-AF40-26CB48B5F34B.jpeg
elinborg5.jpeg
Elinborg6.jpg





Bárður x 2

bardur.jpg

Í dag lata tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Havn. Tann eina framsýningin við stórum og smærri oljumálningum letur upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST klokkan 15, og ein tíma seinni letur ein framsýning við vatnlitamyndum upp í Steinprenti.

–“Klettar eru høgir/ mýggjabitar smáir” yrkti Hans Andrias Djurhuus og á sama hátt fevnir myndaheimurin hjá Bárði Jákupsson bæði yndisligt og stórbært í rokmiklum tulkingum av fjøllum, klettum og stillisligum sólskygdum løtum í haga. Hetta merkir tó ikki tað sama sum, at listamaðurin gongur í fjøllunum og leitar eftir myndevnum. Tað er ikki neyðugt, tí tað eru upplivingar frá ungum árum, ið hava fest seg í hansara sinni, sum eru grundarlag undir hansara abstraktu kompositiónum. Tá Bárður fekk ta stóru mentanarvirðislønina frá almennu Føroyum varð dentur lagdur á fjølbroytnið í hansara listarliga arbeiði. Tí umframt oljumálningar og vatnlitamyndir, hevur Bárður eisini fingist við at myndprýða bøkur og at miðla føroyska list, ikki minst.

Listamaðurin hevur greitt frá, at hansara myndir eru grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni – “hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" hevur hann einaferð sagt á eini upplating, tá hann greiddi frá, at hann sum heilt ungur staddur í báti upplivdi at vera meira hugtikin av sjónini av tindunum í erva enn av sjónum í neðra. Hann heldur sjálvur, at onkur av hesum upplivingum situr eftir í hansara málningum.

Myndirnar hjá Bárði Jákupsson tykjast bæði villar og stillar. - Hetta er Bárður, sum vit kenna hann, tann ekspressivi og eruptivi koloristurin við teimum eyðkendu, dekorativt, hurlandi M-strokunum ella tindaskapunum og koloristisku kompositiónunum, ið eru bygdar upp av fýrisligum, rútmiskum slengrum. Hetta eru fjallavisiónirnar hjá Bárði við eyri og seyri, við slettum og blettum, við lýsandi ólikamligum ljósi og gruggutum jørðildi – alt í einum hugtakandi andarisi.

Øll eru hjartaliga vælkomin til báðar upplatingar 11.mai í Listahøllini í Skipasmiðjuni MEST (grøna bygninginum á Rundingi) kl.15 og í Steinprenti á Skálatrøð kl.16.

Klettar eru høgir...


D7FD3CE8-BE7A-4ED8-9C6B-19FD097ED771+%281%29.jpg

Bárður Jákupsson í MEST og Steinprenti

Leygardagin 11.mai lata ikki minni enn tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Havn. Tann eina framsýningin við stórum og smærri oljumálningum letur upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST klokkan 15, og ein tíma seinni letur ein framsýning við vatnlitamyndum upp í Steinprenti.

–“Klettar eru høgir/ mýggjabitar smáir” yrkti Hans Andrias Djurhuus og á sama hátt fevnir myndaheimurin hjá Bárði Jákupsson bæði yndisligt og stórbært í rokmiklum tulkingum av fjøllum, klettum og stillisligum sólskygdum løtum í haga. Hetta merkir tó ikki tað sama sum, at listamaðurin gongur í fjøllunum og leitar eftir myndevnum. Tað er ikki neyðugt, tí tað eru upplivingar frá ungum árum, ið hava fest seg í hansara sinni, sum eru grundarlag undir hansara abstraktu kompositiónum. Tá Bárður fekk ta stóru mentanarvirðislønina frá almennu Føroyum varð dentur lagdur á fjølbroytnið í hansara listarliga arbeiði. Tí umframt oljumálningar og vatnlitamyndir, hevur Bárður eisini fingist við at myndprýða bøkur og at miðla føroyska list, ikki minst.

Listamaðurin hevur greitt frá, at hansara myndir eru grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni – “hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" hevur hann einaferð sagt á eini upplating, tá hann greiddi frá, at hann sum heilt ungur staddur í báti upplivdi at vera meira hugtikin av sjónini av tindunum í erva enn av sjónum í neðra. Hann heldur sjálvur, at onkur av hesum upplivingum situr eftir í hansara málningum.

Myndirnar hjá Bárði Jákupsson tykjast bæði villar og stillar. - Hetta er Bárður, sum vit kenna hann, tann ekspressivi og eruptivi koloristurin við teimum eyðkendu, dekorativt, hurlandi M-strokunum ella tindaskapunum og koloristisku kompositiónunum, ið eru bygdar upp av fýrisligum, rútmiskum slengrum. Hetta eru fjallavisiónirnar hjá Bárði við eyri og seyri, við slettum og blettum, við lýsandi ólikamligum ljósi og gruggutum jørðildi – alt í einum hugtakandi andarisi.

Øll eru hjartaliga vælkomin til báðar upplatingar 11.mai í Listahøllini í Skipasmiðjuni MEST (grøna bygninginum á Rundingi) kl.15 og í Steinprenti á Skálatrøð kl.16.

Ikki sløkkja ljósið!

takrennut%C3%B3nar.jpg

Nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Takrennutónar, byrjar við einum sitati, sum staðfestir, at tá tónleikurin er yvirstaðin, ja tá er tíð at sløkkja. Talan er um kenda uppáhaldið hjá dapurlekra sangprofetpoetinum, Jim Morrison, sum einaferð sang: “So when the music´s over/ When the music´s over, yeah/ When the music´s over/ Turn out the light/ Turn out the light”. Og henda byrjanin tykist satt at siga eitt sindur ørkymlandi, tí sjálvandi vilja vit ikki hava tónleikin at steðga ella ljósið at sløkna - ikki sløkkja ljósið! Vit ynskja, at streymurin av tónum, yrkingum og myndum, sum í 35 ár hevur ljómað úr gávumilda og hvølla hátalaranum hjá Tóroddi Poulsen, skal halda fram.

Fjøruti yrkingasøvn hevur hann givið út – Sprotin gav tað seinasta savnið, Himnahyljar út fyri einum áru síðani, so nú var upp á tíðina við einum nýggjum yrkingarsavni. Í fyrsta savninum, Botnfall, var tað eisini Jim Morrison, sum átti inngangsbønina, har yrkjaraegið í American Prayer undrast á hvar lovaðu gildini blíva av. Í Takrennutónum tykist ballið búið, tí nú stendur egið uttanfyri og kagar inn í veitsluna at øllum teimum fullu, sum dansa nakin, meðan yrkjaraegið “má leggja/ tríggjar reglur aftrat og/ skaldið at sova”.

Takrennutónarnir eru hundrað í tali. Hetta eru lutfalsliga stuttar yrkingar, sum eru grafiskt defineraðar av eini lítlum prikki í erva. Perman er eins og yrkingarnar einføld, avklárað og abstrakt við heitinum skrivaðum við grønum blokkbókstavum og skaldanavninum í reyðum. Mitt á hvítu permuni og bakpermuni er eitt svart avlangt fýrkantað skap við strípum - tað kundi verið eitt portur, ein stólur, ein rist, og kanska er tað bara eitt rætthyrnt skap. Longu byrjanaryrkingin er merkt av hesum sama einfeldi og abstraktiónini, sum kyknar í óvæntaða skiftinum millum egið og sólina, tí tað er sólin, sum blundar, meðan egið telur fjaðrar á flogi. Og fleiri tílík dømi eru í bókini um yrkingar, sum eru so lættar og elegantar, at tær næstan upploysast meðan tú lesur, og ofta er tað okkurt óvæntað, sum setur gongd á upplivingarnar, t.d. eitt kavablak ella ein tanki, ið fær egið at hitna.

Tað er tankin, sum telur allan vegin í gjøgnum eisini í einari perfektari yrking sum henni á síðu 17 um tankan, sum í degningini loysnar av pappírinum og fer inn í dagin at búnast í einum nýggjum skaldi. Fleiri tílíkar yrkingar eru, sum samantvinna skapan og tilveru í nýggja savninum, ið tó eisini fevnir um viðmerkingar til okkara tíð til dømis lyndið til skunda okkum til tess at koma skjótari fram enn hini fyri at fáa tíð til onga tíð at hava. Og so skuldi postgjald sambært eini yrking verið goldið av teimum, sum einki senda, tí soleiðis er tað; vit senda ikki hvørjum øðrum brøv longur og einsemið liggur sum ein særur tráður gjøgnum alla bókina, men regnið uggar og tað gera minnir eisini. Hetta afturlítandi bráið hómast inn í millum, tá yrkjaraegið hugsar aftur á morgunsangin í Kommunuskúlanum, og heldur tað vera fult so skilagott at roykja sigarettir sum at svíma í auluni framman fyri stóra verkinum hjá Williami Heinesen.

Eksistentiellar hugleiðingar mynda eina meginæðr gjøgnum í savninum frá áðurnevnda inngangsversinum hjá Morrison og til síðstu yrkingina um hann, sum fór út í lívið og ongantíð kom aftur. Inn í millum stendur alt stilt sum í einastandandi rørandi yrkingum sum í henni á síðu 90: “veit ikki/ um eg/ komi/ aftur// tað er/ so myrkt/ og ljósið/ dýrkast” - Men hvat merkir so hetta? Er tað ein staðfesting frá yrkjaraegnum í sama dapra anda sum í inngangsorðunum hjá Jim Morrison, og er tá vandi fyri, at vit ikki fara at hoyra aftur frá honum? Vónandi ikki, men soleiðis er tað við hesum yrkingunum, at allar ikki lata seg upp alt fyri eitt. Tá eg um eina løtu fari eg at seta Takrennutónar í bókhahillina undir liðina á hinum bókunum hjá Tóroddi Poulsen, so veit eg, at har verður hon ikki standandi. Tí hesar álvarsligu, absurdu, surrealistisku, veruleikakendu, filosofisku, visioneru, gerandsligu og hugtakandi yrkingarnar kunnu lesast fleiri ferð, til dømis hendan:

tú ert

altíð

á veg

ímóti

hesi

løtuni

Anný rakar reint

9D07E63A-13B7-4E01-8DC9-2E0CD4FA4988.jpeg

Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið um eg sigi, at unga myndlistakvinnan, Anný Djurhuus Øssursdóttir minnir meg um Eivør Pálsdóttir. Men soleiðis er tað. Tá eg tríni inn í rúmið, sum Anný hevur funnið og skapt í Plantasjuni ein várleygardag í Havn, so komi eg í tankar um, tá eg á fyrsta sinni hoyrdi blaðungu Eivør og tað svimlaði fyri mær eina løtu við tankan um tey stóravrik, sum ein tílík rødd og musikalitetur kundi ført við sær. Tað er so sjáldan, at eitt listafólk rakar gullreint heilt av sær sjálvum og uttan útbúgving, og enn sjáldnari er tað, at tílík einastandandi evni eru sameint við tann jarnvilja, sum í roynd og veru skal til fyri at liva sum listafólk. Rúmið hjá Anný er ein skógarfløta, ein vakur lítil skógarberi, ið er sum skaptur til eina listaframsýning. Hetta er triðja serframsýning, eg havi verið til hjá Anný D.Øssursdóttir og ja, har hómast onkrar fyrimyndir og íblástur frá t.d. Jóhan Martini Christiansen í mátanum, listakvinnan brúkar klæði í sínum verkum, men eg haldi, at listakvinnan longu dugir at skapa sín heilt egna listaheim, sum er hugtakandi, surreelt dreymakendur við lutum, sum uppføra seg øðrvísi enn teir plaga og sum hervið siga sínar egnu, serligu søgur.

"You can not turn the bark inside out, without receiving bad luck" er ein pop-up solo-framsýning eftir Anný Djurhuus Øssursdóttir í Viðarlundini í Havn (beint við hvíldarheimið Naina, gonguteiginum og ánni).
Framsýningin er bert opin leygardagin 27.apríl frá kl 14:00 til 19:00

30C2F0A4-A7E2-4C8A-ACA6-26F310A7AFD0.jpg
C7FB2598-56E2-4F80-BADB-E69B6493F895.jpg
3DAAAF8D-C09C-41CC-9B2A-6DE10F415B21.jpeg
2F3B5457-C6F8-49D9-A1AF-C31962B2A6EB.jpeg

Anný Øssursdóttir Djurhuus sýnir fram í Plantasjuni

57564685_2279241225736084_6927509174427320320_n.jpg

"You can not turn the bark inside out, without receiving bad luck" er ein pop-up solo-framsýning eftir Anný Djurhuus Øssursdóttir í viðarlundini í Havn (beint við hvíldarheimið Naina, gonguteiginum og ánni).
Framsýningin er bert opin leygardagin 27.apríl frá kl 14:00 til 19:00.

Vín til tey fyrstu ♥

 

Day One

Dear Diary,

Last night someone told me to look in the mirror

I saw someone standing behind me

The smell of lavender gives me a headache

In a dream, are all the characters really you?

 

Day Four,

Dear Diary,

What is the secret?

 

Day Five,

Dear Diary,

I saw a heart beat

ing inside the tree next to me.

What can it be?

You can not turn the bark inside out, without receiving bad luck

58376615_2279243785735828_5683593015218667520_n.jpg

Diplomútbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum

gQVD3IPE.jpg

Diploma in art

  • Lestrartíð 2 ár

  • Deild Føroyamálsdeildin (FMD)

  • Tal á Lesandi uml. 15

  • ECTS 120

  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum

  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Studenturin ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egna skapanargongd.

Bygnaður

Útbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig og er býtt í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini, sum studenturin velur.

 

1. lestrarhálva

2. lestrarhálva

3. lestrarhálva

4. lestrarhálva

Verkstova I

(felagsfrálæra

hvør leið sær)

10 ECTS

Verkstova II

(felagsfrálæra hvør leið sær)

10 ECTS

Verkstova III

(felagsfrálæra hvør leið sær)

10 ECTS

 

 

Endalig verkætlan

Egið arbeiði I

(meistaralæra /

einstaklingaundirvísing)

10 ECTS

Egið arbeiði II

(meistaralæra /

einstaklingaundirvísing)

10 ECTS

Egið arbeiði III

(meistaralæra /

einstaklingaundirvísing)

10 ECTS

20 ECTS

Listaástøði I

(felagsfrálæra báðar leiðir saman)

10 ECTS

Listaástøði II

(felagsfrálæra hvør

leið sær ella saman)

10 ECTS

Listaástøði III

(felagsfrálæra hvør

leið sær)

10 ECTS

Ritgerð

10 ECTS

 

Skipan av útbúgvingini

Diplomútbúgvingin tekur tvey ár og er sett saman av skeiðum, har tey lesandi partvís fylgja einum føstum lestrarlista og partvís sleppa at seta sína egnu skrá.

Fyrsta lestrarhálva er skipað í trý skeið, har tvey umboða verkliga partin av útbúgvingini, og eitt umboðar ástøðiliga partin. Helvtin av verkligu undirvísingini fer fram í verkstovum, sum hava til endamáls at menna verkligu førleikarnar hjá studentunum. Hin helvtin er egið arbeiði, har dentur verður lagdur á sjálvstøðuga skapanargongd. Eitt felagsskeið um almenna fagurfrøði myndar ástøðiliga triðingin av lestrarhálvuni.

Onnur og triðja lestrarhálva eru skipaðar eftir sama grundleggjandi leisti. Í verkstovunum verða nýggj ástøði viðgjørd og arbeiðshættir royndir, meðan egna arbeiðið er framhald av arbeiðinum frá fyrstu lestrarhálvu. Í ástøðiliga partinum verða felagsskeið og serlig skeið fyri báðar leiðirnar.

Fjórða lestrarhálva víkir frá fyrru lestrarhálvunum við tað, at sjálvstøðuga arbeiðið fær størri rúmd. Tveir triðingar av tíðini verða nýttir til endaliga verkætlan. Restin av tíðini er sett av til ritgerð, sum er knýtt at endaligu verkætlanini.

Innihald

Í verkstovunum á tónlistaleiðini verður undirvíst í nótalæru, ljómfrøði (harmonilæru), tónasmíð/lagsmíð, útseting, tónleikatøkni og øðrum viðkomandi evnum. Um tað verður mett neyðugt, verður eisini undirvíst í viðkomandi ljóðføri. Á ritlistaleiðini verður undirvíst í eitt nú narratologi, frásagnarhættum, stíllegum, neyvlesing, ymiskum sløgum av teksti og skriving umframt týðing. Tey, ið standa fyri verkstovunum, laga undirvísingina til tørvin og áhugan hjá studentunum. Í fyrstu atløgu verður hetta gjørt við støði í tilfarinum, sum verður latið inn saman við umsóknini um upptøku.

Egna arbeiðið gevur studentunum høvi at menna ein sjálvstøðugan listaligan samleika. Bólka- og einstaklingaundirvísing eru karmur um greining og kjak av verkum hjá studentunum sjálvum. Studenturin mennir førleikan at fyrihalda seg kritiskt til egið listaligt virki og at geva øðrum grundaðan kritikk.

Ástøðiligi parturin fevnir um fyrilestrar og námsskeið í fagurfrøði, bókmentum, bókmentafrøði, tónleikasøgu og tónleikafrøði. Sum studentur fært tú innlit í samanhangir, sum treyta og mynda tína yrkislistagrein, og lærir um ástøði, sum geva tær førleika at hugsa greinandi um list úr skiftandi sjónarhornum.

Endaliga verkætlanin og ritgerðin eru ætlaðar sum høvuðsinnihald í eini avriksmappu, sum skjalprógvar listaliga førleikan hjá studentinum mótvegis framtíðar arbeiðsgevarum og útbúgvingarstovnum. Úrslitið av verkætlanini er egið tónleika- ella bókmentaverk, meðan ritgerðin viðger verkið og skapanargongdina úr einum ástøðiligum sjónarhorni. Í báðum førum er vegleiðari knýttur at arbeiðinum.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Ein treyt fyri at sleppa til próvtøku er virkin luttøka í undirvísingini.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Umframt hesar treytir er upptøka eisini treytað av, at egið arbeiði verður latið inn, sum staðfestir nøktandi listaligan førleika innan annaðhvørt ritlist ella tónlist. Verður søkt um upptøku til ritlist, skulu fimm síður av egnum skrivligum avriki latast inn. Verður søkt um upptøku til tónlist, skulu nótabløð av egnum tónleikaverki og/ella upptøkur á í mesta lagi fimm minuttir latast inn. Umsøkjarar skulu harumframt lata inn eina síðu, sum í stuttum lýsir teirra listaliga profil. Fyri hvørja leið metir ein upptøkunevnd við trimum limum um innkomna tilfarið.

Umsóknarfreist fyri kvotu 1 og kvotu 2 er 1. juni.

Framtíðarmøguleikar

Prógvið gevur grundarlag fyri sjálvstøðugum listaligum arbeiði, har ein í stóran mun myndar sína egnu yrkisleið.

Harumframt gevur útbúgvingin umsetiligar førleikar, ið eru hentir í miðlum, vinnuvirkjum og almennum stovnum, har nýskapan og hugflog eru eftirspurdir førleikar – tað verði seg sum teksthøvundur, vinnuligt tónaskald ella í øðrum starvi í kreativu vinnunum.

Framhaldandi útbúgving

Eftir lokna útbúgving ber til at søkja inn á annan lærdan háskúla ella tónlistaskúla at fáa BA-prógv. Um viðkomandi lærustovnur góðskrivar ECTS-stig, sum eru vunnin aðrastaðni, veitir Fróðskaparsetrið trygd fyri stigunum, sum eru vunnin í sambandi við diplomútbúgvingina.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðara, jensdz@setur.fo

Julie Sass greiðir frá

julie25.jpg

Julie Sass, sum í løtuni hevur serframsýning í Steinprenti, greiðir frá sínum samstarvi við Steinprent í væl eydnaðum viðtali við Sissal Kampmann. Hyggið og hoyrið listakvinnuna tosa um sína list - tað er bæði torgreitt og fullkomiliga einfalt og ein sonn fragd at lurta eftir. Ein góð introduktión til framsýningina BLACK FOG RISING.

http://kvf.fo/25?sid=93251&fbclid=IwAR21RxQPYvL7vU7WKKu7LnIcMnGY26Zu1ys1b1Jo7q646LTl69c4U7sHq5U

Fríða fimmti

frida.jpg

Í dag, 9.apríl 2019 fyllir listakvinnan, grafikarin og steinprentarin, Fríða Matras Brekku hálvtrýss ár. Hon er útbúgvin frá Seminariet for håndværk og design í Nørre Sundby. Eisini er hon útbúgvin sum steinprentari og hevur hon í tjúgu ár staðið fyri virkseminum í Steinprenti saman við manni sínum, Jan Andersson.

Í hennara egnu list er tað ikki minst grafiska tøknið, ið liggur hennara hjarta nær, men grafisku myndirnar eru ofta baseraðar á foto, tekning og akvarel, sum Fríða Matras Brekku eisini fæst við og framsýnir. Myndirnar hjá Fríðu eru øðrvísi í mun til aðra føroyska samtíðarlist, tær bera frá teirri ekspressivu og abstraktu hevdini og hava eitt heldur stillisligt brá. Summar eru merktar av einum kvirrum, men poetiskt løddum tómleika, meðan aðrar tykjast fevndar av fjálgum skemti, t.d. djóralýsingarnar, sum Fríða hevur dyrkað - ikki minst seyðir. Hennara humoristisku portrettmyndir av teimum fýrbeintu eru væl umtóktar og til nógvan íblástur. Tær fínu laseringarnar og neyvleikin í hennara striku bera boð um eina dugnaliga listakvinnu, sum kennir og dugir sítt handverk til lítar. - Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, Fríða.

Fríða.jpeg


BLACK FOG RISING - upplating

9AC721AB-6FF6-406F-94B8-76BA057C2875.jpg

Leygardagin 30. mars læt framsýningin BLACK FOG RISING hjá Julie Sass upp í Steinprenti. Ein spennandi framsýning við abstraktum málningum, prentum og tekningum, sum broytir uppá hølisumstøðurnar í gallarínum. Tað er hugtakandi at síggja hvussu uppsetingin hongur saman við bygnaðinum í teimum einstøku verkunum og hvussu hesin samanhangur eisini gongur aftur í nýggja bókaverkinum, sum var lagt fram og sum er partur av framsýningini. Umframt tað stóra prentiarbeiðið, sum Julie Sass og Steinprent hava gjørt saman, hevur listakvinnan eisini tikið sær tíð til fleiri samrøður við m.a. Sissal Kampmann í Nón, eg seti nøkur leinki her og viðmæli øllum at fara í Steinprent at síggja bæði framsýning og bók. Framsýningin verður hangandi inntil 4.mai.

http://kvf.fo/non?sid=92802

https://artnorth-magazine.com/recent-arts-news/black-fog-rising

https://dimma.fo/black-fog-rising

http://www.listaportal.com/tidindi/2019/3/26/julie-sass-serframsning-steinprenti

8F8EF6B5-D4F0-4BEF-A0EE-A81269F5DFF4.jpg
3AB695EE-E4EB-41CF-AA22-04EE5961C37F.jpg
5662DD43-0459-475F-90A3-9E45E1236B61.jpg
2505E1FB-E0C1-48A8-AF7F-240B446B8192.jpg
96081A27-9046-4266-92C9-A92FE2E7923F.jpg
46931F71-A656-4308-BE9F-0359D61E348D.jpg
C51B5F5D-F827-4B3C-9BC8-F4876A73A5DE.jpeg





BLACK FOG RISING - Peformance collage

Julie Plakat.jpg

Julie Sass er í løtuni við at seta upp framsýning í Steinprenti, sum letur upp leygardagin 30.mars klokkan 15-17. Á framsýningini er m.a. ein spildurnýggj listafólkabók, sum Julie hevur gjørt í Steinprenti seinastu vikurnar. Umframt helioprent, steinprent, málningar, seymað verk og ljósinstallatión hevur Julie Sass eisini gjørt eina plakat, sum er ein sonevnd performancekollasja við fólkum, sum hava við Steinprent ella við listakvinnuna, við listina ella við framsýningina at gera. Tey eru: Hansina Iversen, Jan Andersson, Eyvind Akraberg Hansen, Magnus Vincent Andersson, Kinna Poulsen, Mathilde Anastasia Isabelle Rude, Randi Samsonsen, Louise Aakerman Nielsen, Fríða Matras Brekku og Dagmar Malena Winther.

Úr myrkrinum inn í ljósið á Tjóðpalli Føroya

0K5A1470.jpeg

Sunnukvøldið 7. apríl verður nýskrivaður føroyskur dramatikkur frumsýndur á Tjóðpallinum. ‘Leitanin eftir at vera’ byggir á egnar upplivingar hjá Katarinu Nolsøe og er ein dramatisk, skemtilig, álvarsom, sjálvironisk og lívsjáttandi frásøgn um longu ferðina aftur til gerandislívið eftir eina depressión. Søgd við teksti og tekningum hjá Katarinu Nolsøe, tónleiki og inniligum samanspæli millum Búa Dam og Gunnvá Zachariasen 

Katarina Nolsøe fekk í 2006 eina álvarsama depressión og varð fleiri ferðir innløgd á psykiatriska deplinum. Leikurin er hennara roynd at greiða frá bardaganum við sjúkuni og ferðini gjøgnum ótta og angist; ein søga um at koma fyri seg aftur og at læra seg at liva við sárinum. At koma frá einki at kunna, til aftur at skapa sær eina tilveru og at megna gleðina við lívinum.

Leikarar eru Gunnvá Zachariasen og Búi Egason Dam. Búi ger eisini tónleikin og er bæði tónleikari og sjónleikari á pallinum. Katarina Nolsøe hevur skrivað leikritið og hon leikstjórnar sjálv uppsetingini.

Í sambandi við frumframførsluna gevur Sprotin eisini út ‘Leitanin eftir at vera’ sum bók, ið fæst til keyps í sambandi við sýningarnar.

Høvundur, teknari og leikstjóri: Katarina Nolsøe

Gjørt til leik: Leikbólkurin

Tónleikur: Búi Egason Dam 


Leikarar: Gunnvá Zachariasen og Búi Egason Dam

Ljósdesign: Turpin Napoleon Djurhuus

Leitanin eftir at vera er framleiddur í samstarvi millum Katarinu Nolsøe, Sinnisbata og Tjóðpall Føroya.

Frumframførsla verður á Tjóðpallinum sunnudagin 7. apríl kl. 19.00.

Leitanin eftir at vera_kápa.jpeg

Julie Sass serframsýning í Steinprenti

julia.jpg

Leygardagin 30.mars kl.15-17 letur ein forvitnislig serframsýning hjá Julie Sass upp í Steinprenti við heitinum

BLACK FOG

RISING

Talan er um eina serstakliga fjølbroytta framsýning við heliografi, steinprentum, tekningum, málningum einum stórum seymaðum verki og eini ljósinstallatión umframt eini spildurnýggjari listafólkabók, sum hevur verið í gerð á grafiska verkstaðnum á Skálatrøð hesar seinastu 3 vikurnar. Gallaríið niðri undir í Steinprenti er bygt um til høvið - nakrir veggir eru settir upp til tess at skapa ta røttu arkitektonisku rammuna kring framsýningina. 

Hetta er fyrsta serframsýning hjá Julie Sass her á landi, men als ikki fyrstu ferð, listakvinnan ger vart við seg í føroyska listaumhvørvinum. Fyri seks árum síðani hevði hon sítt fyrsta arbeiðsuppihald í Steinprenti - tað var í sambandi við stóru verkætlanina, Grafisk Sambond, har dentur var lagdur á grafiska nýskapan. Síðani hevur hon arbeitt nógvar ferðir í Steinprenti og hevur m.a. fingið tvær framúrskarandi listafólkabøkur burturúr; Volume Rhythm Matter dialogues (2017) og Lemon Mood (2018). Báðar listafólkabøkurnar eru umboðaðar í savninum hjá Metropolitan Museum of Art og hava harumframt verið framsýndar nógva staðni.

Julie Sass hevur tikið lut á mongum framsýningum saman við m.a. føroyskum listafólkum t.d. á Summarframsýningini Frontal (saman við Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy og Ian McKeever), eins og hon hevur samstarvað við føroysk listafólk eitt nú sum kurator. Hennara kuratering minnir onkursvegna um mátan, hon skapar bæði myndir og bøkur uppá. Talan er um eina støðuga prosess, har listakvinnan alla tíðina eygleiðir og noterar ymisk skap, sum hon sær. Hesi brúkar hon í tekningum og kollasjum, ið aftur kunnu brúkast sum fótafar í prentum, ið síðan skulu broytast og lagast til heildina, sum eisini er dynamisk og sum støðugt broytir skap saman við staklutunum. Málningarnir eru bygdir upp av fleiri løgum, ið bjóða áskoðaranum inn í eitt hálvgjøgnumskygt myndarúm við skapum, ið tykjast leys og óstøðug. Lutir eru stáplaðir og koppaðir og bíða eftir at verða bygdir upp aftur í einum hugvekjandi umhvørvi við kámum ljósi, har tú fært varhugan av, at staklutirnir støðugt spríkja fram fyri síðani at hvørva aftur.

Listabókin er full av tilsipingum og umskaringum til tilveruna, sum tað ikki ber til at fáa at rúmast í einum einstøkum málningi. Hetta er eyðkent fyri Julie Sass sum listakvinnu og hennara støðugu roynd at lata málningin upp við at taka hann sundur og síðani seta hann saman aftur. Í listabókini eru 16 heliografisk prent og 8 stuttir skaldsligir tekstir. Myndirnar eru býttar upp í kapitlar og tekstirnir koma at enda. Hetta formatið er eitt framhald av tí, vit sóu í Lemon Mood, men nú er teksturin at kalla abstraktur við ókendum persónum, sum eru staddir í ókendum støðum. Kynini verða blandað; hann/hon skiftir á ómerkjandi hátt yvir í eitt vit. Tað snýr seg um okkum menniskju og um vanligar og gerandisligar eygleiðingar, ið umskarast við sansaligar upplivingar.

Øll eru hjartaliga vælkomin til upplatingina í Steinprenti 30.mars kl.15-17 og at síggja framsýningina, ið verður hangandi til 4.mai í ár.


Aftur í landslagið - Anker Mortensen á Norðurbryggjuni

5054F8EB-AB6B-47D7-B496-03F891C053BC.jpg

Treysti angin av turrum fiski, tvøsti og spiki gav løtuni heimligan dám á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, har stúgvandi fullt av fólkum høvdu leitað sær til framsýningarupplating hjá Anker Mortensen síðsta fríggjadag. Stjórin á Norðurbryggjuni, Karin Elspudóttir endurgav í síni røðu Ingálv av Reyni, sum á sinni viðmælti listina hjá Anker Mortensen á innbjóðingarkortinum til fyrstu framsýningina hjá Anker í Galleri Trap og júst hesin sami Jørgen Trap-Jensen var til staðar í Norðurbryggjuni og helt eina spontana røðu, har hann vísiliga ráddi áskoðarunum til at taka sær góða tíð til at skoða tey einstøku verkini á framsýningini, tí hetta er list, sum skal sodnast spakuliga, helt hann. Fyrrverandi stjórin í Listasavni Føroya, Nils Ohrt helt upplatingarrøðuna, har hann m.a. hugleiddi um ta tiltiknu steinoyðimørkina uppi á Kirkjubøreyni, sum verður tulkað í verkunum hjá Williami Heinesen og Tummasi Arge.

 

Kandinsky

Heitið á framsýningini vísir til áhugaverda tekstin hjá russiska listamanninum, Vasily Kandinsky Über das Geistige in der Kunst, sum var givin út í München í 1911. Her greiðir Kandinsky frá hvussu myndlistin spakuliga er farin at gera seg leysa frá sínum naturalistiska og mimetiska útgangsstøði og hvussu tann abstrakta listin er náttúrliga framhaldið á hesi leið. Yvir hundrað ár eru liðin síðan henda bókin var givin út og tessvegna er Kandinsky møguliga ikki tað mest progressiva útgangsstøði hjá einum samtíðarlistafólki. Men eg hugsi ikki, at Anker Mortensen brýggjar seg nógv um slíkt. Hjá honum er listin annað og meira enn at vera við í ella framman undan rákinum. Hansara list tykist kveikt av bæði panteistiskum takklæti og kristnari sannføring, at listin má ætta seg eftir tí andaliga og vakra.

 

Nýggj verk

Anker Mortensen hevði framsýning við sama heiti í Listasavni Føroya í 2016, og sama katalogið við tekstum eftir Nils Ohrt, Jørgen Trap-Jensen, René Hjelm, Dagmar Malenu Winther, Amariel Norðoy umframt listamannin sjálvan verður eisini brúkt til framsýningina á Norðurbryggjuni. Men talan er ikki um heilt ta somu framsýningina, tó at nøkur verk ganga aftur. Heili 33 verk eru spildurnýggj, dagfest í ár, so Anker hevur havt úr at gera í seinastuni. Listamaðurin er tiltikin fyri sín tilfarsgranskandi arbeiðshátt, sum hevur verið rættiliga óvanligur í føroyskum listahøpi. Á framsýningini eru nøkur eldri verk við, sum umboða hetta tíðarskeiðið við samanklistraðum pappírslepum, træobjektum og ikonum m.a. Men hetta eksperimenterandi tíðarskeiðið tykist vera av, tí nýggju verkini eru fyri tað mesta monumentalir, koloristiskir málningar.

 

Náttúruborin verk

Sjálvt um verkini sum heild eru abstrakt, tykjast tey onkursvegna náttúruborin – litir og skap eru lívrunnin og tað er líka við, at tú heldur teg hóma ein sjónarring nokk so ovarlaga í onkrari mynd. Anker Mortensen hevur í nógv ár málað koloristiskt, og transformatiónin frá teirri meira hugsaðu avantgardulistini yvir í eitt meira sansaligt úttrykk tykist nú fullgjørd. Eg haldi eisini, at hann í størri mun enn áður er farin at finn íblásturin til tað andaliga í landslagnum. Meðan eg gangi runt í framsýningini, komi eg í øllum førum í tankar um náttúrutulkandi listafólk sum franska impressionistin, Claude Monet og okkara egna Tummas Arge, umframt Anker sjálvan, tí stílurin er ikki til at taka feil av og tú ivast onga løtu í hvør upphavsmaður er til málningarnar – there can be only one. í tí niðara framsýningarhølinum er høvuðsinntrykkið dimmblátt, undurvakurt, flykrandi og organiskt. Hyggur tú nærri at myndunum, eru tær bygdar upp av fleiri løgum við rundleittum bøklum, ið breiða seg kring allan myndaflatan. Myndaflatin skyggir í nógvum bláum tónum, ið annaðhvørt eru óblankir og skínandi, gjøgnumskygdir, rúmligir og flatir og óskygdir, soleiðis at myndaflatin sýnist fullur av lívi, sum glitrar í ljósinum í framsýningarhølunum. Málingaløgini eru altso mong og tað sæst eisini á dagfestingunum í myndaskránni, at verkini tíðum eru málað í fleiri umførum.

 

Samanhangur

Meðan eg gangi inni í framsýningini, komi eg eisini í tankar um kenda málningin, Lívshjólið hjá Asger Jorn frá 1953 við teirri rundskaptu kompositiónini, ið skal ímynda lívsins ringrás og meiningsfulla samanhang. Sjálvt um málningarnir hjá Anker Mortensen ikki eru figurativir uppá sama máta, so hómast ein samanhangur bæði í rundleittu kompositiónini í einstøkum verkum, men eisini í allari framsýningini, ið hongur saman sum ein heild. Framsýningarheitið bendir sjálvsagt á hvussu stóran týdning tað andaliga hevur í verkunum, men tað sama er eisini galdandi fyri tey einstøku verkini, sum eisini í fleiri førum hava poetisk og bíbilsk heiti sum t.d. Vindurin blæsir hvar sum hann vil. Sjálvt um áskoðarin onkuntíð hómar ímyndandi liðir í myndunum, er myndamálið grundleggjandi abstrakt, har miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika við íblástri í sansaligum upplivingum í náttúruni vindi og sól ella fuglasangi. Anker Mortensen byggir málningarnir upp av pastosum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Í framsýningarhølinum uppiá tykjast málningarnir sum heild eitt sindur lættari, ljósari, ljóst rosa og ljósagráir og her er somuleiðis básurin við teimum eldri verkunum, sum er heldur minni enn hon var á framsýningini í Listasavninum. Tað ger einki, tí so er betri pláss til teir nýggju bláu, gráu og ljósareyðu málningarnir, ið eru hugtakandi vakrir og kenslubornir við smáum brigdum av violettum, gulum, grønum ella ljósareyðum, ið lýsa upp í móti tí bláa ella gráa í eini glitrandi koloristiskari heild.

ED5D485E-9A22-4ABD-A1D4-2B63868A3971.jpeg
79EE4927-BDC2-4028-B5B9-41975A139C2B.jpeg
6BCA54E3-082A-4E21-90BB-8600E1074C98.jpeg
2345AA37-212D-4154-827F-51B51B9AA307.jpeg
179E7782-6EE9-4546-892F-99D251E65BF7.jpeg
B743CB03-A4A8-4DDB-8B07-F1E798B384F7.jpeg
AFFFE450-693D-4C49-9263-D352F1FA8A2E.jpeg
9970C8C2-4CC9-40E7-941E-346F415D9239.jpeg

Rørende poetisk foldeværk

cadavre.jpg

Cadavre Exquis

Selv om værket Cadavre Exquis på mange måder opleves som forvirrende og oprørende, omhandler det i grunden kendte temaer, der også behandles via kendte kunstformer. Det er Jesper Justs ferme sammensætning - selve måden, værket er komponeret på, der kommer bag på beskueren. Videoinstallationen er vel efterhånden et gammelkendt kunstnerisk medie, det samme må siges om alt det andet, vi oplever i Cadavre Exquis af konfrontationsteater med publikumsinddragelse, mimen, dans, interpassivitet og synæstetisk sansesammenblanding, samt musik og lysshow. - Jo, det er et herligt værk og spejlingen, der er et hovedtema, kender vi som et grundlæggende tema i kunsten helt fra renæssancen og frem til i dag. Men med Jesper Justs nyskabende sammensætning af de forskellige former i Cadavre Exquis, formår han virkelig at røre og overraske beskueren, der ligeledes overvældes af det sammensatte værks modsatrettede stilsignaler; imellem den polerede flotte finish og tredimensionalitet i filmdelen og det analoge, fysiske præg i skuespildelen. Den fremmedklingende titel henviser til en surrealistisk leg med ord, der er baseret på det samme princip, som når man tegner en tegning eller skriver en sætning kollektivt uden at se hvad den foregående tegner eller skribent har lavet. Det samme princip kan bruges som seriøst kunstnerisk benspænd i skrift; hvilket surrealisterne med deres stadige behov for at undgá fornuftens snærende begrænsninger selvfølgelig gjorde brug af. Det var sådan, at sætningen ‘Le cadavre exquis boira le vin nouveau’ blev skabt. Det lyder måske noget kringlet og trist, men er det slet ikke. Cadavre Exquis er tværtimod morsomt, poetisk og let at forstå, for det omhandler noget så grundlæggende som medmenneskelighed og empati, men ikke med politisk korrekte, strittende pegefingre. Der er mere tale om forskellige signaler og fornemmelser, der får tid til at udfolde sig. Man er altså virkelig godt underholdt i den times tid, værket varer. Vi sidder i et sortmalet teaterrum, hvor vi ser en film med et publikum i et sortmalet teaterrum, der virker som om de ser pâ os. Der er en næmest bizar lighed imellem filmens publikum og virkelighedens publikum, der ikke længere er beskyttet af den såkaldte fjerde væg, som traditionelt udgør grænsen mellem teaterrum og virkeligheden, for vi bliver en del af værket. Ganske langsomt fokuseres der i filmen på en mand, der sidder blandt publikum og skriger som om han oplever noget rædselsvækkende. Hans råben, vrælen og hulken og hele hans mimik signalerer total panik og det føles mærkeligt og virkelig forkert at sidde passivt hen uden at gøre noget for at hjælpe ham. Det er ikke den eneste gang, at denne følelse melder sig i løbet af forestillingen. Efterhånden fokuseres der i voksende grad på mandens vidåbne mund, hvor vi kan se drøbelen dirre af skrigeriet og så er det som om stemningen letter lidt og skifter over i det absurdkomiske. Men al fnisen foretager sig hurtigt, da et højt skrig lyder fra salen, hvor vi sidder. Det er kvinden lige bag ved mig, der skriger, og jeg er nær faldet ned af stolen af forskrækkelse. Værket er opdelt i flere stykker - fordi det opleves i et teaterrum kan vi kalde det akter, uden at der dog er tale om et konventionelt dramatisk forløb: det er måske mere sammenligneligt med enkeltdelene i en foldetegning eller -sætning, hvor sammenhængen ligger på et dybere plan end i fortællingens ydre struktur. Der sker alt muligt i værket, hvis modtagelse til en vis grad er baseret på overraskelser - derfor skal jeg ikke spoile mere, men blot anbefale jer alle at se Cadavre Exquis på Revolver på Republique, der kører til og med d.30.marts 2019.

Kinna Poulsen

Cadavre Exquis

Instruktion, idé & koncept

Jesper Just

Medvirkende

Johannes Lilleøre, May Simon Lifschitz & Emma Sehested Høeg

Livefotografer

Franklin Henriksen & Kasper Aavad

Komponister

August Rosenbaum, Dorit Chrysler & Anders Trentemøller

Statister

Violetta Rzepecka, Ursula Hülsmeier & Gerd Schottländer

Idéudvikling

Svala Vagnsdatter Andersen

Research

Sabrina Tamar

Storskærmsproducere

Claus Dahlstrøm & Ben Lorentzen

Assistent for Jesper Just

Kristine Bech Sørensen

Fundraiser

Jesper N. Jørgensen

Lysdesigner

Christoffer Gulløv

Lyddesigner

Erik Christoffersen

Scenemester

Rasmus Rahbek

Forestillingsleder

Mia-Luise Heide

Produktionsleder

Steen Klemmensen

Hår & makeup

Line Ebbesen

Kostumier

Anne Sofie Bruun

Parykker

Camilla Hentze

Dramaturg

Sanna Albjørk

Chefdramaturg og kurator

Rikke Hedeager

Filmfotograf

Kasper Tuxen

Klippere

Rikke Selin, Jesper Just, Mik Stampe Fogh & Ömer Sami

Tonemester & mix

Jakob Garfield

Tonemester optagelse

Stefan Garfield Rasch Holm

Instruktørassistent

Emma Rosenzweig

1. kameraassistent

Daniel Rishøj Parmo

2. kameraasistent

Allan Nielsen

Dolly grip

Tøt Michael Kromand

En særlig tak til

Alle statister, AVS Nordic, Birgitte Mellentin, Mia Steensgaard, Christian Friedländer, Mads Jørgensen, Kasper Aavad, Sharan, Film Gear & Maan Rental


Ingen skaber alene

08A7271A-A8A3-49FF-BE3F-BFDE585E9C77.jpeg

 Sonja Ferlov Mancoba på Statens Museum for Kunst

 “... Kun i kraft af hinanden kan vi leve og ånde og ingen skaber alene...” er en central formulering, der forekommer i et brev fra billedkunstneren Sonja Ferlov Mancoba til kunsthistorikeren Troels Andersen i 1979, og som siger noget væsentligt om hendes fælleskabsorienterede livs- og kunstopfattelse.

Sonja Ferlov Mancoba levede fra 1911 til 1984. Hun var dansk, men boede en stor del af sit liv i udlandet, især i Paris, hvor hun var bosat ad flere omgange. Hun blev oprindelig uddannet som maler og fulgte (i lighed med mange andre i sin generation bl.a. den færøske billedkunstner, Ruth Smith) det samme undervisningsforløb, der startede med at blive undervist hos Bizzie Høyer fra 1930-32, hvorefter hun gik på kunstakademiet fra 1933-33 med Axel Jørgensen som lærer. Hendes første skulpturer daterer sig så tidligt som til 1934-35 til to somre, som hun tilbragter på Bornholm sammen med sine kunstnervenner, Ejler Bille og Richard Mortensen og hvor de udforskede og arbejdede sammen. Sammenlignet med førnævnte Ruth Smith og andre af Axel Jørgensens elever, er en stor del af Sonja Ferlov Mancobas værker, tegninger, malerier og skulpturer, abstrakte og avantgardeprægede på et meget tidligt tidspunkt og i ganske høj grad. Hun flyttede til Paris i 1937, hvor hun opsøgte og mødte flere af periodens internationale kunstnere som Alberto Giacometti, Jean Arp og Max Ernst, samt Ernest Mancoba, som hun giftede sig med i 1942. Sonja Ferlov Mancoba begyndte allerede i en ung alder at interessere sig for afrikansk oprindelig kunst og anden ikke- vestlig kunst, og besøgte hyppigt det etnografiske museum, Musée de l´Homme sammen med sin mand. Her oplevede hun bl.a. mexikanske masker, som hun var meget optaget af. Ernest Mancoba var interneret i en krigsfangelejr under anden verdenskrig. Krigen havde en voldsom påvirkning på Sonja Ferlov Mancoba, der udstyrede sine skulpturer med andre kvaliteter end de rent æstetiske. Hun opfattede dem som levende, retfærdige væsener, der skulle ud i verden til kamp mod verdens egoisme og umenneskelighed.

Sonja Ferlov Mancoba udstillingen på Statens Museum for Kunst er nødvendig og de fleste er enige om, at det er på tide, at hendes værk får den opmærksomhed som det fortjener. Det er interessant og al ære værd, at SMK bruger kunstnerens egen atelierindretning som udgangspunkt for opsætningen af udstillingen. Men selv om tanken med at placere skulpturerne lidt på samme måde som vi kan se i den enestående fine dokumentar fra 1983 af Torben Glarbo, Gertrud Købke Sutton og Anne Vinterberg, der bliver fremvist midt i udstillingen, er sympatisk, så fungerer det ikke i praksis. Udstillingen fremstår rodet og klemt mellem de mange træpodier og plader i forskellige former og niveauer, ligesom det kniber for beskueren at komme rundt omkring skulpturerne - Jeg er med på idéen med samtalen blandt skulpturerne og den sociale iscenesættelse i kunstnerens ånd, men ville alligevel ønske, at man havde taget større hensyn til de enkelte værker

Selv om pladsen er noget trang til udstillingens relativt store værkudvalg på 140 værker, så udgør udstillingen samt ikke mindst den flotte og læseværdige bog, der er udgivet i forbindelse med udstillingen, en tiltrængt præsentation af en banebrydende dansk kunstner. Billedhuggeren, der startede som maler har i mange år været en kunstners kunstner, der primært har været forstået og beundret af sine kollegaer – også af samtidskunstnere. To hovedværker af Ferlov Mancoba var eksempelvis med på en gruppeudstilling for nylig (En kort historie om Abstraktion på Rønnebæksholm i 2018 - kurateret af Julie Sass), hvor skulpturen Masken (1972) stod placeret på skønneste vis i et rum med plads for hele dens væsen, dens strenge symmetri og insisterende organiske blødhed. I Statens Museum for Kunsts udstiling står Masken sammen med flere andre lignende maskeværker frontalt og stirrer mod beskueren, der hverken kan komme omkring eller tæt på de enkelte skulpturer, hvilket opleves frustrerende. Da er det godt at kunne sætte sig ned for at opleve billedhuggeren med det intense blik iog den hypnotisk langsomme stemmeføring i et virkeligt scoop af en dokumentar, hvor Sonja Ferlov Mancoba fortæller om sin tilværelse og sin kunstneriske praksis og udgangspunkter og hvor det bl.a. fremgår, at hun var inspireret af formen i forskellige muslingeskaller, sten og planter, som hun samlede på og som hun brugte i collager. Udstillingen i Statens Museum for Kunst varer indtil 5.maj 2019.

Kinna Poulsen

C42870E9-B12E-40FF-8509-403AE726D525.jpeg
7C791FB6-B820-4703-9645-1D3EE484FD23.jpeg
4E9E891A-E049-478E-BB9E-A070BD761144.jpeg
hendan.jpeg
CE50C528-CC3C-4D2E-A8D1-9AE68CCDA46F.jpeg

There can be only one - brot úr ummæli/ Uddrag af anmeldelse

2345AA37-212D-4154-827F-51B51B9AA307.jpeg

Fríggjadagin 15.mars læt framsýningin hjá Anker Mortensen Um tað andaliga í málninginum upp í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Framsýningin verður ummælt í Dimmalætting, her er brot úr ummælinum:

“..Sjálvt um verkini sum heild eru abstrakt, tykjast tey onkursvegna náttúruborin – litir og skap eru lívrunnin og tað er líka við, at tú hómar ein sjónarring nokk so ovarlaga summa staðni. Anker Mortensen hevur í nógv ár málað koloristiskt, og tykist nú nokk so avgjørt hava flutt seg frá teirri hugsaðu avantgardulistini yvir í eitt meira sansaligt úttrykk. Eg haldi eisini, at hann í størri mun enn áður er farin at finna íblásturin til tað andaliga í landslagnum. Meðan eg gangi runt í framsýningini, komi eg í øllum førum í tankar um ymisk náttúrutulkandi listafólk sum franska impressionistin, Claude Monet og okkara egna Tummas Arge, umframt Anker sjálvan, tí stílurin er ikki til at taka feil av og tú ivast onga løtu í hvør upphavsmaðurin til málningarnar er. There can be only one….”

“…Anker Mortensens udstilling Maleriets åndelighed i Nordatlantens Brygge i København bliver anmeldt i den kommende udgave af den færøske avis, Dimmalætting. Her er et uddrag af anmeldelsen: “ Selv om værkerne er abstrakte, så forekommer de også stærkt naturinspirerede - såvel farver som former er organiske og man tror næsten, at man kan ane en horisontlinje i enkelte malerier. Anker Mortensens billeder har i mange år tilnærmet sig det koloristiske udtryk og med de nyeste malerier synes han have flyttet sig helt fra den materialeundersøgende avantgarde over i et mere sanseligt udtrykt. Jeg tror også, at kunstneren i højere grad er begyndt at finde inspirationen til det åndeliget i landskabet. Midt i udstillingen kommer jeg selv i al fald i tanker om forskellige naturfortolkere fra fransk impressionismes Claude Monet til den færøske Tummas Arge udover Anker selv altså. Stilen er ikke til at tage fejl af og du er ikke et øjeblik i tvivl om hvem der er ophavsmanden til de skinnende blå billeder. There can be only one…”

Kinna Poulsen